orðaskiftinum um 1. útbjóðing til oljuleiting. Hann rósti landsstýrismanninum fyri, at málið nú var komið so langt. -Vit í sambandsflokkinum fegnast um og trúgva uppá, at oljuvinnan, um rætt verður framborið [...] vera verandi her og fáa olju upp úr føroysku undirgrundini, samtíðis sum vit fáa maksimalan vinning til tað føroyska samfelagið. Her ræður um at vera kaldur nokk og ikki leypa framav. Tí nú byrjar skjótitíðin [...] mistøk, tí tey kunnu vera fíggjarliga, umhvørvisliga og vinnuliva katastrofal. Hann helt tí orðingina um at miðjast skal móti eini útbjóðing vera skeiva. Tað eigur at standa, at vit skulu trygja okkum eina
hansara ber boð um, at kring um í landinum, niðri á lágu gøtunum, har floksfelagar hittast at samrøða, har livir javnaðarhugsjónin framvegis. Men vit kunna uttan himpr vera samd við Hanusi um, at á ovastu [...] Tann føroyski Auken. Liðugur at lesa nevndu grein, hevði eg bestan hug at leypa upp úr sofuni, langa nevan í borðið og rópa: ENDILIGA!! - Men í støðuni, eg var í, kundi eg einki av hesum. Greinin endurkveikti [...] høvdu allir tað til felags, at teir nýttu orku at lyfta upp flokkin og brúktu tíð at stimbra javnaðarhugsjónina. Ótroyttiliga nýttu teir høvi at kunna um tað ótrúliga virði, ið hetta hevði fyri eitt gott samfelag
Yvirfyri kommununi hava vit sett okkara ynski fram um, at økið ikki fer til onnur endamál, tí hvør veit, um vit ikki einaferð seinni fara at byggja upp í húsini. Nevndin sigur, at nú hølini kunnu nýtast [...] karmur um felagsvirksemið, og vit vóna, nú umstøðurnar eru komnar upp á pláss, at uppaftur fleiri bátaeigarar og bátaáhugað koma við í felagið, siga teir. Bøttar umstøður Teir fegnast eisini um, at umstøðurnar [...] enn. Ytri parturin er liðugur, og tað er snotuligi felagssalurin, sum er opin upp í tróðurið, eisini. Góður køkur er settur upp. Gongin er eisini liðug og almenna wc, sum er atkomiligt úr túninum. Í hølunum
teir báðir fyrru, men hvør veit um ikki okkurt spyrst burturúr kortini. Um vikuskiftið fingu John Petersen og Allan Mørkøre, sum báðir hava sáttmála við Nordplayer, boð um, at norska felagið Skeid vildi [...] ella fleiri føroyskir fótbóltsspælarar eru uttanlands og royndarvenja. Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni eru í Onglandi og um dagarnar eru John Petersen og Allan Mørkøre farnir til Noregs at royndarvenja [...] hyggja nærri eftir teimum. Skeid er júst flutt upp í norsku Tippeliguna. Teir gjørdust nummar tvey í næstbestu norsku deildini og fluttu tí beinleiðis upp í bestu deildina. Leiðararnir í Skeid hava sæð
hvør sær. Er hetta góður siður, ið vit eiga at halda fast um ella skula vit lata sláturvirki uppgávuna upp í hendi í framtíðina? Eingin ivingur um at nógv mentanar- og familju-virði eru í hesum at fletta [...] ongantíð vit vera samd um allíkavæl. Men skilagott er at fáa vitan um hvat ymsu variablarnir hava at týða. So kunna vit tilvitaði gera eitt val í haggreiðing okkara. Og ongantíð betur um slíkt verður kannað [...] fleiri mánaðir um árið. At virða tey sum løgdu lunnar undir okkara matmentan og samstundis framhaldandi vera framsøkin er ein spurningur um afturhald og nýhugsan. Tað er ein spurningur um javnvág og duga
9. Jákup á Borg, 60/2 Hevur spælt betri men eisini verri landsdystir enn tann í gjár. Varð plaseraður sentralt, sum eitt slag av bindilið millum Rógva Jacobsen og miðvøllin, men Jákup á Borg hevði kanska [...] til at meta um hansara avrik. 18. Arnbjørn Hansen, 7/1 Eitt gott korter fekk toppskjúttin í landskappingini í fjør á vøllinum. Lítið sást til hann hesa løtuna, sum ikki er nóg lang at meta um hansara avrik [...] samband við tað fyrsta og serliga tað síðsta málið. Ikki besti dystur hansara, men tað sigur eisini nógv um støði hjá Jákupi Mikkelsen, at hann kann loyva sær at vera ónøgdur eftir tvær slíkar bjarginar í einum
ár løgmanni fyrispurning um eina møguliga kanning av skjølum í Eystureuropa, nú skjalagoymslur í vesturheiminum eru endavendar fyri at finna fram til skjøl, sum snúgva seg um Føroyar. Einki nýtt í tíðindunum [...] tíðindunum hjá TV2 Kanningin í USA verður liðug um einar tríggjar vikur, og løgmaður ætlar at leggja uppskot fyri tingið um at játta pengar til eina kanning eystanfyri eisini. ? Eg havi als einki ímóti, at [...] sjálvt um vit onga herstøð høvdu. Okkara strategiska støða hevði týdning hjá báðum risaveldunum, við ella uttan nakra herstøð, og tí er tað við síðuna av at siga, at vit høvdu verið minni bumbumál, um vit
Søgurnar um, hvat hann kundi finna upp á eru tiltiknar í tónleikaheiminum. Mest tiltikna søgan er frá 1991, tá Manic Street Preachers høvdu konsert í Norwich. Eftir konsertina kom ein ummælari aftur um pallin [...] týskvøldið var tað eitt eyðkent dømi um, hvussu bretar helst vilja føra seg fram. Einki hóvasták, eingin søtsuppa, einki óneyðugt tvætl. Fyrst og fremst tað, sum tað snýr seg um, rocktónleikur, og so ein einføld [...] síðsta mánaði, men teir fóru eisini longur niður í posan og drógu gomul, meira skitin og rebelsk løg upp. Løg frá tí tíðini, tá hann øri Richey James Edwards var høvuðsmaðurin í bólkinum. Hann venda vit aftur
er Christian Lamhauge Holst í Silkeborg, og so veit eg eisini, at B36 úr Havn akkurát hevur vunnið meistaraheitið, sigur Lars Olsen. – Men eg havi givið mær far um, at tit hava somu dygdir sum eitt nú [...] Henrik Larsen, sum eg jú spældi saman við í síni tíð, tí hann segði mær, at eg kundi síggja fram til uppgávuna, sigur Lars Olsen, ið longu tykist bitin av Føroyum og fótbóltsáhuganum her. – Beinanvegin [...] eri venjari. Serliga í fyrstuni verður umráðandi hjá mær at síggja teir ymsu spælararnar og síggja umstøðurnar, sum fótbólturin hevur kring landið. Nógv at geva Sum nevnt aðrastaðni á hesum síðum, hevur
aldrandi. Hvar er Gud í øllum hesum, hoyrdist ein spyrja nú um dagarnar. Dagur var, tá eisini Hann misti, enntá sítt einasta og besta, einkarsonin. Um nakratíð, so hevði Harri og Skapari Himins og jarðar tá [...] henda dagin er eingin sleptur upp á fjall, hvussu stór sorgin og vanlukkan enn hava verið. Við friði og gleði hevur kærleiksfulli hjálparin verið á vitjan, í smáttu og borg, hjá ríkum og fátækum, høgum [...] miskunnarleyst raka, høvdu verið fyri lítið at rokna. Gjølla varð stórsta bjargingarætlan, søgan veit um at siga, løgd til rættis. Uppgávan var greið, øll mannaættin var í vága, einasta bjarging var at Faðirin