Kommunalt samstarv
- Vit smekka ikki við hurðini.
Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri á Sandi, sigur, at tað er ikki í øðini, at Sands Kommununa nú sigur limaskapin í Føroya kommunufelag upp og meldar seg upp í Kommunusamskipan Føroya, har tað annars bara eru býarkommunurnar í Føroyum, sum eru limir.
- Hetta er heldur ikki ein avgerð, sum er tikin í óðum verkum og vit hava havt eitt gott samstarv í Kommunufelagnum í mong ár, leggur hann afturat.
Men hann vísur á, at nú kunnu eisini stórmál standa fyri framman fyri Sandoynna.
Hann hugsar her um undirsjóvartunnilin og spurningin um alternativan flogvøll í Søltuvík.
- Í hesum sambandi er tað avgjørt ikki ein vansi at vera saman við teimum stóru kommununum. Tvørturímói halda vit, at tað kann vera ein fyrimunur at sita til borðs saman við teimum stóru og hava ávirkan har.
Átti at verið meiri álopskent
Men Páll á Reynatúgvu dylir kortini hendur ikki fyri, at teir eru ikki heilt nøgdur við tað linju, sum Kommunufelagið hevur lagt.
- Vit vildu ynskt, at Kommunufelagið var eitt sindur meiri framrættað í sínum arbeiði, sigur hann.
Hinvegin halda vit, at at Kommunusamskipanin er meiri opin fyri teimum avbjóðingum sum liggja í at styrkja kommunala sjálvræðið enn Kommunufelagið hevur verið.
Hann sipar til, at hann heldur ikki, at kommunufelagið í nóg stóran mun ger greitt, politiskt, hvussu tað heldur, at ábyrgdarbýtið ímillum landið og kommunurnar eigur at vera og, hvat Kommunufelagið stendur fyri á hesum øki.
Hann saknar sostatt, at Kommunufelagið ger greitt, hvørji øki tað vil, at kommunurnar skulu yvirtaka og ikki.
- Her haldi eg, at Kommunufelagið skuldi verið meiri álopskent og í størri mun sett dagsskránna og gjørt greitt, hvat felagið vil á økinum ístaðin fyri í ov stóran mun bara at fyrihalda seg til tað, sum kemur úr erva.
Men tað útspælið saknar borgarstjórin á Sandi í nóg stóran mum frá Kommunufelagnum
- Í hesum sambandi haldi, at her er boðskapurin hjá Kommunusamskipanini greiðari, leggur hann afturat.
Eitt nú heldur hann, at spurningurin um kommunala útjavning er eitt sjálvsagt mál hjá Kommunufelagnum at arbeitt við, serliga tí at Kommunufelagið varðar í høvuðsheitum av teimum kommunum, sum eru fíggjarliga veikari.
Men tað hevur gingið strilti, leggur hann afturat.










