Vit brúka allar møguleikar at vísa á vandar

Ráðið fyri ferðslutrygd ætlar at brúka eitthvørt høvi til at vísa á, hvar ábøtur kunnu gerast fyri at bøta um ferðslutrygdina, sigur Rúna Sivertsen

Ferðslutrygd
 

- Ráðið fyri Ferðslutrygd brúkar - og fer eisini framyvir at brúka-  hvørt høvi, sum vit fáa, til at vísa á hvar ábøtur kunnu verða gjørdar fyri at bøta um ferðslutrygdina
Tað sigur Rúna Sivertsen, formaður í Ráðnum fyri ferðslutrygd
Í oddagrein fríggjadagin heldur Dimmalætting, at tað er eitt sindur órættvíst av av Ráðnum fyri Ferðslutrygd at tað brúkar hvørt einasta ferðsluóhapp til at koma við uppskotum um at bøta um ferðslutrygdina.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$- Tað er púra rætt, tí tað gera vit. Hetta er nettupp uppgávan hjá RFF, sigur Rúna Sivertsen.
Hon sigur, at uppgávan hjá Ferðslutrygd er fyrst og fremst at ráðgeva, upplýsa og ávara um ferðslutrygd og ferðsluvandar.
Hinvegin sigur hon eisini, at Ráðið fyri ferðslutrygd kann ikki leggja ítøkiligar loysnir á borðið upp á, ferðsluvandar verða beindir av vegnum.  
- Tað er ein politisk uppgáva! Men fyri tað skal Ráðið fyri ferðslutrygd sjálvandi vísa á ymisk vandamál, men so stendur tað til politiska myndugleikan og teirra ráðgevarar at finna útav, hvussu tað verður loyst.
Seinasta útspælið frá Ferðslutrygd er at mæla til, at bilaverjur verða settar upp báðu megin í teimum føroysku tunlunum.
- Bilaverjur eru ein partur av tí, sum er niðurfelt í álitinum um nullhugsjónina, sigur formaðurin í RFF.
 
Eisini upplýsandi
Rúna Sivertsen vísir eisini á, hetta við bilaverjum er ikki nakað nýtt.
-Altjóða royndir vísa, hvussu stóran týdning bilaverjur hava, tá ið bilar fara útav vegbreytini, eisini tá ið tað er í einum tunli, sigur  hon.
Annars heldur hon, at Dimman hevur rætt í, at tað er orsøk til at óttast vanlukkur í samband við motorsúkklukoyring.
Motorsúkklurnar floyma inn yvir landið, men RFF arbeiðir eisini við upplýsandi tiltøkum fyri tey, ið koyra á motorsúkklu.
- Og tað er altso ikki bara í sambandi við óhapp, at vit gera vart við okkum. Leygarkvøldið hevði Rúna Sivertsen orðið motorsúkklustevnu í Kelduni í Skálabotni.
 
 
 
 
.