hann dent á, at tað ringasta vit kunnu gera, er einki at gera: - Vit noyðast at eggja hvønn annan, so vit í felag mennast. Um vit einki gera, verður ónøgd og ruðuleiki. Tí er okkara skylda at leggja ætlanir [...] fram á borðið, tí vit hava sæð, at vit noyðast at leggja eina nýggja kós fyri tey næstu 10 árini, segði løgmaður og legði afturat, at hóast 9 ár eru til 2015, ber ikki til at leggja árar inn og bíða: - Vit [...] tey bestu londini í 2015. At enda segði løgmaður, at á visjónstorginum í dag vóru øll vælkomin at koma við rósi, rísi og áheitanum til strategibólkarnar, so øll í felag kunnu rógva saman og gera Visjón
stórur munur á at vera eldri og so at vera sjúkur eldri. Vit mugu tí forða fyri, at sjúk menniskju gerast varandi sjúk, og at varandi sjúk gerast handikappaði. Og vit skulu fyribyrgja, at sjúk og handikappaði [...] Tað ger, at tú fert at hugsa um hvørt fet. Tað sjálvvirkandi gongulagið er ikki har longur. Hesi eins og fleiri onnur dømi eru nokk til, at tilveran sum eldri verður strævin. So strævin, at møði gerst [...] ímillum, væl vitandi at talan í síðsta enda er um eitt persónligt val. Tí mugu yrkisbólkar, sum til dømis vit fysioterapeutar, vera við til at fáa fólk at skilja fyrimunirnar við at velja eitt aktivt lív
betri, at røkja uppgávurnar, tí eiga vit framhaldandi at arbeiða við at leggja tað út, sum partvíst er lagt út til kommunurnar, og tá ið tað er gjørt, eiga vit framhaldandi at leggja onnur øki út at umsita [...] Hans Pauli Strøm sigur í útvarpinum, at samgongan er samd um, at eldraøkið ikki skal leggjast út til kommunurnar, er tað ikki rætt. Sjálvt um javnaðarflokkurin er ímóti at leggja út til kommunurnar, er hetta [...] samgongan, sum er ímóti. Tað hevur ikki verið og er ikki yvi hjá fólkaflokkinum, um at kommunurnar eru minst líka væl førar fyri at umsita øki, sum eitt nú eldraøkið, skúlaøkið og barnaverndarøkið, vit síggja
Føroya fyri at forvitnast og vita, um múrurin nú endiliga er liðugur, sigur Johan Addams, sum hevur verið á vitjan í Føroyum við stuttleikabáti sínum heili fimm ferðir: - Vit dáma sera væl at sigla, men
Vági, har tað gekk sum eftir ánni at senda bátarnar av túsund metra málinum. Stóri spurningurin var, hvussu tað fór at eydnast hjá Eysturoyingi at koma afturíaftur, eftir at teir høvdu verið so óhepnir í [...] ber til at ímynda sær at tað skal bera til at vera. Eysturoyingur kom afturíaftur. Hann fleyg avstað, tá ið startskotið hevði gelt, Klaksvíkingur rann væl aftaná, eina løtu tóktist tað sum um, at klaksvíkingar [...] sær tað út til, at vestmenningar eisini í heimasjógvi skulu savna seg um hesa kappingina. Í heimasjógvi fara teir at liggja borð um borð við Eysturoying, og so fæst at síggja, um tað fer at lyfta vestmenningar
halda vit, at at Kommunusamskipanin er meiri opin fyri teimum avbjóðingum sum liggja í at styrkja kommunala sjálvræðið enn Kommunufelagið hevur verið. Hann sipar til, at hann heldur ikki, at kommunufelagið [...] avgjørt ikki ein vansi at vera saman við teimum stóru kommununum. Tvørturímói halda vit, at tað kann vera ein fyrimunur at sita til borðs saman við teimum stóru og hava ávirkan har. Átti at verið meiri álopskent [...] heldur, at ábyrgdarbýtið ímillum landið og kommunurnar eigur at vera og, hvat Kommunufelagið stendur fyri á hesum øki. Hann saknar sostatt, at Kommunufelagið ger greitt, hvørji øki tað vil, at kommunurnar
fríggjadagin heldur Dimmalætting, at tað er eitt sindur órættvíst av av Ráðnum fyri Ferðslutrygd at tað brúkar hvørt einasta ferðsluóhapp til at koma við uppskotum um at bøta um ferðslutrygdina. [...] Ráðið fyri Ferðslutrygd brúkar - og fer eisini framyvir at brúka- hvørt høvi, sum vit fáa, til at vísa á hvar ábøtur kunnu verða gjørdar fyri at bøta um ferðslutrygdina Tað sigur Rúna Sivertsen, formaður
dýpi, sigur Ingi Sørensen. Hann sigur, at hann bleiv forvitin og helt, at hann skuldi fara at vita, hvat tað var fyri nakað. Tá ið hann kom yvir til tað, sá hann, at tað var ein fiskur. Men tað var ikki [...] óvanligur um okkara leiðir og tí kann tað vera áhugavert at fáa staðfest, hvat hetta er fyri ein fiskur. Og at talan er um ein løgnan fisk, er onki at ivast í. Hann er 1,15 metur langur. Hann er flatur, men [...] stutt frágreiðing um silvurkalvan og eftir myndini at døma er lítið at ivast í, lesarin hevur rætt. Fiskirannsóknarstovan sigur, at silvurkalvi sæst frá Noregi, Íslandi og Suðurgrønlandi til Suðurafrika
undan, at teir nú eru favorittar at vinna FM: - Tað sær gott út. Men vit ætla ikki at hvíla á sigrunum í undanfarnu kappingunum. Nú hava vit fokus á Vestanstevnuni. Har ætla vit okkum eisini at gera alt [...] - Vit leggja nógv fyri í strembanini beinanvegin at taka okkum framum hinar. Tað er lættari, tá ið tú hevur kappingarneytarnar aftanfyri. So ræður um at halda og økja, og í endaspurtinum geva vit alt, sum [...] við Kolli, Sílinum og Jallinum besta startin. Ritan legði seg skjótt framum hinar. Jallurin royndi at bjóða av í endaspurtinum, og munurin millum teir báðar fremstu var ikki meiri enn lítil hálv bátslongd