Jenis av Rana
?????
Hon rakar óvæntað og meint, á køldum føroyskum vegum og á sólgyltum, pálmaklæddum strondum í Fjareystri- køvandi sorgin. So meinings- og miskunnarleyst verða tey rivin burtur, høg sum lág, rík og fátøk, ung og aldrandi.
Hvar er Gud í øllum hesum, hoyrdist ein spyrja nú um dagarnar.
Dagur var, tá eisini Hann misti, enntá sítt einasta og besta, einkarsonin. Um nakrantíð, so hevði Harri og Skapari Himins og jarðar tá bæði motiv og mátt at steðga oyðanini og deyðanum, men Hann gjørdi tað ikki. Gav hann eftir fyri freistingini, var við eitt øll vón úti fyri okkum menniskjum, og sorgarleikir, sum hesar dagar so miskunnarleyst raka, høvdu verið fyri lítið at rokna.
Gjølla varð størsta bjargingarætlan, søgan veit um at siga, løgd til rættis. Uppgávan var greið, øll mannaættin var í vága, einasta bjarging var at Faðirin sendi einkarsonin til jarðar. Men støðan var enn daprari, tí tey neyðstaddu fóru, og tað vistu Faðirin og sonurin fullvæl, at havna bjargingarroyndini, fóru at forfylgja og at enda gera av við Frelsaran. Men hetta var einasta loysnin.
Tað er fullgjørt, ljóðaði boðskapurin av Golgata, dagin tá bjargingargrundarlagið var fullført. Eingin mannaætlan, eingin ágangur manna, hevði megna at forða stórstu bjarging søgan veit frá at siga.
Síðani henda dagin er eingin sleptur upp á fjall, hvussu stór sorgin og vanlukkan enn hava verið. Við friði og gleði hevur kærleiksfulli hjálparin verið á vitjan, í smáttu og borg, hjá ríkum og fátækum, høgum og lágum.
Her hjá okum, eins og í fjareystri, vitjar Hann við sínum av naglum merktu hondum, troystar og lekir, endurreisur og veitir vón. Aftur og aftur berast søgur um hetta, her heiman og úr fjarskotnum londum.
Hvat kann tsunami vanlukkan læra okkum?
Hon kann knýta okkum tættari at Honum, sum heldur á at veita hjálp sína, tá sjálvt frægastu hjálparfelagsskapir noyðast at gevast. Og hon kann leiða okkum til Hansara, sum í hjálp sínari ynskir at brúka teg og meg og tey evni, teir møguleikar og tað tilfongi, sum Hann hvønn dag lutar við tey, sum standa honum tøk.
Tær krónur, privatar ella almennar, sum okkum unnist at geva, eru allar givnar okkum av Honum. Hvønn dag tráar Hann eftir at stýra viðurskiftum okra, so vit kunnu gerast før fyri at verða partur av tí lívgevandi virksemi, sum Hann ynskir at veita Skapanarverki sínum - her í ríkum norðuratlantsoyggjum ella í fjarastu av tsunami raktu.
Eingin missir við at geva eftir leiðslu og hjartalagi Hansara. Ríkari, og á allan hátt signaður, verður hin einstaki og tann tjóð, sum letur upp hond sína fyri tí treingjandi, og tað kundi verið tú ella eg - sum taldust millum hesi.
Lat okkum í felag leggja lunnar undir enn størri hjálpararbeiði!
Tá tsunami og okkara óskiljandi heimligu sorgarleikir, eru komnir í fjarstøðu, heldur neyðin tó á hjá summum. So var eisini áðrenn seinna jóladag, dagin tá kreftur jarðarinnar bardust. "Vit her í Kongo hava 11. septembur hvønn dag"- ljóðaði herfyri frá hjálparmanni. Hann stríddist eitt fyri hann vónleyst stríð móti valdsgerðum, sum menniskju miskunnarleyst framdu móti sjálvt verjuleysum kvinnum og børnum í av menniskjum gloymdum økjum. Í túsundatali doyðu og doyggja hvønn dag, uttan at vit frætta stórvegis, menniskju skapt í somu mynd sum tú og eg.
Lat takksemi og hjálpsemi fylla okum, okum sum fingu forrættin at verða fødd í landi, sum av røttum kann kallast forgarður paradís. Lat okum í felag, meðan tsunami og heimligu sárini lekjast, leggja lunnar undir eitt enn størri og dagligt hjálpararbeiði, sum fer at náa tey, sum valla megna at rópa neyðarrópið, so tað hoyrist. Gera vit tað, hevur tsunami, hóast sorgarleikur av teim stórstu, megna eisini at borið gott við sær. Megna at veitt hjálp til teirra, sum hava mist vónina- í Sudan, Kongo, Indonesia, Norðurkorea, í flóttafólkalegum heimin runt- listin er langur og longri.
Men hjálp tín og mín, borin víðari frá Honum, sum skapti ein útveg, kann stytta hann!