Nú tað er likið út frá føroysku kanningini av skjalagoymslum í USA, at Danmark gav USA loyvi at verða hernaðarligt virkið í Føroyum, uttan at føroyingar fingu nakað at vita um tað, hava fleiri av føroysku politikarunum hava víst sína misnøgd.
Men tað er ikki í Fólkaflokkinum, at stóra misnøgdin er at finna.
? Mín samkensla liggur heilt greitt hjá NATO og USA, og eg eri glaður fyri, at Føroyar hava verið ein partur av tí felagsskapi, sum gjørdi av við gamla Eystureuropa, sigur Bjarni Djurholm, tingmaður fyri Fólkaflokkin.
Bjarni Djurholm setti fyrr í ár løgmanni fyrispurning um eina møguliga kanning av skjølum í Eystureuropa, nú skjalagoymslur í vesturheiminum eru endavendar fyri at finna fram til skjøl, sum snúgva seg um Føroyar.
Einki nýtt í tíðindunum
hjá TV2
Kanningin í USA verður liðug um einar tríggjar vikur, og løgmaður ætlar at leggja uppskot fyri tingið um at játta pengar til eina kanning eystanfyri eisini.
? Eg havi als einki ímóti, at vit hava lagt landjørð til í verjuni av vesturheiminum, men eg haldi bara, at vit skuldu sjálvir at havt gjørt eina avtalu við NATO, heldur enn at danir gjørdu tað fyri okkum, sigur Bjarni Djurholm.
? Annars er einki nýtt í tíðindunum hjá TV2, tí føroyingar hava altíð vitað, at amerikanarar vóru á støðini í Mjørkadali, og at teir høvdu við radarar at gera. Eg havi sjálvur vitjað í Mjørkadali fleiri ferðir, og tá hava danir sagt, at amerikanararnir passa seg sjálvar.
? Eg eri uppvaksin í Kollafirði, og vit sóu niðan á Sornfelli. Har vistu øll, at ein partur av fólkinum á herstøðini vóru danir og ein partur var amerikanarar.
Bumbumál við ella
uttan herstøð
Í blaðnum í gjár endurtók Kjartan Mørkøre, ein av forkemparunum í føroysku friðarrørðsluni í 80-unum, at Føroyar vórðu bumbumál orsaka av amerikansku støðini í Føroyum.
Hetta var eisini nakað, sum føroyska friðarrørðslan plagdi at føra fram í stríðnum móti herstøðini í Føroyum.
Men Bjarni Djurholm tekur ikki undir við hesum pástandi.
? Vit liggja soleiðis fyri her í Atlantshavinum, at stórur áhugi hevði verið fyri Føroyum í einum møguligum stríði, sjálvt um vit onga herstøð høvdu. Okkara strategiska støða hevði týdning hjá báðum risaveldunum, við ella uttan nakra herstøð, og tí er tað við síðuna av at siga, at vit høvdu verið minni bumbumál, um vit hildu okkum neutral, heldur Bjarni Djurholm.
? Eg eri fegin um, at vit hava verið við í verjuni av vesturheiminum, og at tað vóru okkara vinir í vesturheiminum, sum høvdu støð her í Føroyum. Og so kunnu vit eisini fegnast um, at vit vunnu stríðið móti tí gamla Eystureuropa.
Ideologiskt stríðsmál
Bjarni Djurholm er ikki heitur fyri at tosa um eitt møguligt endurgjaldskrav móti dønum, um endaliga frágreiðingin, sum verður løgd fyri tingið í heyst, prógvar, at danir hava havt fíggjarligan vinning av NATO-støðini í Føroyum.
? Fyri meg snýr hetta seg meira um ideologi enn pengar. Vit hava verið partur av eini samfelagsskipan, sum hevur havt fyri neyðini at verja seg. Og tá tú skalt verja borg, so fylgja nakrir vandar við, sigur hann.
? Tað einasta keðiliga í hesum máli er, at vit føroyingar ikki sjálvir hava havt eina avtalu við NATO, tí tað hevði verið tað allarbesta.
Bjarni Djurholm viðgongur, at kanningin, sum hann gjarna vil hava gjørda í Eystureuropa, eisini er ein ideologiskur spurningur.
? Tað er upp á sítt pláss at fáa staðfest, hvønn leiklut eystanveldini høvdu í Føroyum, og hvat tey gjørdu fyri at ávirka føroyingar, sigur hann.










