Yogalærarin: Eg havi enn arbeiði at gera í Føroyum

- Eg vóni enn, at eg sleppi heim til Føroya. Eg havi enn arbeiði at gera við mínum yoganæmingum, sigur Praveen Satthi, yogalærarin, sum fyrr í ár varð sendur úr Føroyum.

 

 

 

11. februar. Ein dagur, sum var merktur av sorg, vónloysi og óvissu hjá indiska Praveen Satthi. Tí tað var dagurin, tá ið hann varð sendur av landinum orsaka av, at hann ikki fekk endurnýggja sítt uppihalds og arbeiðsloyvi.

Helst minnast tey flestu rumbli, sum stóðst av avgerðini hjá donsku myndugleikunum, tí tað elvdi til, at bæði Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkismálum og aðrir politikarar fóru upp í málið. Fleiri sakførarar arbeiddu við málinum og teir mongu yoga kundarnir hjá Praveen Satthi mótmæltu niðurstøðuni bæði í tiltakið og á sosialu miðlunum.

Men danski myndugleikin var eirindaleysur, og avgerðin stóð við.

 

 

Í dag – fýra mánaðir seinni – er Praveen Satthi staddur í Slovenia. Seinastu mánaðirnar hevur hann búleikast í landinum, har unnusta hansara býr. Her er hann eisini farin í holtur við at undirvísa nær og fjar í yoga, og at veita viðgerðir til tey, sum hava tørv á tí. Úr Slovenia sigur Praveen Satthi, at hann har í Slovenia roynir at hjálpa fólki, sum hava heilsutrupulleikar og at geva teimum yoga amboð til at betra um støðuna.

 

 

Men hann saknar Føroyar og arbeiði hjá honum her.

- Eg vil fegin heimaftur til Føroya. Eg havi enn arbeiði at gera har og eg kenni tað sum, at um eg ikki sleppi aftur, so er alt arbeiði, sum tey mongu góðu fólkini í Føroyum hava gjørt fyri meg, farið til spillis, sigur Praveen Satthi.

 

 

Hansara stóra passión í lívinum er at geva víðari sín kunnleika um yoga – sum sambært honum sjálvum er nógv annað enn bert ein venjingarformur.  


- Eg vil læra mínar næmingar alt tað eg dugi, so tey kunnu menna seg víðari, sigur Praveen Satthi.

 

 

 

Í løtuni er støðan tann, at hansara framtíð liggur í hondunum á myndugleikunum í Føroyum, sum nú hava málið til støðutakan.