Eitt er at fáa orkuna til vega - annað er at stýra hesi orkuni. Hartil krevst leiðsla.
Í sambandi við leiðsluspurningin í Føroyum kunnu vit taka serliga hesar spurningarnar fram: sjálvt leiðsluhandverkið, leiðsluútveljingin og leiðsluorkan.
Men fyrst mega vit gera okkum greitt, at so at siga einki vinnuligt prosjekt kann standa einsamalt.
Eitt vinnuprosjekt hevur at kalla altíð fyri neyðini at virka í einum almennum høpi við bæði almennum og privatum samstarvspørtum. Hetta er serliga galdandi fyri modernaða vinnu, sum júst skal liða seg uttanum eina harða prískapping.
Munurin millum teir privatu samstarvspartarnar og teir almennu er, at fleiri almennir samstarvspartar hava eitt slag av veto-rætti mótvegis prosjektinum. Hetta er sjálvsagt ikki formelt galdandi fyri nakran privatan samstarvspart, hóast t.d. ein banki kann hava so gott sum veto-rætt í flestu førum í Føroyum.
Hvat nyttar t.d. einum arkitekti at tekna eitt vakurt hús, um ikki timburmenn vilja vera við at byggja? Hvat nyttar hesum arkitekti at tekna eitt vakurt hús og hjá timburmonnum at vera við í prosjektinum, um friðingarmyndugleikin ferð eftir ferð óneyðugt forðar eini royndarbygging?
Tá vit viðgera spurningin um sjálvt leiðsluhandverkið, so er í fyrsta lagi sum við fótbólti: ert tú búsettur í Brasiliu, so hevur tú betri møguleika fyri at gerast góður fótbóltsleikari, enn um tú ert búsettur í USA. Eitt gott leiðsluumhvørvi mennist.
Tað øvugta er eisini galdandi: eitt vánaligt leiðsluumhvørvi gerst enn vánaligari. Hetta er ein ónd ringrás, sum vit í Føroyum skulu vara okkum fyri.
Í øðrum lagi eru tvey rák - tveir skúlar, um ein vil - í modernaðari leiðslu. Tann eini skúlin er umsitingarligur í sínum grundsjónarmiðum. Høvuðstankin er, at framdriftin er sjálvsøgd - uppgávan er at stýra framdriftini.
Hin skúlin er meira virkisfýsin - entreprenørkendur. Høvuðstankin er, at framdriftin ikki er sjálvsøgd og at høvuðsuppgávan tí er at fáa skilagóða framdrift.
Vit hava helst brúk fyri báðum hesum skúlum í leiðslu, men vit hava neyvan brúk fyri eini yvirvág av tí umsitingarliga leiðsluskúlanum.
Í tí vinnuliga sektorinum er ein náttúrlig yvirvág av entreprenørkendum leiðslum, men eru vit ikki varin um trupulleikan, so er ómetaliga skjótt, at tann almenni sektorurin hevur at kalla bert umsitingarligar leiðslur. Hava hesar umsitingarligu leiðslur veto-rættin í hondini, so kann t.d. ein einstakur leiðari vera nóg mikið til at forða eini annars góðari verkætlan.
Tí er tað so ómetaliga týdningarmikið, at leiðslan í tí almenna sektorinum er sett soleiðis saman, at hon bæði er nóg umsitingarlig til at skil er á, og at hon er nóg entreprenørkend, so hon ikki forðar allari sunnari menning í eini modernaðari vinnu.
Leiðsluútveljingin er eisini ein týðandi spurningur. Ein leiðsla kann vera umsitingarlig við skili. Hon kann eisini vera entreprenørkend við skili, alt eftir hvør uppgávan er. Spurningurin er so, hvussu leiðslan verður útvald.
Eru tað skilafólk, sum verða sett í leiðandi størv ella eru tað hentir idiotar, sum hava somu meiningar, sum tey sum seta? - inntil løtan skiftir?
Aftur er tað leiðslan í tí almenna sektorinum sum hevur stóran týdning fyri teir vinnuligu karmarnar. Sita hentir idiotar í ov mongum ella serliga óhepnum størvum, so skal ikki nógv til fyri at forða einum annars góðum prosjekti.
Tí er tað so ómetaliga týdningarmikið at leiðslan í tí almenna sektorinum verður soleiðis samansett, at leiðsluábyrgdin í praksis liggur á teimum, sum eru sett at leiða. Tá hava hentir idiotar trong kor at arbeiða undir
Triði spurningurin, sum vit skulu viðgera her, er leiðsluorkan. Hvussu nógva orku eiga vit, sum hevur stundir, tekniskar og fíggjarligar møguleikar til og vitan um at leiða?
Spurningurin er serliga viðkomandi hjá okkum, tí vinnuvirkini eru so smá. Í flestu førum hava tey so lítla orku í leiðsluni, at hon neyvan megnar meir enn tað mest neyðturviliga við roknskapi og formellum krøvum til almennu fyrisitingina.
Nær hava hesar leiðslur møguleika at hitta fremmandar tørvir, fremmandar loysnir og fremmandar samstarvspartar? Nær fáa hesar leiðslur møguleika at síggja ein modernaðan vinnumøguleika?
Tann almenni sektorurin hevur uppgávur, sum í mongum førum hava fremmant samstarv við sær. Tann almenni sektorurin hevur í mongum førum uppgávur, sum kunnu tengjast beinleiðis til ítøkiligar vinnumøguleikar. Ja, í summum førum er samskifti millum almennar leiðarar í ymiskum londum ein fortreyt fyri vinnuligum samskifti.
Tí er tað av stórum týdningi at tann almenni sektorurin er soleiðis samansettur, at tað ber tí almennu leiðsluni til at veita teirri privatu leiðsluni eyka orku og møguleikar.
Omanfyri eru nakrir týdningarmiklir spurningar nevndir í sambandi við leiðsluna av einum modernaðum vinnuligum framburði. Spurningurin um leiðslan er framdriftshugað, spurningurin um vit útvelja skilafólk og endiliga spurningurin um, hvussu vit gangnýta leiðsluorkuna í landinum.
Ynskja vit at geva føroyskum virkjum ein møguleika í modernaðari vinnu, so noyðast vit at skipa tann almenna sektorin soleiðis, at tey smáu føroysku virkini í fyrsta lagi fáa ein virkisfýsnan, samstarvandi almennan sektor, í øðrum lagi skilafólk í almennum leiðarastørvum og í triðja lagi ítøkiliga leiðsluorku frá tí almenna, har hetta ber til ella er beinleiðis neyðugt.
Leiðsla er m.a. at binda ringin saman, har á stendur. Karmurin um eina modernaða vinnu krevur, at tann almenni sektorurin megnar at binda ringin saman í eini annars góðari vinnuligari ætlan.
Tað er neyðugt í væl størri londum við vinnuliga sæð væl betri samanseting av smáum og stórum virkjum enn í Føroyum.
Hetta er ein orsøk til, at tann almenni bygnaðurin eigur at standa ovast á breddanum, tá vit viðgera spurningin um karmar fyri modernaða vinnu.
Signar P. Heinesen