? Eg síggi tað ikki sum mína uppgávu at halda hondina yvir føroyingum, men eg trúgvi nú kortini, at sendingin fer at geva vanliga dananum eina meira fjølbroytta mynd av Føroyum enn hana, ið vanliga verður framborin í donsku fjølmiðlunum.
Hetta sigur føroyski produsarin á DR2, Herluf Sørensen, sum hetta farna hálva árið hevur lagt eina temasending um Føroyar og føroyingar til rættis fyri DR2.
Talan er um »Temalørdag«, ið er ein sonevndur sendiblokkur, har tríggir tímar verða settir av til at lýsa eitt evni ígjøgnum til dømis dokumentarfilmar, mentunarsendingar, samrøður og kjak. DR2 hevur »Temalørdag« á skránni hvønn leygardag, og leygardagin 3. mars er ætlanin at tríggjar tíma langi sendiblokkurin skal snúgva seg um Føroyar.
Herluf Sørensen hevur arbeitt um produsari á DR2 síðan 1997, har han serliga hevur fingist við sendingina »Viden om« og tíðindasendingina »Deadline«. Onkrar »Temalørdag« sendingar hevur hann eisini verið við til at gjørt.
Skráin løgd
Skráin fyri teir tríggjar tímarnar um Føroyar, liggur longu nú klár.
Fyrst verður filmurin »Tre blink mod vest« hjá Ullu Boje Rasmussen sendur. Síðan kemur ein 50 minuttir lang dokumentarsending um Føroyar í dag, og um hvørjar møguleikar landið hevur at gerast sjálvbjargið.
Hareftir verður kjak í sjónvarpsstovuni, har millum onnur Anfinn Kallsberg, løgmaður, og møguliga Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, fara at skifta orð.
»Temalørdag« um Føroyar rundar av við tveimum smærri sendingum úr Føroyum. Onnur fer at snúgva seg um Svínoy, har húsini tíðliga í summar vórðu knýtt saman við mest framkomna tráleysa internetsambandinum í landinum. Í hinari verður tosað við Páll Patursson, bónda í Kirkjubø, millum annað um Patursson ættina.
Romantikkur og veruleiki
? Hugsanin handan skránna er, at fyrst vísa vit ta ókompliseraðu, romantisku myndina av Føroyum. Myndina, sum danir leingi hava havt í høvdinum, um nakrar hugnaligar føroyingar, sum, dansa føroyskan dans og hanga í línum og alt hatta har. So skifta vit yvir til nútíðina og taka fram, hvat føroyingar í veruleikanum takast við í løtuni og um arbeiðið, sum í løtuni fer fram til frama fyri at loysa frá Danmark, greiðir Herluf Sørensen frá.
Í hesari dokumentarsendingini verður millum annað hugt at fyrireikingunum til oljuvinnuna, og hvørja ávirkan tað fer at hava, um olja verður funnin.
? Vit reisa spurningin, um tað er vónirnar um oljuríkidømi, ið hava elvt til verandi loysingarhugin í Føroyum, og svara, at tað er tað ikki, tí tjóðkaparlyndið hevur allatíðina verið har, men at oljuvónirnar helst eru ein av orsøkunum til at bjartskygnið er so stórt júst í løtuni.
Í gongd síðan summar
Herluf Sørensen byrjaði fyrireikandi arbeiðið til temasendingina í summar. Í november mánaði komu hann, Frank Esmann, ið er vertur á »Temalørdag« og ein fotografur so til Føroya at gera upptøkurnar.
Men sjálvt hugskotið aftan fyri sendingina er væl eldri enn so.
? Eg havi leingi arbeitt við einum hugskoti um at gera eina sending um, hvat tað er, sum bindur føroyingar, grønlendingar og danir saman. Um vit í eina løtu taka peningaliga spurningin burturúr, so er talan jú um trý ymsik fólkasløg og trý ymisk lond, so hví eru tey knýtt saman? spyr Herluf Sørensen, og hetta var eisini spurningurin í sendingini »Eitt ríki, tríggjar tjóðir«, sum hevur ligið á hugsotsborðinum hjá Herlufi í nógv ár.
Hetta hugskotið legði hann i fjør fram fyri DR2 sum eitt møguligt evni til »Temalørdag«, og soleiðis kom tað í lag, at Herluf skuldi leggja ein »Temalørdag« um Føroyar til rættis.
? Konseptið er nakað broytt eftir at hava verið ígjøgnum mylluna, og nú snýr tað seg so bara um sambandið millum Føroyar og Danmark. Men tað hevur ikki gjørt sendingina verri eftir mínari meting, sigur Herluf Sørensen.
Ikki føroysk sending
Hóast temaleygardagurin um Føroyar soleiðis er lagdur til rættis av einum føroyingi, so leggur Herluf Sørensen áherðslu á, at sendingin er donsk.
? Hetta er ikki ein sending, sum skal tala eina føroyska søk. Men tað er eingin ivi um, at tá vit nú fáa tveir tímar at greiða frá um Føroyar, so hava vit møguleikan at geva eina meira fjølbroytta mynd av, hvat Føroyar og vanligi føroyingurin standa fyri, enn danir plaga at fáa frá fjølmiðlunum.
? Eg haldi at danir fáa eina nokkso einsporaða og ofta ikki serliga sakliga lýsing av Føroyum frá donsku fjølmiðlunum. So hóast hendan sendingin ikki er ætlað at halda hondina yvir føroyingum og bert at vísa fram hvussu góð vit eru her uppi, so kann hon kanska geva vanliga dananum eina penari mynd av føroyingum, enn hana hann hevur í høvdinum júst nú. Í hvussu er veit eg, at myndin hjá Frank Esmann (vertur í »Temalørdag«, blaðm.) er broyttist nógv, eftir at hann hevði arbeitt við sendingini, sigur Herluf Sørensen, sum í løtuni er í Føroyum og arbeiðir við einari aðrari verkætlan.
Enn er endalig avgerð ikki tikin um, nær »Temalørdag« um Føroyar verður sent, men allarhelst verður tað 3. mars.
»Temalørdag« er ein av teimum betri umtóktu sendingunum á DR2: Hyggjaraskarin plagar at liggja um 200.000 tá væl stendur til. Sendingin verður endursend í DR1, og tá plagar hyggjaratalið eisini at vera lutfalsliga høgt.