hongur myndir upp í Listaskálanum í sambandi við at enska oljufelagið LASMO hevði stóra móttøku í listaskálanum mikudagin. Oljufelagið er í samstarvi við DONG, Amerada Hess og Norsk Hydro í einum oljusamtaki [...] Útbúgvin á Harrogate School í 1965, útbúgvin á Hornsey School af Art í '68 og síðan útbúgvin á British School at Rome í 70 eru góð barlast hjá Mason. Síðan hevur hann undirvíst í rúgvu av skúlum. Eitt nú [...] liva gerandisdegin í hesi náttúruni. Sorgarleikur At prátið hjá Roberti ikki bert er romantisma vísa tey trý árini, hann fylgdi enskum kolaminuarbeiðarunum niðri í tunnlunum og uppi í kranunum og tann vegin
er ein ónd ringrás, sum vit í Føroyum skulu vara okkum fyri. Í øðrum lagi eru tvey rák - tveir skúlar, um ein vil - í modernaðari leiðslu. Tann eini skúlin er umsitingarligur í sínum grundsjónarmiðum. H [...] vera við í prosjektinum, um friðingarmyndugleikin ferð eftir ferð óneyðugt forðar eini royndarbygging? Tá vit viðgera spurningin um sjálvt leiðsluhandverkið, so er í fyrsta lagi sum við fótbólti: ert tú búsettur [...] búsettur í Brasiliu, so hevur tú betri møguleika fyri at gerast góður fótbóltsleikari, enn um tú ert búsettur í USA. Eitt gott leiðsluumhvørvi mennist. Tað øvugta er eisini galdandi: eitt vánaligt leið
rygginum. Havi áður upplivað tað í samband við landsdyst í gomlu Ítróttarparkini, men hesaferð sungu tey fyri nøkrum monnum, sum vóru staddir nakrar túsund kilometrar longur suðuri í franska býnum Lyon. Dysturin [...] vóru jú komnir í áttandapartsfinaluna, hóast teir taptu. Men ikki var nøkur serlig gleði at síggja, og ei heldur var nakað serligt lív í býnum um kvøldið, hóast onkrir danir leitaðu sær oman í Nyhavnina at [...] fólkunum, sum høvdu valt at seta seg á Ráðhúsplássið at hyggja eftir dystinum í besta sólkskinsveðri og 25 hitastigum, høvdu latið seg í okkurt plaggið, so at týðuligani sást, at hetta vóru viðhaldsfólk hjá Danmark
hurðum, sum í flestu førum er bæði rætt og rímuligt, men í nøkrum førum var kanska nógv betri, um hesi mál vórðu viðgjørd fyri víðopnum hurðum. Hesi skattamál snúgva seg um umsóknir um avsláttur í álíknaða [...] býttu vinnurekandi sum rinda skatt. Nagli í hurðina Tað eg veit um, kunnu vinnurekandi í eitt nú londunum uttan um okkum ikki bera seg so at. Tað forðar lóggávan í hesum londum fyri. Lúka vinnurekandi ikki [...] skattinum. Hesin hevur rikið vinnuvirki í mong harrans ár, uttan tó at hava givið upp skatt. Hvørt ár er hevur skattavaldið mett inntøku hansara og sett hann í skatt, men goldið hevur hann ikki. Nú stóð
nýtti nógvar løtur um summarið at fara gongutúrar í fjøllini ? bæði her nærhendis og aðrar staðir kring oyggjar okkara. Sjálvandi havi eg gingið nógv í fjøllini nærhendis heimbygdini. Eitt nú sum seyðamaður [...] gingið. Her hugsi eg um allar tær løtur, sum mær untist at vera í haganum saman við mínum góða vini, Alfred Klein. Vit vóru báðir røktingarmenn í Innandals, har okkara háborna Blábjørg trónar ímóti vestri, [...] eg fái boð frá honum um, at í morgin, sunnudagin eftir kirkjutíð, fara vit útferð á Slættaratind. Tað sær út til góð líkindi. Jú, so var farið. Millum onnur vóru skótar við í ferðini. Eg hevði tríggjar
ætlan verið í Klaksvík í góðari tíð. Men klokkan var nú 15 og vit stóðu enn og bíðaðu. Næsta ferja av Oyragjógv sigldi kl. 16.30. Hann náddi ikki til nakra ferju í Leirvík. Og ikki til tann fund í Klaksvík [...] Fyri hann eitt fyribrigdi ein vil vera fyri uttan. Í Danmark ringt at uppliva, men sera lætt í Føroyum. Tað er bara at hava Oyragjógv við í ætlanini, so ert tú skjótt eitt slíkt upplivilsi »ríkari«. Fyri meg [...] . Tað er púra greitt. Vit í Vágum vilja hava at hetta arbeiði byrjar sum skjótast. Vit finna okkum ikki í at vera hildnir gíslar í lokalpolitiskum spæli frá m.a. øðrum øki í landinum, ið ynskir eitt so
norðoyastevnu, var tað ikki heilt greitt, um Húsavíkingurin fór at taka lut í kappróðrinum í 1998. Teir høvdu boðað frá luttøku í FM kappingini, men teir meldaðu frá til norðoyastevnuna. Síðani tá hava teir [...] tóktust hava fyrimun, men tað skuldi serliga vera í startinum. Teir umborð á Húsavíkingi høvdu vant í seks vikur, men hóast aðrir mundu hava vant í tvífalt so langa tíð, so vóru teir umborð á Húsavíkingi [...] báturin, sum ongantíð áður hevur vunnið ein tann einast róður, skuldi seta hinar bátarnar uppá pláss suðuri í Vági. Argjabáturin, Miðvingur, Kvívíkingur og Knørrur høvdu undan jóansøkuni drigið mest til sín
telduni ella draga úr internótini. Í molum og í pettum. Tvørturímóti er vitan innlit í tey ymisku viðurskiftini, í heiminum, í náttúruni, í samfelagnum o.s.v., innlit í samanhangirnar, treytirnar, orsøkirnar [...] og fríðar sum baldursbráin, íð prýðir sandin í Sólhavn. So ymiskar tær eru í útsjónd, í einum eru tær líkar: látrinum! Tær hava glaðasta og fríasta látur í landinum, tað er ein látur, sum hvørki virðir [...] vildi man ikki vita av slíkum, so tey tóku í herðatoppin á Rasmusi og góvu honum tvinnar kostir í at velja: at standa við síni orð og afturfyri verða noyddur í kongsins her alt sítt unga lív - ella at avnokta
rættan embætismann. Soleiðis skal tað vera! Góði Sofus. Tú ert væl kendur millum føroyingar, sjómenn sum embætismenn, og ikki minni væl kendur ert tú í Skotlandi ? kendur sum tann fryntligi, fyrikomandi og [...] umboðað Føroyar í Bretlandi. Við tínum persónligu eginleikum hevur tú givið Føroyum eitt gott umdømi uttanlands fyri eftirtíðina, sum fer at gagna Føroyum í samskiftinum við Bretland í komandi tíðum. Nú [...] »Á hesum sama degi fyri 50 árum síðani ? 28.06. 1948 ? varð Sofus Poulsen settur í starv sum hjálparmaður á umboðsstovuni í Aberdeen. Longu tá sá landsstýrið týdningin av góðum umboði uttanlands ? at víðka
so verða sett í skatt av líkningarmyndugleikanum, kunnu tey gera sum tey vilja, um tey gjalda ella bara lata sum onki. Hetta er niðurstøðan í grein hjá Tórfinni Smith, býráðslimi í Havn, í Sosialinum l [...] aðra niðurstøðu enn hana, at ert tú vinnurekandi er eingin orsøk til at rinda skatt. Tú skal bara lata verða við at geva upp. So einfalt er tað.? Tórfinn sigur seg tó ikki ivast í, at tey flestu vinnurekandi [...] ella ?hol í lógini?, sum er atvoldin til at onki verður gjørt við slíkt ?himmalrópandi órættvísi?, sum Tórfinn sigur. Ella um myndugleikar, fyrisitingarligir ella politiskir, eru mjúkari í síni framferð