Heðin Zachariasen løgtingsmaður
Tá Hans Pauli Strøm sigur í útvarpinum, at samgongan er samd um, at eldraøkið ikki skal leggjast út til kommunurnar, er tað ikki rætt. Sjálvt um javnaðarflokkurin er ímóti at leggja út til kommunurnar, er hetta ikki samgongan, sum er ímóti. Tað hevur ikki verið og er ikki yvi hjá fólkaflokkinum, um at kommunurnar eru minst líka væl førar fyri at umsita øki, sum eitt nú eldraøkið, skúlaøkið og barnaverndarøkið, vit síggja hvussu væl tað er eyðnast við barnaansingarøkinum og vit kundu nevnt onnur øki við.
Tá talan er um eldraøkið, kunnu vit bert ásanna, at høvdu kommunurnar ikki tikið um endan, verið íbirtarin og arbeitt miðvíst við at fáa bygt pláss til tey eldru, og tey, sum hava tørv fyri røkt, hevði staðið nógv verri til á eldraøkinum, hetta er ikki bara nakað sum verður slongt út, men ein veruleiki, ið kann prógvast.
Kommunurnar, sum løgdu saman til nú Sunda kommunu, byrjaðu fyri skjótt mongum árum síðani, at arbeiða við at byggja røktarheim, og er tað nú langt um leingi komið. Hetta er eitt sera stórt framstig og ein sera stórur tryggleiki hjá teimum, ið skulu gera brúk av hesum møguleika og ein sera stórur tryggleiki hjá teimum avvarandi.
Mín meining er, at um hetta stig ikki bleiv tikið av kommununi, so vóru vit ikki í tí støðu, sum vit eru í, nevniliga at hava fingið røktarheimið á Mørkini í Streymnesi, takka verið øllum teimum, sum vóru við í hesum megnartakið.
Sunda kommuna hevur brúkt 21,5 mió til bygging í samband við eldraøkið. Skulu vit samanbera tað við Tórshavnar kommunu, skuldi Tórshavnar kommuna brúkt 280 mió. og Klaksvíkar kommuna brúkt 62 mió. Eisini kann upplýsast, at Sunda kommuna hevur brúkt 26 mió. til íløgur á barnaansingarøkinum, so argumentið, at tað bert eru tær stóru kommunurnar, ið megna uppgávuna, er ikki altíð hon sum kann brúkast. Sjálvsagt skal tað vera hóskandi eindir, tá talan er um at umsita tað, sum eigur at leggjast út til kommunurnar, men hetta hevði ikki verið gjørt á barnaansingarøkinum, um økið ikki var lagt út til kommununa. Íløgan til røktarheimið hevði ikki verið gjørd, um kommunan ikki var íbyrtarin/ stigtakarin.Hetta er gjøgnumgangandi á øllum økinum viðv. land og kommunur.
Út frá hesum, og út frá øðrum, sum er hent millum land og kommunur, er vegurin til framburð úti í økinum og hjá tí einstaka borgaranum, framhaldandi at fáa lagt øki út til kommunurnar, út til nærumhvørvið, har tann lokali mynduleikin umsitir tey einstøku økini.
Tá talan er um visión 2015, má arbeiðast fyri at fáa skipað kommunurnar í hóskandi eindir, og geva kommununum eitt nógv størri innihald, enn tær hava í dag. Avgerðin og ábyrgdin eigur at liggja úti í økinum, úti hjá kommununum.
Fólkaflokkurin arbeiðir fyri at leggja út til kommunurnar, og á tann hátt menna og styrkja økini runt um í landinum. Kommunurnar hava víst og vísa ábyrgd, og megna líka væl, um ikki betri, at røkja uppgávurnar, tí eiga vit framhaldandi at arbeiða við at leggja tað út, sum partvíst er lagt út til kommunurnar, og tá ið tað er gjørt, eiga vit framhaldandi at leggja onnur øki út at umsita og reka.










