undir hinari kreppuni fyrst í nítiárunum, har løgmaður í veruleikanum onki fekk gjørt uttan at ynskja fólki, sum stungu í sekkin, góða ferð av landinum. - Tað er ikki neyðugt í dag, men tað er tað, sum er [...] øllum, er, vissi vit føra ein politikk, sum fer at reka fólk av landinum. Tað, sum hendi í kreppuni í nítiárunum, var, at tað almenna skyldaði so nógv, at vit høvdu ongar møguleikar at læna. Og tí bar ikki [...] fyri at forða fyri arbeiðsloysi og úrslitið var, at túsundtals føroyingar rýmdu av landinum. - Avleiðingin av tí, er, at vit eru bara 49.000 fólk í Føroyum, men vit kundu verið 56.000 - 58.000 fólk. Og
Royn fyllir 75 ár í morgin, men enn hevur felagið ongantíð verið í 1. deild. Onkuntíð hevur verið nær við, og so var eisini í ár. Men hepnið hevur ikki verið við felagnum, sum í Føroyum man vera best kent [...] jugoslavi hevur verið í Royn seinastu árini. Tað er Alexander Vukotic, ella Sasha, sum tey kalla hann, men hann verður ikki við aftur næsta ár. Sjálvur var hann áhugaður í at halda fram í Royn, men hvalbingar [...] ikki upp í ár, men jubileumsárið hevur ikki verið beinleiðis miseydnað av teirri orsøk. Húsið hjá felagnum fyllir 25 ár ? tað er í góðum standi og hevur ikki nógva skuld. Royn vann sjey steyp í ár í fótbólti
Fríggjakvøldið var tað Robbie Keane, sum skoraði trý mál og harvið tryggjaði Írlandi sigurin á Føroyum. Í kvøld var tað Zlatan Ibrahimovic, sum skoraði tvær ferðir. Í 1. hálvleiki var tað eftir innlegg [...] hann var leysur á veg ímóti málinum. Talan var um risa mistak hjá linjuverjanum. Jóhan Troest Davidsen var eyðsýndur í miðverjuni, og Fróði Benjaminsen og Hallur Hansson, sum vóru leikbannaðir í Írlandi [...] dystinum. Jónas Tór Næs var óheppin í nærdysti, og dómarin var skjótur av bríksla fyri brotssparki. Zlatan umsetti trygt úr ellivu metrum. J. Olsson er komin inn í miðverjuna í staðin fyri miðvallaran
kongligari kunngerð var ein nýggj lóg sett í gildi í Føroyum, sum hevði sett hesa grein í heimastýrislógini úr gildi. Ført verður fram, at slíkar lógir ikki kunnu koma í gildi, um heimastýrið ikki vil, at [...] Endamálið við politikki er at virka fyri, at vit kunnu liva lív okkara í tryggleika. Í so máta er tann støða, vit liva í, rættiliga syndarlig. Orsøkin til hetta er, at vit hava givið kongi okkara alt vald [...] bindandi orðingina í grein 10 í heimastýrislógini, har ásett verður, at føroyingar ikki kunnu fáa annað enn føroyskt pass, so vísti tað seg knappliga ein dag, at hetta ikki longur var neyðugt. Við kongligari
rættinum frá, at hann var noyddur at høgga bremsurnar í og leggja seg út í síðuna, fyri ikki at stoyta saman við unga mannin. Fyri hansara viðkomandi var talan um eina nær-deyðanum uppliving. Hendingin er [...] hann møttust, var ákærdi framvegis ikki komin heilt yvir í høgru síðu aftur. Løgreglumaðurin segði í rættinum, at hann óttaðist, hvat kundi henda, um maðurin rakti vøruvognin á veg yvir aftur í sína síðu. [...] er upptikin á film og filmsbrotið varð víst í rættinum. Danska TV2 var í Føroyum og gjørdi upptøkur til sendingina Station 2 og kameramaðurin sat aftanfyri á tí aftaru motorsúkkluni. Motorsúkklurnar vendu
tað, tí eingin í familjuni spældi. Djúpumýra var mítt spælipláss. Klaksvíkin var ikki størri enn so, at vøllurin var mitt í býnum og har savnaðust vit. Tað var ikki sum vit kenna tað í dag við øllum [...] nærmast búraður inni í skúlanum undir stranga eftirlitinum í Amerika. – Øll skuldu verða verandi í skúlanum. Alt var so kontrollerað og strangt. Vit vóru har í seks tímar aftaná alt var hent, og høvdu tá [...] hansara. Tað er í grundini líka við, at hann kallar seg havnamann, men tá er hann skjótur at rætta seg sjálvur. – Nei, klaksvíkingur í Havn. Tað eri eg í øllum førum. Í byrjanini var eg nógv í Klaksvík, men
tveimum smærri sendingum úr Føroyum. Onnur fer at snúgva seg um Svínoy, har húsini tíðliga í summar vórðu knýtt saman við mest framkomna tráleysa internetsambandinum í landinum. Í hinari verður tosað við Páll [...] loysingarhugin í Føroyum, og svara, at tað er tað ikki, tí tjóðkaparlyndið hevur allatíðina verið har, men at oljuvónirnar helst eru ein av orsøkunum til at bjartskygnið er so stórt júst í løtuni. Í gongd síðan [...] hevur í høvdinum júst nú. Í hvussu er veit eg, at myndin hjá Frank Esmann (vertur í »Temalørdag«, blaðm.) er broyttist nógv, eftir at hann hevði arbeitt við sendingini, sigur Herluf Sørensen, sum í løtuni
Praveen Satthi, yogalærarin, sum fyrr í ár varð sendur úr Føroyum. 11. februar. Ein dagur, sum var merktur av sorg, vónloysi og óvissu hjá indiska Praveen Satthi. Tí tað var dagurin, tá ið hann varð sendur av [...] Men danski myndugleikin var eirindaleysur, og avgerðin stóð við. Í dag – fýra mánaðir seinni – er Praveen Satthi staddur í Slovenia. Seinastu mánaðirnar hevur hann búleikast í landinum, har unnusta hansara [...] býr. Her er hann eisini farin í holtur við at undirvísa nær og fjar í yoga, og at veita viðgerðir til tey, sum hava tørv á tí. Úr Slovenia sigur Praveen Satthi, at hann har í Slovenia roynir at hjálpa fólki
vóru nøkur av hágtølunum, sum Tóri í Hoyvík, býargartnari í Havn, legði fram á almennum fundi í Hoyvíkar Kirkju í gjárkvøldi. Fundurin var komin í lag, tí kirkjuráðið í Hoyvík fleiri ferðir hevur eftirlýst [...] lívið er liðugt. Í Íslandi gjørdu tey eitt krematorium í 1947, og 15 prosent av jarðarferðunum í Íslandi enda í dag við krukkum við øsku, heldur enn kistum við heilum líkum. Í Føroyum hevur ikki verði [...] Sandvíkar Hjalli var eisini ein møguleiki. Helle T. Johansen, sum hevur skrivað tíðargrein um evni í Sosialinum í dag, segði í viðmerking, at hon helt tað hava stóran týdning, at staði var eitt gott og hugnaligt
Guitaristur í Happy? og Makrel var Rasmus Rasmussen, sáli. Tá, í 2001, var onki LGBT í Føroyum. Ongin pride á ólavsøku. *** Einkultar hendingar kunnu kollvelta eitt heilt samfelag. Soleiðis var í 2006, tá [...] tiltakið 6. desember 2022 Í Bilbao í Baskaralandinum hongur ein lepi á einum ynskitræi. *** Bilbao er stórsti býur í Baskaralandinum – sum upp á so nógvar mátar líkist Føroyum. Baskaralandið er partur av [...] um, at stór megi liggur í sjálvum hugflognum, í ímyndanini. Hon trýr uppá The Power of Imagination. *** Ári, maður mín, spældi á fyrstu Free Føroyar konsertini í 2001. Tað var við orkestrinum Happy?, sum