Farsóttin broytti ikki veruleikan

- Smidleikin í okkara longu virðisketu ger okkum før fyri skjótt at tillaga okkum skiftandi marknaðarumstøður, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost-samtakinum.

 

 

Hyggja vit eftir samlaðu tøkuni av laksi hjá Bakkafrost-samtakinum í fyrra hálvári í ár, var tøkan tilsamans 38.813 tons í kruvdari vekt í mun til 26.316 tons í fyrra hálvári í fjør. Av nøgdini í fyrra hálvári í ár vórðu 23.608 tons tikin í Føroyum í mun til 26.316 tons fyrra hálvár í fjør - og 15.205 tons vórðu tikin í Skotlandi.

Bakkafrost vísir á, at tilsamans 5,7 miljónir smolt vórðu sett út í øðrum ársfjórðingi í ár, 2,9 miljónir í Føroyum og 2,8 miljónir í Skotlandi. Samanlagt í fyrra hálvári í ár hevur samtakið sett út 9,1 miljónir smolt, 5,2 miljónir í Føroyum og 3,9 miljónir í Skotlandi.

- Fyrra hálvár í 2020 hevur verið nógv ávirkað av farsóttini, sum hevur reikað kring heimin, og fíggjarliga avkastið er nógv ávirkað av umstøðunum á markaðinum. Umframt hetta hava hægri flutningskostnaðir og broytt gjaldoyraviðurskifti eisini ávirkað fíggjarliga skeiva vegin, sigur Regin Jacobsen.

Men, hóast umstøðurnar hava verið truplari, so fegnast stjórin kortini um, at felagið hevur havt positiv úrslit fyri allar geirar, bæði í liðugvøruframleiðsluni, á Havsbrún, sum eisini er partur av samtakinum og í alingini á sjónum í Føroyum og Skotlandi. - Vit fegnast eisini um, at okkara starvsfólk ikki hava verið rakt av farsóttini og framhaldandi at kunnu veita eina sunna og heilsugóða vøru til viðskiftapartarnar.

Regin Jacobsen er serstakliga væl nøgdur við góða úrslitið í liðugvøruframleiðslugeiranum, sum í farna ársfjórðingi hevur havt størri framleiðslumongd enn nakrantíð áður. 

Hann vísir á, at eftirspurningurin eftir liðugt pakkaðum vørum frá handilsketum hevur verið sera stórur, nú matstovur og hotell hava verið stongd undir farsóttini. - Vit hava av sonnum havt ágóða av smidleikanum í okkara longu virðisketu, sum ger okkum før fyri skjótt at tillaga okkum eftir skiftandi marknaðarumstøðum, sigur stjórin.

Á Bakkafrosti vita tey eisini at siga, at tey nú hava sæð fyrstu tekinini um, at tær broytingar, sum gjørdar eru í alivirkseminum í Skotlandi, eru farnar at geva úrslit, og í Føroyum síggjast eisini úrslit av mongu og stóru íløgunum. - Smoltstøðin á Strond er liðug og framleiðir nú ein stóran part av smoltinum, okkum tørvar. Alsamt veksandi miðalstøddin á smoltinum fer at gagna aligeiranum hjá okkum munandi framyvir.

Í  Skotlandi hevur Bakkafrost eisini tikið týdningarmikil stig fyri at veksa um støddina á smoltinum við at seta í verk munandi útbygging av smoltdeildini.

Á Bakkafrosti ásannar stjórin, at korona-farsóttin hevur avbóðingar við sær á altjóða laksamarknaðinum. - Ilt er at meta, hvussu leingi, og í hvussu stóran mun hetta fer at ávirka marknaðin. Vit meta tó, at útlitini eru góð, tí farsóttin hevur ikki broytt veruleikan, at heiminum framyvir tørvar veksandi mongd av heilsugóðum og burðardyggum mati, sum laksur jú er, sigur Regin Jacobsen. 

##med2##