Stórir møguleikar í Grønlandi

Tað eru stórir møguleikar í Grønlandi, og serliga er tað stóra olju- og gassríkidømið og nøgdirnar av sjáldsomum mineralum, sum grønlendskir myndugleikar ,umframt bæði grønlendsk og útlendsk vinna vísa áhuga.

Ítøkiligar ætlanir um risa verkætlanir.

Tað skrivar Vinnuhúsið.

Av tí, at Arktis bráðnar og verður alt meira ísfrítt, verða fleiri nýggj øki atkomilig fyri ráevnisvinnu í Grønlandi. Samstundis økist eftirspurningurin í heiminum eftir hesum evnum. Tískil eru fleiri feløg farin undir at gera fyrireikingar í Grønlandi. Hetta eru risa verkætlanir, har brúk er fyri nógvum serkunnleika.

Serliga eru tað fyritøkurnar London Mining, sum er fíggjað av kinverskum íleggjarum, amerikanska Alcoa og avstralska Greenland Minerals & Energy Ltd., sum eru virknar í Grønlandi í løtuni.

Hesar verkætlanir eru ikki eindømi. Grønlendska sjálvstýrið hevur givið fleiri enn 100 leitingarloyvi. Hesi loyvi eru eftir ymiskum ráevnum, alt frá gull og gimsteinum, til uran og olju.

Tað kann vera trupult at skilja, hvussu stórar hesar verkætlanir eru, tí tær eru av einari stødd, sum føroyingar als ikki eru vanir við. Tær tríggjar omanfyri nevndu verkætlanirnar hava tilsamans ein verkætlanarkostnað á umleið 50 milliardir krónur.

Oljufelagið Cairn Energy hevur leitað eftir olju í Grønlandi. Staðfest var, at olja er, men eisini, at nøgdirnar ikki vóru mettar at vera vinnuliga burðardyggar. Felagið nýtti yvir 3 milliardir krónur í oljuleitingar tilgongdini. Seinastu tíðina er virksemið innan oljuvinnu í Grønlandi tó linkað nakað.

Feløg so sum Exxon Mobil, Chevron, Statoil og Maersk Oil eru tó framvegis áhugað, og kanningar verða eisini gjørdar í ár. Tó eru útlitini ikki líka góð fyri oljuvinnuna í Arktis nú, sum tey vóru fyri bert fáum árum síðani. Tað er serliga økta kappingin frá “shale” gass úr USA, saman við varsemi eftir Deepwater Horizon lekan, ið ger seg galdandi.

Føroysk feløg innan veitingar og vaktarskip, loftvegis flutning og útvegan av arbeiðsmegi eru longu í gongd við at staðfesta seg sum veitarar hjá norskum olju- og gassleitingum í Arktis. Hetta vil eisini verða viðkomandi fyri olju og gass leitingarvirksemið í Grønlandi.

Námsverkætlanirnar í Grønlandi krevja útbygging av infrakervinum við nýggjum vegum, havnum og flogvøllum. M.a. MT Højgaard í Grønlandi væntar sær nógv av hesum ætlanum, og eingin ivi er um, at føroysk feløg eiga at gera vart við seg, bæði byggifeløg og verkfrøðingafeløg. Tað er tó av týdningi at gera sær greitt, at her er talan um veitingar til útbyggingar av infrakervinum og ikki námi sjálvt.

Tá stóru verkætlanirnar fara í gongd, verður pláss fyri fleiri fyritøkum á grønlendska marknaðinum innan alt slag av tænastum. Her verður hugsað um tænastuveitingar til fiskivinnuna, umframt atferðavinnan eisini kann finna vinnumøguleikar har. Air Greenland og Norlandair vænta sær nógv virksemi frá hesum verkætlanum, serliga við at flyta námsarbeiðarar, matvørur og annað, ið ikki er egnað til sjóflutning.

Harumframt er tørvur á tænastum innan førleikamenning, búskap og løgfrøði.