Svenska avrikið var einki at reypa av. Men kortini megnaði svenska liðið at tryggja sær fulla úrtøku og harvið lívsneyðugu stigini, um teir skulu hugsa um at røkka HM endaspælinum í Brasilia næsta ár.
Fríggjakvøldið var tað Robbie Keane, sum skoraði trý mál og harvið tryggjaði Írlandi sigurin á Føroyum. Í kvøld var tað Zlatan Ibrahimovic, sum skoraði tvær ferðir. Í 1. hálvleiki var tað eftir innlegg úr høgru.´
Ikki fyrr enn tað restaðu átta minuttir eydnaðist tað at økja um leiðsluna, og tað var eitt ógvuliga harmuligt mál. Stutt frammanundan hevði Svøríki mist ein mann, tí miðverjin Granqvist hevði hevnt seg inn á føroyska liðformannin Fróða Benjaminsen.
Og so var tað bara lítla løtu seinni, tá ið føroyingarnir ætlaðu at leggja størri trýst á fyri at javna, at føroyingarnir gjørdu brotsspark ímóti Ibrahimovic, sum Zlatan umsetti til 2-0.
Úrslitið var ikki langt av leið, og sviar høvdu møguleikarnar, sum áttu at borið tey bæði málini við sær. Men føroyingar harmaðust um, at teir ikki høvdu marginalirnar við sær, tá ið dómarin tók støðu ella ikki tók støðu. Í fyrra førinum - tíðliga í 2. hálvleiki - var Jóan Símun Edmundsson togaður niður í sambandi við hornasparksstøðu, og seinni varð ínnskifti Símun Samuelsen veittraður fyri at vera rangstaddur, tá ið hann var leysur á veg ímóti málinum. Talan var um risa mistak hjá linjuverjanum.
Jóhan Troest Davidsen var eyðsýndur í miðverjuni, og Fróði Benjaminsen og Hallur Hansson, sum vóru leikbannaðir í Írlandi, vóru sera eyðsýndir.
Svøríki-Føroyar 2-0 (1-0)
HM undankappingardystur á Friends Arena í Solna í Stokholm týsdagin 11. juni kl. 19.15
Dómarakvartett úr Bulgaria: Nikolai Yordanov, Ivan Valchev, Veselin Dobriyanov og Stanislav Todorov
1-0: Zlatan Ibrahimovic 35.
2-0: Zlatan Ibrahimovic br 82.
Svøríki: Pär Hansson, Mikael Lustig, Per Nilsson, Andreas Grandqvist, Pierre Bengtsson Seb Larsson (Jimmy Dumaz, 63.), Kim Källström (Andreas Svensson, 58.), Albin Ekdal, Alexandar Kacaniklic Ola Toivonen (Jonas Olsson, 83.), Zlatan Ibrahimovic.
Á vøllinum uttan at verða skiftir inn: David Nilsson, Daniel Örlund, Rasmus Elm, Nils-Eric Johansson, Rasmus Bengtsson, Pontus Wernbloom, Erkan Zengin
Venjari. Erik Hamrén
Gult kort: eingin
Reytt kort: Andreas Granqvist 79. (beinleiðis reytt)
Føroyar: Gunnar Nielsen Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Jóhan Troest Davidsen, Viljormur Davidsen Hallur Hansson (Páll A. Klettskarð, 87.), Fróði Benjaminsen, Súni Olsen (Heini Vatnsdal, 41.), Pól Jóhannus Justinussen Christian L. Holst (Símun Samuelsen, 59.) Jóan Símun Edmundsson.
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Hans Jørgensen, Teitur M. Gestsson, Atli Danielsen, Jónhard Frederiksberg, Hans Pauli Samuelsen, Ári Jónsson, Christian R. Mouritsen
Venjari: Lars Olsen
Gult kort: Pól Jóhannus Justinussen, Símun Samuelsen, Fróði Benjaminsen
LIÐUGT
2-0
2-0
Zlatan Ibrahimovic ber seg lítið ítróttarliga at. Hevnir seg á Atla Gregersen og tveitir bóltin í andlitið á Gunnari Nielsen, men dómarin tykist ikki at leggja hetta til merkis.
90) 2-0
Páll A. Klettskarð er komin á vøllin í staðin fyri Hall Hansson.
Føroysku áskoðararnir - teir verða mettir at vera 200 - syngja trjóðsangin og teir hoyrast betri enn heimaáskoðararnir. Nú gongur tað mesta fyri seg á svensku hálvuni.
85) 2-0: Zlatan Ibrahimovic br 82.
Lítla løtu eftir, at sviar høvdu mist ein mann, varð spenningurin tikin út dystinum. Jónas Tór Næs var óheppin í nærdysti, og dómarin var skjótur av bríksla fyri brotssparki. Zlatan umsetti trygt úr ellivu metrum.
J. Olsson er komin inn í miðverjuna í staðin fyri miðvallaran Toivonen.
80) 1-0
Tað er dramatikkur í Stokholm. Svenski muiðverjin Granqvist er rikin av vølli eftir hevnisøku ímóti Fróða Benjaminsen. Fróði sá gult fyri frísparki.
Símun Samuelsen hevur sæð gult, og hann er í øðini, tí dómurin var eyðsýniliga skeivur. Símun varð annars púra leysur innanfyri verjuna!
75) 1-0
Hóast teir eru á odda, og hóast teir hava bóltin nógv mesta partin av tíðini, so kennist tað, at trýst er á teimum bláu og gulu. Teir eru bara frammanfyri við einum máli, og tað kennist, at sviar eru strongdir. Áskoðararnir eru farnir at ótolnast, tí teimum leingist eftir 2-0 málinum. Toivonen hevur havt risa møguleika eftir uppspæl í vinstru, men Gunnar Nielsen vísti meistarliga bjarging.
70) 1-0
Hvørki í sambandi við deyðbóltsstøður ella í sambandi við innlegg eru sviar serliga vandamiklir. Føroyingarnir standa seg væl í egnum brotsteigi, og alt oftari eydnast tað at samanspæla fram eftir vøllinum.
Pól Jóhannus Justinussen hevur sæð gula kortið fyri at gera fríspark á egnari hálvu í vinstru.
65) 1-0
Heimaliðið hevur bóltin væl meiri enn føroyingarnir, men tað er sjáldan, at talan er um vandamiklar støður í brotsteiginum. Tað mesta gongur fyri seg á føroysku hálvuni, men ikki í brotsteiginum.
Hallur Hansson er farin inn á sentrala plássið, har Christian Lamhauge Holst var, og Símun Samuelsen er í høgra borði.
Sviar hava skift út eina ferð aftrat: Durmaz inn og Larsson út.
60) 1-0
Sviar skifta út: Anders Svensson er komin á vøllin í staðin fyri Kim Källström.
Símun Samuelsen er komin á vølliln í staðin fyri Christian Lamhauge Holst.
55) 1-0
Føroyingarnir hava tiltuskað sær fyrsta hornasparkið úr vinstru, og tá ið bólturin varð lagdur innfyri, varð Hallur Hansson aftanfyri handara stólpan togaður niður. Okkara vildu hava dómaran at bríksla fyri brotssparki, men tað vildi hann ikki.
Tað gongur ikki rættuliga soleiðis, sum sviar vilja hava tað at ganga. Síðani risa møguleikan hjá Zlatan beinanvegin eftir steðgin hevur talan ikki verið um upplagdar møguleikar.
50) 1-0
Sviar hava longu havt risa møguleika. Bara ein minuttir var farin, tá ið Zlatan varð spældur leysur innfyri verjuna, men hann kiksaði temjngina. Christian Lamhauge Holst hevur havt fyrstu føroysku royndina, men úr 22 metrum sendi hann bóltin væl við síðuna av málinum.
Eric Hamrén, svenski venjarin, sær ikki heilt álvurligur út við støðuna!
HÁLVLEIKUR
1-0
Dómarin bríkslaði fyri hvíldini, meðan Jónas Tór Nær gjørdi seg kláran at kasta langt innkast miðskeiðis á svensku hálvuni.
Føroyska liðið er væl skipað. Sviar eiga bóltin mesta partin av tíðini, og ætlanin er at bróta ígjøgnum í borðunum og so at leggja innfyri, men higartil hevur tað ikki so ofta verið vandamikið.
Fróði Benjaminsen fyllir nógv mitt á miðvøllinum, har hann er stinnur í nærdystunum við sterku mótstøðumenninar, miðverjan loysir sína uppgávu væl, og vongverjarnir arbeiða nógv og verða væl stuðlaðir av Halli Hansson og Pól Jóhannusi Justinussen.
45) 1-0
Vanliga leiktíðin er farin, og føroyska liðið berjist fyri at varðveita støðuna, men tað hevur verið tætt við eftyir innlegg úr høgru. Tíbetur fór stútarin omanfyri málið.
41) 1-0
Súni Olsen er farin fótskaddur av vøllinum, og í hansara stað er komin Heini Vatnsdal. Í løtum riggar tað væl í framrættaða partinum hjá Christiani Lamhauge Holst, Pól Jóhannusi Justinussen og Jóan Símun Edmundsson.
37) 1-0: Zlatan Ibrahamovic 35.
So er 1-0. Liðformaðurin Zlatan Ibrahimovic skoraði fyri 40. ferð, tá ið hann úr stuttari fjarstøðu og við vinstra beini fluktaði bóltin í málið eftir innlegg úr høgru. Sviar tevja blóð og arbeiða hart fyri at økja um leiðsluna undan steðginum.
34) 0-0
So hevur Zlatan Ibrahimovic sent fyrstu kanónkúluna avstað við beinleiðis frísparki úr 20 metrum. Bólturin brast í fótin á Súna Olsen, og nú liggur hann skaddur uttanfyri. Frísparkið varð dømt, tí Pól Jóhannus togaði í troyggjuna á Zlatan. Sviar vilja hava brotsspark, tá ið ein fer um koll, men dómarin letur ikki við seg koma.
25) 0-0
Sviar hava eftir innlegg úr høgru havt fyrstu royndina innanfyri málkarmin. Gunnar Nielsen bjargaði.
Síðstu løtuna hava bæði Jónas Tór Næs og Fróði Benjaminsen ligið skaddir á vøllinum.
Javnvágin í verjupartinum kennist vera góð á føroyska liðnum.
20) 0-0
Føroyingar hava enn eina ferð vunnið fríspark á svensku hálvuni eftir langt útspark frá Gunnari Nielsen, men sendingin hjá Súna Olsen var ov long, og bólturin fór út til málspark.
15) 0-0
Føroyska liðið er framvegis væl skipað í verjustøðu, og í onkrum støðum hava okkara menn torað at samanspælt. Men Svøríki er sera framrættað og serliga í vinstru er trýstið stórt. Zlatan Ibrahimovic hevur dyrgt eftir frísparki dygst uttanvert brotsteigin, men dómarin beit ikki á.
10) 0-0
Gott føroyskt álop og innlegg úr høgru frá Jónas Tór Næs!
Súni Olsen hevur lagt fríspark fram í brotsteigin, men sviar vunnu luftdystin við Pól Jóhannus Justinussen. Hóast sviar leggja nógv fyri í álopspartinum í vinstru, og innleggini kennast vandamikil, so hevur føroyska verjan higartil verið væl skipað.
5) 0-0
Svøríki leggur øgiliga bragdliga fyri. Ferðin er høg, og eftir innlegg úr vinstru hevur Viljormur Davidsen beint bóltin út til horna fyri fyrstu ferð. Einki spurdist burturúr. Hallur Hansson hevur longu víst, at hann er óførur at hjálpa til í høgra verjuborði.
1) 0-0
Zlatan Ibrahamovic hevur longu roynt seg fyri fyrstu ferð úr 20 metrum, men verjan blokeraði!
Klokkan 18.15 fyrsta bríksl. Bulgarski dómarin Nikolai Yordanov hevur bríkslað fyri fyrstu ferð.
Føroyingar eru í bláum troyggjum og hosum og hvítum buksum. Sviar eru i eyðkenda gula og bláa búnanum.
Líkindini eru góð, og rómurin er nógvur, nú tjóðsangirnir báðir - Du gamla du fria og Tú alfagra land mítt - hava ljómað.
Svøríki: 4-4-2
Pär Hansson, Mikael Lustig, Per Nilsson, Andreas Grandqvist, Pierre Bengtsson Seb Larsson, Kim Källström, Albin Ekdal, Alexandar Kacaniklic Ola Toivonen, Zlatan Ibrahimovic.
Føroyar: 4-4-1-1
Gunnar Nielsen Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Jóhan Troest Davidsen, Viljormur Davidsen Hallur Hansson, Fróði Benjaminsen, Súni Olsen, Pól Jóhannus Justinussen Christian L. Holst Jóan Símun Edmundsson.