Tað gongur strúkandi hjá dreingjunum umborð á Rituni norðuri í Sundi. Í Vestmanna vunnu teir fyri fjórðu ferð á rað. Á Norðoyastevnu endaðu teir á triðja plássi. Síðani hava teir vunnið hvørja ferð, og undan tveimum teimum seinastu kappingunum eru teir seks stig frammanfyri Jallin, sum er einasti møguligi kappingarneytin til FM heitið.
Ritan fekk saman við Kolli, Sílinum og Jallinum besta startin. Ritan legði seg skjótt framum hinar. Jallurin royndi at bjóða av í endaspurtinum, og munurin millum teir báðar fremstu var ikki meiri enn lítil hálv bátslongd, og tað var ikki leyst aftur til Sílið og Koll á triðja og fjórða plássi. Men á málinum var tað kortini eingin ivi um, at Ritan hevði hildið tørn um fremsta plássið, sum teir tíðliga í róðrinum høvdu vunnið sær.
Strípan av Strondum, sum í Vági gjørdi orduligan vørr, og harvið lá mitt í feltinum í Vestmanna, gjørdi ongar skreytir hesa ferð. Hon endaði á fimta plássi og var meiri enn tvær bátslongdir aftanfyri Rituna.
Starturin hevur sambært rógvararnar á Rituni alt avgerandi týdning:
- Vit leggja nógv fyri í strembanini beinanvegin at taka okkum framum hinar. Tað er lættari, tá ið tú hevur kappingarneytarnar aftanfyri. So ræður um at halda og økja, og í endaspurtinum geva vit alt, sum vit eiga, er einfalda uppskriftin. Men hon hevur higartil verið effektiv.
Ritudreingirnir vilja ikki renna undan, at teir nú eru favorittar at vinna FM:
- Tað sær gott út. Men vit ætla ikki at hvíla á sigrunum í undanfarnu kappingunum. Nú hava vit fokus á Vestanstevnuni. Har ætla vit okkum eisini at gera alt, sum tað ber til, fyri at fáa fulla úrtøku.