Mai 2010

Stjala fyri milliónir


Stórir matvøruhandlar missa hvørt einasta ár fyri milliónir krónur, tí børn og vaksin stjala í handlunum


Hvønn einasta dag hvørva vørur av hillunum í handlunum, og soleiðis hevur altíð verið.

Niels Mortensen, stjóri í SMS sigur, at vanligt er at seta svinn til millum hálvt annað og trý prosent, og tað heldur hann passa væl.

Upp í svinnið kemur stuldur, men hvussu stór stuldursupphæddin er í handlunum Miklagarði, Bónus og Brotinum er torført at siga nágreiniliga. Stuldur er ein minni partur av svinninum, men um árið verður í teimum handlunum stolið fyri nakrar milliónir krónur.

Torført er at gera nakað við stuldurin. Starvsfólkini mugu bara hava eyguni við sær, um tey hava illgruna til onkran.


Fleiri sløg

- Tað eru fleiri sløg av tjóvum, múgvandi og minni múgvandi, ung og gomul, sigur Niels Mortensen.

Eitt eru børn og ung, sum stjala til stuttleikar, ella tey munga ella fyri alt í verðini vilja hava onkra vøru.

Nøkur stjala, tí tey hava ikki pening at keypa fyri.

Og so eru tað tey, sum ikki kunnu lata vera við at stjala, kleptomanarnir. Hjá teimum er tað ein sjúka at stjala.

- Tað sæst á tí, sum tey stjala. Vit tóku eina ferð eina konu, sum stjol kettumat, sjálvt um hon onga kettu hevði, sigur Niels Mortensen.


Pínligt fyri øll

Hann heldur tað verða pínligt fyri allar partar, tá ið ein handilstjóvur verður tikin. Tjóvurin skammar seg, og tað er alt annað enn stuttligt hjá handilsfólkunum ella leiðsluni at skula siga tað við tey og ofta eisini fara niður í tasku teirra.

- Summi fólk halda tað vera løgið, at vit ikki melda hvørja ferð. Eg plagi at svara, at tað kunnu vit ikki, tí vit búgva í Føroyum, og fleiri kkara kennast so væl, sigur Niels Mortensen.

Fyri nógvum árum síðan høvdu hesir handlarnir eitt fólk, sum gekk runt við uppgávuni at fanga tjóvar, og í miðal varð tikin ein um dagin.

Handlarnir góvust kortini við tí loysnini.

Handlar hava einki samstarv um, hvussu teir skulu bera seg at viðvíkjandi handilsstuldri, og teir brúka heldur ikki nakra sínamillum fráboðanarskipan, soleiðis sum handlar í øðrum lagi gera.

Miklagarðarnir og hinir nevndu handlarnir hava ongar feasta reglur. Summi verða rópt inn á skrivstovuna, og eru tað børn ella ung, verður ringt til foreldrini.

- Vit ringja bara onkuntíð til politiið. Tað kann vera, tá ið stuldurin er skipaður, ella fólkini ikki eru til at tosa við, sigur Niels Mortensen


***


Tey flokkaðust um Seebach

Eitt tað størsta navni í føroyskum popptónleiki, Rasmus Seebach, brúkti eitt vikuskiftið í Havn. Hann var millum annað gestir í sendingini Hvonn Live á Rás2, og eftir at hann hevði gjørt interview og sungið ein sang live flokkaðust ungir fjepparar um Seebach. Hann var blíður og vildi fegin skriva teimum autograf – tað tók bara eina góða løtu at fáa øll avgreidd.

(mynd)


Fleiri ung í viðgerð

Fleiri ung fólk leita sær í viðgerð fyri rúsevnistrupulleikar. Tað vísur seinasta frágreiðingin frá Blákrossheiminum.

- Eftir okkara tykki siga hesi tøl, at broytingar eru í nýtslumynstrinum. Tey ungu nýta í størri mun sterkaru rúsevnini, sum eitt nú hash, amfetamin, kokain og onnur narkotisk evni saman við rúsdrekka. Hetta ger, at viðgerðin aloftast er truplari at fáast við og tekur longri tíð.

Blákrossheimið sigur, at fleiri av teimum ungu vera send av landinum til viðgerð, men tað hevði verið munandi betri fyri tey - og bíligari fyri samfelagið – um tey fingu viðgerð í Føroyum.




6 ára gomul ikki í skúla

Stovnsleiðari ávarar ímóti at senda 6 ára gomlu børnini í føroyska fólkaskúlan, sum ætlanin annars er.

- 6 ára gomul børn eru kensluliga á einum vegamóti, har tey eru serstakliga viðbrekin. Tí hava tey tørv á nógvari umsorgan og forstáilsi frá teimum vaksnu, sum eru um tey, sigur Asta í Toft.

- Tað er óamannaverk at senda 6 ára gomul í skúlan, har lærarin ikki kann geva barninum tað, sum tí tørvar. Hann hevur snøgt sagt hevur ikki tíð til tað, heldur hon.


Varafútin stungin

Tað var dramatikkur í luftini, tá ið varafútin varð stungin í lærið við einum dolki. Finn Ougaard kom úr Dómhúsinum, og har bíðaði ein 40 ára gamal maður eftir honum við einum dolki. Álopsmaðurin, sum er ein gamal kenningur hjá løgregluni, varð handtikin. Hetta er fyrstu ferð, at ein vápnaður maður leypur á ein ákæra í Føroyum.

***



Lívsgleði er eisini ein spurningur um val, og tú kanst velja at verða lukkuligur

Niklas Heri Jákupsson, fyrilestrahaldari



Eg havi møtt onkrum føroyskum kvinnum í Danmark, men mær dámar betur myrkar, eksotiskar kvinnur enn ljósar kvinnur sum tær føroysku.

Reality-stjørnan Sidney Lee vitjar í Føroyum