høvdu tað og hvat tey gjørdu. Síðani um, hvør var føddur og deyður. Løgið er tað, at seinasta brævið úr hennara hond er skrivað. Tað er so nógv gott, ið Hinna hevur givið okkum øllum. Hvussu kunnu vit, ið kendu [...] Henda ljósa várdagin 5. mai eru orð fátæk. Havi júst fingið boðini, at Hinna fastir er sovnað burtur. Tað er torført at skilja og góðtaka, at Hinna eftir stutta sjúkralegu skal vera farin inn um deyðans [...] vári Hví stúrir tú hjarta, móti vári, tá sól vermir blómprýddan heim, og gentan við rósum í hári sæl droymir um lukku og gleim. Tað er, tí eg hoyri lilju teska so kvøldsligt eitt ljóð: Sjá, fagrast eg eri
egnum landi. Durita er eitt slag av gudinnu, hon er almóðirin. Skaldsøgan er somuleiðis ein fagnaðarsongur til kvinnuna, sum livir eftir kenslunum, eftir hvat hon kennir er rætt, og hvat er skeivt. Maðurin [...] tykist at nerva hana, hon er ikki grundandi, men virkisfús. Hon er ein myta sett inn í ein realistiska heim, og tað ikki-realistiska er júst hetjulýsingin av høvuðspersóninum. Jesar er tann stillføri og beinsami [...] samdur, tá ið eg tosaði við hann í 1981: »Tað er heilt misfatað. Tað er so mong einsliga kvinnan, ið hevur útint líka nógv. Tað er helst tí hon róði út. Tað er ikki bert hon, ið hevur gjørt tað«. Men í einari
vælyrktu fólkafundarsangum. Enn er tað stuttligt Natte segði, at hóast samferðslan onkustaðni ikki er heilt fullfíggjað enn, er hon nógv batnað seinastu árini. Men framvegis er tað stuttligt hjá fólki at [...] ferðamannaskipi og ígjøgnum berghol. Tað er ikki langt síðani, tit sóust, kanska ikki longri síðani enn seinasta vikuskiftið. Men nú er tað kortini øðrvísi. Alt er fyrireikað og lagt til rættis og tú skalt [...] góðum 80 árum síðani. Hann yrkti m. a.: Ymiskur er tann húsroykur, ið hongur uppi við fólk -ymiskt er gongd og húgvuburður, har tey tyrpast í bólk Og lyndið er dæmt av himalívi slíkan dag um nú -og innan kot
flogvøllin í fjør. Hvussu verður í ár er ilt at meta um, men bókingarnar eru nógvar. Tað komiska er kanska, at tað sum hevur størri ávirkan á fólk, er málið sum er við at forkoma sambandinum við Danmark [...] nágreiniliga, so meta vit, at fólk fóru í biografin fyri at síggja ein góðan film, og tá so ein tíð er farin, so er tíð at fara at hyggja at tí næsta filminum t.d. Titanic o.ø. Ein partur av effektini vildi sjálvsagt [...] umboðaðu um 2-3000 gistingar. Framgongdin í gistingum broyttist til eina lítla afturgongd í fjør. Høvuðsorsøkin til minkingina er, at føroyingar nýta gistingarmøguleikarnar minni. Ístaðin fyri at ferðast
FÓTBÓLTUR: Tað er ikki á hvørjum degi, at leirvíkingar vinna á gøtumonnum í fótbólti. Onkuntíð, tá teir í LÍF vóru í 1. deild, vóru teir boysnir hjá GÍ at vinna á, men síðani tað er nógv broytt. GÍ er framvegis [...] millum onnur lið kappast við næstbesta liðið hjá GÍ. Leygardagin var fyrra grannauppgerðin, og synd er at siga, at talan var um poleraðan fótbólt í Sarpisgerði. Á báðum liðunum vóru onkrir spælarar við [...] miðverjuni, og Símun Petur Justinussen vísti á miðvøllinum, at hann hevur ikki heilt gloymt, hvussu tað er at spæla fótbólt. Hjá LÍF var gamli málverjin Ove Heinesen á aftasta manni, og tað var týðuligt at
mál av tí slagnum er skorað, sum hann fekk, tá bara tríggir minuttir vóru farnir: HB átti fríspark fimm metrar inni á egnari hálvu heilt úti í vinstra borði, kantspælarin sendi undan lítla lotinum, og bólturin [...] ídni og nærlagni eyðkendi hvørja flyting. Allan Mørkøre, sum hevði útgangsstøðu í høgru á miðvøllinum, er ongantíð sæddur betri, Jóhannes Joensen og Jens Erik Rasmussen tykjast hava lært at takla ígjøgnum
Nýggja leikhúsið er í Tórsgøtu, og er ein partur av gamla meiaríinum. M.a. er stórur salur innrættaður til framførslur, har eisini 100 - 150 fáa innivist. Hetta er nútíðar salur, ið bert er eitt rúm, sum [...] Tað er stórhending í føroyskari leiklistasøgu, at eitt yrkisleikhús nú er stovnað. Elsa Jóhanna Høgenni, leiðari í Leikarafelagnum, sigur við Sosialin, at sjónleikur er elsti partur av mentanini, sum hevur [...] byggjast upp eftir tí, sum tørvur er á at framføra. Eitt nú er eingin fastur pallur, sum ger, at leikstjórar skulu taka við í umhugsanini, tá leikur skal setast upp. Tí er tað bert hugflogið kann seta mark
fólkini, kennir, at hann er vælkomin. Ikki av ongum verður Malawi nevnt »Heita hjarta Afriku«. Malawi er eitt land, sum er rættiliga ókent í mun til onnur afrikansk lond. Grundin er helst at finna í søguni [...] Tanzania og Zambia fyri norðan og í eini geil niður í Mozambique í suðri, liggur lítla, afrikanska landið Malawi. Hetta landið er á stødd umleið tvær ferðir sum Danmark og við einum fólkatali, sum í dag telur [...] lond í heiminum, og bara í Brasilia, er munurin millum rík og fátæk størri. Men hóast fólk liva undir umstøðum, sum vit á okkara leiðum neyvan høvdu givið kríatúrunum, er einki galið við blíðskapinum. Tann
síðstu ferðirnar er vorðin landsstýrismaður, og nú fær Tórður Mikkelsen høvi at siga frá altjóða fótbólti í sjónvarpinum. Afturat sær fer hann at hava Ólavur Waag Høgnesen. Jan er ivamálið Tað er undan úttøkuni [...] Jens Martin Knudsen er um at koma í dystarvenjing. Hann spældi allar 90 minuttirnar við Leifti, sum tapti í øðrum umfari í íslendsku landskappingini. Uni Arge spældi við síðsta lítla korterið. Julian Johnsson [...] klokkan verður 22.30, tá teir lenda har yviri. Dysturin verður hósdagin 2. juni klokkan 19.15, sum er tað sama sum klokkan 17.15 hjá okkum. Teir rokna við at fara úr aftur Estlandi klokkan 22.30 hetta
á TB og er framvegis tað ovasta av teimum trimum suðuroyarliðunum í 1. deild. Sumbingar liggja í løtuni á fimta plássi við seks stigum fyri fýra dystir ? ein úrtøka uppá 50 prosent, og tað er meir enn [...] enn tey flestu høvdu roknað við, áðrenn kappingin byrjaði. Tað er ikki kortini fremmant hjá sumbingum at vinna á TB á heimavølli. Í steypakappingini noyddust tvørámenn eisini at lúta á Krossinum, ta ferðina [...] var heilt skaðafríur undan dystinum, stóð við nærmastu stong og setti pannuna á. TB fekk nú eina lítla yvirvág, og eitt korter seinni høvdu teir vent 0-1 til 2-1. Tað vóru bert fýra minuttir ímillum málini