Mugu trífalda talið á musikklærarum

   

Vilja vit eins og íslendingar satsa uppá at fáa tónleikin til ein vinnuveg, so mugu vit trífalda talið á musikklærarum í Føroyum; musikkskúli í hvørjari kommunu kann skjótt gerast eitt lógarfest krav.
Føroyskir musikk- og sanglærarar funnu í felag eitt sterkt stev í Norðurlandahúsinum um viku-skiftið, har ein stór ráðstevna um musikkskúla undirvísing og harat tengt viðurskifti gav ljóð fyri týðandi tættum. Við útvald-um gestum úr norrønum grannalondum var frá byrj-an dúkað til íblástur og frískligt orðaskifti um alt millum nýggjar møguleik-ar, neyðugar dagføringar og hugsandi ábøtur fyri ta nú 20 ára gomlu traditión ið nevnist Føroya Musikkskúli.
Aftan á eitt imponerandi innslag fríggjamorgunin av einum stykki úr Eine Kleine Nachtmusik eftir Mozart, frá ungum Musikkskúla næmingum, setti landsstýrismaðurin í mentamálum ta tveir dagar longu ráðstevnuna.
»Hatta var flott,« mátti Jógvan á Lakjuni ásanna, so skjótt hann kom til mikrofonina. Restin av tí hann segði var í stuttum, fyriuttan at bjóða vælkomin, at Musikkskúlin hevur stóran týdning fyri Føroyar, at hann hevur vunnið virðing og vælvild millum politikarar og fólk yvirhøvur, og at stór framgongd hevur verið innan tónleik í Føroyum, ikki minst Musikkskúlanum fyri at takka. Hann vísti somuleiðis á at ein endurskoðan av lógini um Musikkskúlan er í gongd, samstundis sum hann bendi á at undirvísing í tónleiki framyvir væl kann hugsast at gerast lóg-arfestur partur í útboðnum av kommunalum tænastum.
»Musikkskúlin í Føroyum hevur havt sera stóran týdning,« førdi Jógvan á Lakjuni fram, »og eg tori at siga at hann, serliga tey seinnu árini, hevur upplivað stóra vælvild frá politiskari síðu og eina breiða undirtøku millum fólk. (...) Kortini verður Musikkskúla lógin í løtuni endurskoðað, og ein arbeiðs-bólkur er settur ið skal koma við uppskoti til nýggja lóg (...) Mær vitandi gongur tað tann vegin í okkara grannalondum, lógarliga sæð, at tað verður obligatoriskt fyri kommunur at reka musikkskúla.«
?Kombinatiónsstørv?
Á ráðstevnuni settu norsk, føroysk, donsk og íslendsk innsløg fokus á spurningar um bæði faklig og bygnaðarlig viðurskifti í sambandi við musikk- og sangskúla í nøkrum økjum sum, hóast ólík í mongum, kunnu kennast aftur í nógvum felags umstøðum. Alt bendir á at fyrireikarar so væl sum luttakarar yvirhøvur kundu fegnast um eina væleydnaða ráðstevnu, ið fekk fram tað nógva av tí ið fyrireikararnir vildu hava fram í ljósið.
Talan var um fyrilestrahaldarar ið verða roknaðir sum lyklapersónar í sínum respektivu londum, og tí varð eisini væntað at nógv áhugavert fór at verða tikið upp á tal, bæði undir sjálvum fyrilestrunum og undir teimum atknýttu kjakfundunum.
Norðmaðurin Erik M. Bugge, ið er dagligur leiðari fyri Kultursamarbeidet i Vesterålen, talaði nógv út frá tí bygnaðarliga, bæði hvat viðvíkur skúla og samfelag. Hann vísti á tónleik sum part í einari mentanarpolitiskari heild, samstundis sum hann vísti á týdningin í at byggja brýr, bókstaviliga millum oyggjar so væl sum í meira yvirførdum týdningi millum stovnar, millum fólk og so framvegis. Vesterålen er ein región í Norður Noregi sum ikki sørt minnir um Føroyar, bæði í náttúru og fólkatali.
»Brúgvabygging snýr seg um at heildin gerst meir enn summurin av pørtunum,« segði Bugge og peikaði á nøkur viðurskifti í norskum distriktum. »Sterk traditión fyri samspæli og samstarvi millum amatørar og professionell; (...) menning av skipanum fyri kombinatiónsstørv; samstarv við región og land um skúlakonsertir; søla av tænastum til musikklívið (...).«
Júst hetta við kombinatiónsstørvum var nakað sum skuldi vísa seg at fanga áhugan hjá mongum av áhoyrarunum. Í stuttum snýr tað seg um at seta, sum liður í norskum bygdamenningar politikki, fólk í størv sum bæði musikkskúlalærarar og útinnandi tónleikarar, til dømis hálva tíð í hvørjum av hesum størvum.
»Hesi størv kunnu vera skipað á ymiskan hátt,« segði Bugge. »Tað kann til dømis vera ein sum er 100 prosent í starvi hjá mentanarskúla, og tá kann arbeiðssetningurin vera 100 prosent undirvísing ella umsiting/undirvísing; talan kann eisini vera um starv sum økistónleikari ið merkir hálva tíð undirvísing og hálva tíð útinnandi tónleikur; eisini kann ein partur av arbeiðstíðini seljast via mentanarskúla til frálæru í frítíðar musikklívin-um. Síðani kann talan vera um starvsbýti; hetta kann vera millum mentanarskúlan og musikklinjuna í miðnámsskúla; millum mentanarskúla og fólkaskúla; ella millum mentan-arskúla og arbeiði sum organistur. Síðani finnast eisini nógvir dugnaligir amatør tónleikarar sum undirvísa nakrar fáar tímar um vikuna.«
»Millum fyritreytirnar fyri menning av einum musikk- og mentanarlívi í distriktunum kunnu nevnast: høgur yrkisligur før-leiki; menningar entreprenørar; kombinatiónir og samspæl; mentanarpolitisk heildarhugsan.«
Meðan Erik M. Bugge kanska setti tónan fyri ráðstevnuna, so vóru hinir fyrilestrarnir ikki minni relevantir og áhugaverdir sambært sang- og musikklærarar ið høvdu leitað sær í Norðurlandahúsið. Tiltak-ið skuldi vísa at fyri-reik-ararnir, Føroya Musikklærarafelag og Føroya Sanglærarafelag, høvdu nógv upp á hjarta og vildu veruliga fáa í lag eitt orðaskifti.
Íslendingar satsa
Formaðurin í Føroya Musikklærarafelag, Sunleif Rasmussen, var ikki í iva tá vit aftan á tiltakið spurdu hann hvat hann helt. »Ráðstevnan eydnaðist serstakliga væl,« segði hann. »Vit fingu lýst tað vit ætlaðu: viðurskifti fyri musikkskúla í økjum sum líkjast okkara? Ikki minst hetta við kombinatiónsstørvum gevur nakað at hugsa um, hetta er nakað ítøkiligt sum vit avgjørt høvdu kunnað fingið fyrimunir av at gjørt nakað við her í Føroyum. Hugsa tær eisini at musikklívið kann ríkast rættiliga nógv, um undirvísarar kunnu arbeiða sum útinnandi tónleikarar ein part av tíðini.«
»Tað er eingin ivi um, sum eisini kom týðiliga fram í innlegginum frá Tor-mod Bjørnstad, at sam-starvið millum Musikkskúlan og aðrar skúlar kann betrast og mennast. Heldur enn at síggja upp á teir ymisku skúlarnar sum nakrar isoleraðar kassar ið einki skulu hava við hvønn annan at gera, so haldi eg tíðin nú komin til at vit hugsa eitt sindur meira um heildina, um samstarv og samskipan millum stovnar-nar? Eg haldi Musikk-skúlin eigur at standa meira sjónligur í miðdeplinum hvat undirvísing í tónleiki viðvíkur, og eigur at sam-starva meira miðvíst við Fólkaskúlan, miðnámsskúl-arnar og Læraraskúlan.«
»Sanglærarafelagið, sum jú er partur av Føroya Lærarafelag, var við í fyrireikingini av hesari ráðstevnu, og tað var ikki uttan orsøk. Teirra fyrilestrarhaldari úr Noreg hevði nakrar sera áhugaverdar visiónir um framtíðarinnar skúla og frítíðar virksemi? Her er samstarv lykilin, samstarv millum lærarar, musikkskúlar, ítróttarfeløg, foreldur? At virka í leiklutinum sum taxaforeldur er kanska vorðið ov nógv av tí góða fyri mong. Men alt hetta er sjálvandi ikki óproblemat-iskt, tað má koma frá meira enn einum parti? Her eru faklig mørk og ymiskar fyritreytir og nógv praktisk viðurskifti; musikklærarar hava jú ikki somu peda-gogisku fyritreytir sum vanligir fólkaskúlalærarar. Men samstarvið millum skúlaleiðarar og musikklærarar má eisini skipast betur.«
»Tað kom eisini væl fram at íslendingar eru nógv fremri enn vit tá tað snýr seg um tónleikin í skúlan-um. Høvdu vit tikið hetta í sama álvara sum teir og veruliga satsa uppá at gjørt tónleikin til ein vinnuveg, so hevði tað kravt at vit høvdu 100 musikklærarar ístaðin fyri sum nú er 32. Tað er jú so at jú smærri vit eru, jú betri mugu vit vera fyri at kunna at gera okkum galdandi? Hetta hava íslendingar innsæð; teir leggja nú ein gróðrarbotn so teirra ?undirskógur? verður betraður, soleiðis at lunnar kunnu leggjast undir eina tónleikavinnu.«
»Bara at hava talent hjálpir ikki nógv; tað skal hart arbeiði til, um nakað veruligt skal spyrjast burturúr. Samanum tikið hevur gingið framá við okkara Musikkskúla síðani byrjan fyri 20 árum síðani; men skal hugsingur vera um at gera vinnuveg burtur úr tónleikinum, so mugu vit satsa nógv meira upp á frálæruna.«