Yvirháling mundi endað við vanlukku

Ein ungur maður mundi rent á tvær løgreglumotorsúkklur, tá hann yvirhálaði ein annan bil nærindis Hvalvík.

 

Ungi maðurin hevði einans havt koyrikortið í tríggjar mánaðir, tá hann mest sum spældi sær av við tað aftur.

 

Ein dagin í septembur, eftir skúlatíð, var hann á veg til Havnar at vitja damuna. Komin til Hvalvíkar endar hann aftan fyri ein vøruvogn, sum hann heldur koyrir ið so seint og beint eftir omankoyringina til havnina í Hvalvík, velur hann at yvirhála vøruvognin.

 

Tað var ikki fyrr enn hann var komin upp á liðina á vøruvogninum, at ungi maðurin varnast, at tvær løgreglumotorsúkklur koma koyrandi móti teimum. Ungi maðurin væntar tó, at hann nær at koyra inn á egna breyt, áðrenn hann møtir løgregluni. Tað eydnast, men ikki meiri enn júst. Í tí at hann fer inn aftur á høgru síðu av vegnum, nertir hann við kúfangaran á vøruvogninum, sum hann júst hevur yvirhálað.

 

Ákærin hevur ákært nú 19 ára gamla mannin fyri fleiri brot á ferðslulógina; fyri at hava koyrt bil fyrilitarleyst og á slíkan hátt, at tað hevur verið til vanda  fyri onnur í ferðsluni, fyri ikki at hava tillagað koyringina til viðurskiftini á staðnum, so sum vega-, veður-, og sýnisviðurskifti, fyri at hava koyrt ov skjótt í óbygdum øki og fyri at hava brotið reglurnar fyri yvirháling.

 

19 ára gamli maðurin er eisini ákærdur fyri brot á grein 252 í revsilógini, sum fevnir um fyrilitarleyst at hava sett lívið hjá øðrum í váða.

 

Ákærdi greiddi sjálvur frá, at hann ivaðist ikki í, at hann fór at klára at fullføra yvirhálingina, áðrenn motorsúkklurnar náddu hann, og hann noktaði seg tí sekan í øllum ákærunum. Sjálvur metti hann ikki, at hann koyrdi nógv skjótari enn 80 km/t.

 

Førarin av vøruvogninum, sum varð yvirhálaður greiddi hinvegin frá, at tað var um reppið, at tað endaði í eini vanlukku hendan heystardagin í Hvalvík. Hann sigur, at tá hann sá, at ákærdi yvirhálaði og var um at bresta saman við motorsúkklunum, mátti hann høgga bremsurnar í, fyri at loyva honum at koma inn aftur á høgru síðu. Hann greiddi frá, at alt, sum lá leyst aftan fyri í bilinum, reyk frameftir.

 

Tað vóru tveir løgreglumenn á veg norðureftir, sum møttu unga manninum. Frágreiðingarnar hjá teimum samsvaraðu hvør við aðra, men sjálvan dagin var upplivingin tó ymisk frá øðrum til hin.

 

Í dag er tann fremri løgreglumaðurin ivaleysur um, at her var talan um vanda fyri lív og heilsu, men júst hendan dagin upplivdi hann ikki støðuna so ógvusliga. Hann greiddi í rættinum frá, at so skjótt hann sá unga mannin leggja seg út og ætla at yvirhála, byrjaði hann at bremsa og trekkja til síðis. Hann segði, at tá ákærdi og hann møttust, var ákærdi framvegis ikki komin heilt yvir í høgru síðu aftur. Løgreglumaðurin segði í rættinum, at hann óttaðist, hvat kundi henda, um maðurin rakti vøruvognin á veg yvir aftur í sína síðu. Tá kundi alt hent, segði hann. Hann ivast ikki í, at um teir vóru í bili, so høvdu teir rent saman, tí har var veruliga ikki pláss at møtast. Sjálvur helt hann ikki, at tað virkaði so vandamikið júst tá, men tá hann hevur sæð filmsbrot av hendingini seinni, sá hann at har veruliga var vandi á ferð. Hann metti, at tað gingu ikki fleiri enn sjey sekund, frá tí at hann sá bilin leggja seg yvir í vinstru síðu til teir ruku fram við hvørjum øðrum.

 

Hin løgreglumaðurin greiddi í rættinum frá, at hann var noyddur at høgga bremsurnar í og leggja seg út í síðuna, fyri ikki at stoyta saman við unga mannin. Fyri hansara viðkomandi var talan um eina nær-deyðanum uppliving.

 

Hendingin er upptikin á film og filmsbrotið varð víst í rættinum. Danska TV2 var í Føroyum og gjørdi upptøkur til sendingina Station 2 og kameramaðurin sat aftanfyri á tí aftaru motorsúkkluni.

 

Motorsúkklurnar vendu beinanvegin og steðgaðu unga manninum stutt seinni. Førarin av vøruvogninum steðgaði eisini, og tá sást, at bilarnir høvdu rakt hvønn annan.

 

Ákærin legði ikki fingarnar ímillum í kravið sínum. Hon vil hava 19 ára gamla mannin dømdan til 30 daga fongsulsrevsing umframt eina bót á 2.000 krónur, og at hann missir koyrikortið í eitt ár.

 

Hon metti, at hendan koyringin var líka skilaleys, sum tá ein ungur maður koyrdi kapp móti einum vinmanni í Havnargøtum. Teir koyra eftir Havnargøtu frá Farstøðini og móti Café Natúr. Komnir til Café Natúr fer tann fremri niðan um, eftir vanligu koyribreytini niðan á Áarvegin, meðan tann aftari, velur at koyra móti ferðsluni og niðan gjøgnum smølu smoguna fyri mótgangandi ferðslu omaneftir.

 

Verjin helt tó, at hendan samanberingin var høpisleys og vísti milum annað á, at á Áarvegnum er stórur møguleiki fyri, at fótgangarar og onnur eru á vegnum, og at sýnið har er nógv verri enn á landsvegnum við Hvalvík. Tí kundu støðurnar als ikki samanberast.

 

Verjin metti, at tað í sjálvum sær ikki er fyrilitarleyst at yvirhála júst har. Allar vegmerkingar vísa, at tað er lov. At tað mundi endað galið í hesum førinum eigur ikki at vera nokk til at døma 19 ára gamla mannin, helt verji hansara.

 

Dómur í málinum fellur í næstum.