Hava ikki ráð at lata vera

Spurningurin er ikki, um vit hava ráð at bøta um ferðslutrygdina, men um vit hava ráð at lata vera


<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ <B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Minningarhald
 

<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$ - Sunnudagin var minningardagur teirra deyðu í ferðsluni. Hetta var dagurin, tá vøkur blómutyssi prýða vegjaðararnar kring landið.
Men minnini, sum blómurnar vekja, eru ikki vøkur, ásannar Rúna Sivertsen, formaður í Ráðnum fyri Ferðslutrygd
- Blómurnar minna okkum á øll tey, ið gjøgnum árini hava latið lív í ferðsluni. Hjá nógvum var hetta ringasti dagur í árinum, tí hann skræðir upp tey sár, sum ongantíð vilja lekjast.
Hon sigur, at Ferðsluvanlukkur raka ikki bara tann einstaka. Eisini tey avvarðandi fáa varandi sár.
- At missa ein av okkara kæru ella ein góðan vin, brádliga og harðliga, er tað ringasta, ið vit kunnu uppliva.
- Eisini tey avvarðandi at einum, sum fær álvarsaman ella varandi skaða, verða hart rakt.
Rùna Sivertsen sigur, at tað er neyðugt at gera alt, sum gerast kann fyri at fyribyrgja ferðsluvanlukkum.
- Nærum hvørja ferð tosað verður um, hvørji tiltøk skulu gerast fyri at bøta um ferðslutrygdina, verður sagt, at spurningurin er, hvat vit hava ráð til.
- Men spurningurin er ikki, hvat vit hava ráð til, men um vit hava ráð at lata vera.
 
Setir sjóneykuna á menniskja aftanfyri hagtølini
Hon sigur, at ein minningardagur, sum hesin, kann verða við til at venda sjóneykuni frá turrisligum hagtølum, til at varpa ljós á bæði lagnur og tann einstaka aftanfyri tølini.
- Vónin er, at hesin dagurin kann gera okkum meira tilvitandi og elva til eina atferð, sum ger, at vit kunnu verða tryggari í ferðsluni.
Hennara staðiliga áheitan er: Fylg ferðslureglunum,
- Vit kunnu øll gera okkara til at minka um vandarnar fyri ferðsluvanlukkum. Tað eru ikki altíð tey stóru tøkini, ið skulu til, fyri at gera munin millum deyða og lív:  Bind teg í trygdarbelti, nýt endurskin, hjálm og ryggverju, Tað eru nakrar av teimum reglum og ráðum, sum kunnu bjarga lívinum í einari ferðsluvanlukku.
- Við hesum fáu orðum vil eg sýna djúpastu virðing fyri teimum, ið hava látið lív í ferðsluni og samkenslu við teimum, sum hava mist ein kæran, sigur Rúna Sivertsen, formaður í Ráðnum fyri ferðslutrygd