Nú vóru teir í Leirvík omaná

Fótbóltur: LÍF fekk øll stigini við sær úr Gøtu

FÓTBÓLTUR: Tað er ikki á hvørjum degi, at leirvíkingar vinna á gøtumonnum í fótbólti. Onkuntíð, tá teir í LÍF vóru í 1. deild, vóru teir boysnir hjá GÍ at vinna á, men síðani tað er nógv broytt. GÍ er framvegis millum tey frægu í 1. deild, meðan besta liðið í Leirvík millum onnur lið kappast við næstbesta liðið hjá GÍ.

Leygardagin var fyrra grannauppgerðin, og synd er at siga, at talan var um poleraðan fótbólt í Sarpisgerði.

Á báðum liðunum vóru onkrir spælarar við drúgvum royndum, og á báðum liðunum vóru onkrir ungir spælarar.

Millum teir meiri royndu hjá GÍ vóru Anton Skoradal og Jón Sigurd Gleðisheygg í miðverjuni, og Símun Petur Justinussen vísti á miðvøllinum, at hann hevur ikki heilt gloymt, hvussu tað er at spæla fótbólt.

Hjá LÍF var gamli málverjin Ove Heinesen á aftasta manni, og tað var týðuligt at tað vóru fleiri spælarar á báðum liðunum, sum ikki eru í nóg góðari venjingarstøðu.

Tað mesta gekk fyri seg á einum ikki serliga stórum øki kring miðstrikuna, og tað hevði nógvar tættar støður við sær, uttan at talan var um nógvar málmøguleikar. Teir kundu teljast á aðrari hondini.

LÍF fekk hol á, tá tólv minuttir vóru farnir. Vongverjin í høgru, Tórhallur Justinussen, tóktist royna at leggja høgt innfyri sekstan metrar frá baklinjuni. Rúni Joensen í GÍ málinum fór tvey fet fram, men púra óvæntað sigldi bólturin omanfyri málverjan, sum bara megnaði at boksa hann inn undir samankomingina. Tað tóktist sum vongverjin ikki hevði rakt bóltin, soleiðis sum hann hevði ætlað!

Seinna umfarið var knappliga hálvrunnið, tá 17 ára gamli Dánial Pauli Dalbø, ið var komin inn í 2. hálvleiki, javnaði. Leirvíkingar mettu hann at vera heilt greitt rangstaddan, tá tað varð stungið fram ímillum til hansara, men dómarin tagdi, og hann sendi framvið Trygva Olsen, sum noyddist at leypa út úr málinum.

GÍ hevði bóltin meiri enn LÍF, men teir megnaðu ikki at spæla seg til møguleikar. Leirvíkingar høvdu heldur ikki møguleikar, men minuttin fyri leiklok ? bara eina lítla løtu eftir at álopsspælarin hjá GÍ, Jóhannes Petersen, varð rikin av vølli fyri at taka bóltin við hondini, tá hann var á veg út av vøllinum ? skoraði annar av álopsmonnunum hjá LÍF, Kristian Eliasen, eitt gott mál: eftir GÍ álop og langan bólt fram um miðjuna tamdi hann við øðrum fótinum og fluktaði við hinum upp um málverjan, sum stóð eitt sindur langt úti, og so fóru øll trý stigini gjøgnum tunnilin og til Leirvíkar!