Bátafelag
Bátafelagið á Bakka er stovnað 29. september 2001. Endamálið hjá felagnum er at fylkja bátaeigarar og bátaáhugað at skipa fyri felags tiltøkum og veita tænastu fyri limir og bátaeigarar annars.
Eitt av málunum, sum felagið skjótt setti út í kortið, var at byggja eini felagshús Niðri á Støð, beint norðanfyri kappróðrarneystið og beint omanfyri bátahylin á Bakka.
Húsið er nú alment tikið í nýtslu, hóast tað ikki er heilt liðugt enn. Ytri parturin er liðugur, og tað er snotuligi felagssalurin, sum er opin upp í tróðurið, eisini. Góður køkur er settur upp. Gongin er eisini liðug og almenna wc, sum er atkomiligt úr túninum.
Í hølunum verður eisini brúsa við wc, vaski og vaskimaskinu, og í fýrrúminum er ætlanin at hava lítið verkstað, har bátaeigarar kunnu loysa smærri uppgávur. Lágt loft er í øðrum partinum av bygninginum, og har er ætlanin at hava koyggjur, har vitjandi kunnu hvíla seg.
Tikið í nýtslu
Sosialurin vitjaði í Bátafelagnum á Bakka í gjárkvøldi og hitti fýra av fimm limum í nevndini. Fyrr um kvøldið hevði alt býráðið í Runavíkar kommunu verið á vitjan og sæð hølini.
Teir fimm, sum umboða nevndina í felagnum, eru: Allan Poulsen, formaður, Hanus Lamhauge, næstformaður, Atli Leitisstein, skrivari, Janus Knudsen, kassameistari og John Tórður Sigurðsson, nevndarlimur.
Vit hittu allar hetta kvøldið undantikið Janus, sum ikki hevði høvi at vera við.
- Vit eiga húsið, soleiðis sum tað stendur, og vit skylda ikki eina krónu. Alt arbeiði hevur verið sjálvboðið, og vit hava ikki goldið eina krónu í arbeiðslønum.
Teir siga, at nógvar fyritøkur og stovnar í økinum hava stuðlað felagnum undir byggingini, og ikki minst Runavíkar kommuna hevur verið felagnum ein dyggur stuðul.
- Í samráð við kommununa hava vit bygt eitt alment wc í bygninginum, og tað var eisini í hesum sambandi, at býráðið vitjaði okkum í kvøld. Býráðið hevur goldið wc, og vit eru eisini í aðrar mátar stuðlaðir av kommununi.
Felagið hevur yvirfyri kommununi bundið seg til, at almenna wcið verður opið í tíðini, 1. apríl til 1. oktober, frá klokkan 08-20 á kvøldi.
Tað er annars Runavíkar kommuna, sum eigur økið undir felagshúsunum. Hetta er eitt leiguøkið, sum er vanligt í slíkum føri, tá ið bygt verður niðri við sjóvarmálan.
Fleiri limir
Bátafelagið á Bakka hevur tilsamans 63 limir. Øll, sum hava bát ella hava áhuga fyri bátum, kunnu gerast limir, og limagjaldið er 200 krónur um árið.
- Nú húsið alment er tikið í nýtslu, vantar felagnum fleiri limir.
Teir, sum mynda felagið, dylja ikki, at teir kundu hugsað sær, at nógv fleiri limir vóru í felagnum.
- Fyrsta almenna tiltakið i húsunum, var ársveitslan, sum felagið skipaði fyri, 28. oktober í fjør. 30 mans vóru á veitsluni, og tá var felagshúsið at kalla fullsett.
Felagshølini eru ikki stór, men felagið hevur valt ikki at leypa fram av.
- Vit vilja heldur eiga tað, vit hava enn læna okkum út á sjógv, soleiðis at felagið verður ov tungt at reka.
Norðanfyri felagshúsið er eitt hampiliga stórt øki, sum kommunan hevur planerað.
- Yvirfyri kommununi hava vit sett okkara ynski fram um, at økið ikki fer til onnur endamál, tí hvør veit, um vit ikki einaferð seinni fara at byggja upp í húsini.
Nevndin sigur, at nú hølini kunnu nýtast, verður ikki meira gjørt fyribils.
- Vit fara ikki undir at gera tað, ið eftir er, fyrr enn vit eiga fyri tað. Vit ætla okkum ikki at læna pening upp á húsið, siga teir.
Eisini undirhús
Enn hevur nevndin í Bátafelagnum ikki gjørt av, hvussu húsið, ið ætlanin eisini er at brúka sum eitt slag av undirhúsi, verður opið.
- Vit kundu hugsað okkum, at menn komu saman til prát og hugna.
Ætlanin er, at húsið verður opið leygarmorgun og ein annan dag í vikuni.
- Men hvussu hetta verður skipið, hava vit ikki tikið endaliga støðu til enn. Vit, sum eru í nevndini, hava allir lyklar, og somuleiðis hava vit eisini latið lyklar til einstakar menn, sum koma oman higar at seta seg eina løtu.
Teir siga, at meðan arbeitt hevur verið upp á húsið, hava hølini verið opin, og menn eru dotnir inn á gólvið til prát.
- Nú felagshúsið alment er tikið í nýtslu, fara vit at finna út av eini skipan.
Spurdir, um ætlanin er at skipa fyri ymiskum tiltøkum, siga teir, at hugskotini, sum frammi hava verið, eru mong, og sum frá líður vænta teir, at ymiskir aktivitetir fara at vera í hølunum niðri á Støð.
- Nú eru vit so komnir har til, at felagshølið er liðugt, og húsið kann brúkast, sum tað er.
Nevndin í Bátafelagnum á Bakka er sera takksom fyri tað arbeiðið, sum limirnir hava gjørt og teir eru sera takksamir fyri allan tann stuðul, sum fyritøkur og stovnar hava veitt teimum.
- Hetta er ein góður karmur um felagsvirksemið, og vit vóna, nú umstøðurnar eru komnar upp á pláss, at uppaftur fleiri bátaeigarar og bátaáhugað koma við í felagið, siga teir.
Bøttar umstøður
Teir fegnast eisini um, at umstøðurnar hjá bátaeigarum á Bakka eru vorðnar betri, síðan Bátafelagið fór undir sítt virksemi.
- Vit hava fingið atløgubryggju í bátahylinum, og vit hava fingið el og vatn. Vit hava eisini fingið oljupumpu, so bátar kunnu taka olju. Hetta eru stór framstig.
Teir kundu kortini hugsað sær, at atløgumøguleikarnir gjørdust uppaftur betri, tí tað er ov trongligt, tá ið fremmandir bátar eru á vitjan.
- Vit kundu hugsað okkum at skipað fyri ymiskum tiltøkum, har bátaeigarar og bátahugað vitja okkum. Tí kundu vit hugsað okkum, at umstøðurnar í bátahylinum á Bakka gjørdust uppaftur betri, siga nevndarlimir í Bátafelagnum á Bakka.