Til Føroya at vitja múrin í Kirkjubø

The Addams Family úr Írlandi kom til Føroya á vitjan í gjár. Tey komu til Føroya fyri at vitja múrin í Kirkjubø og fyri at fáa olju á bátin.

- Seinast vit vóru her var fyri trimum árum síðani. Tá vitjaðu vit múrin í Kirkjubø, ið bergtók okkum almikið. Og nú eru vit komin aftur til Føroya fyri at forvitnast og vita, um múrurin nú endiliga er liðugur, sigur Johan Addams, sum hevur verið á vitjan í Føroyum við stuttleikabáti sínum heili fimm ferðir:
 
- Vit dáma sera væl at sigla, men hetta verður tíverri seinastu ferð, vit gomlu fara ein so langan túr. Nú má verða nóg mikið við slíkum ferðum, sigur Johan Addams skemtandi við konuna.
 
The Addams Family verða í Føroyum í tveir dagar og fara síðan til Grønlands.