in Jonas, sum er prestur í Romsdalen í Noreg, sum liggur næstan áraka Føroyar. Vinmenninir eru sostatt sendir út í hvør sín útjaðara á ríkinum. Ferðin hjá tí nýggja prestinum norður í hav er ikki við mýkindum [...] tilburðir ikki fara fram í skaldsøguni, akkurát tá ið teir fóru fram í veruleikanum. Tinganes brann 30. januar 1673 - í skaldsøguni 13. mai 1670 - og admiralurin Jens Rodsten kom til Føroya í august 1670 at taka [...] kom til Føroya longu í 1651, meðan Peder Børresen ikki kemur fyrr enn í apríl 1669, og í juli 1670 er skaldsøgan lokin. Høvundurin hevur greidliga valt at savna hendingarnar innan ein stuttan tíðarkarm fyri
hann seg í Klaksvík eitt ár, áðrenn hann í fjør vár stevndi suðureftir aftur at verða spælandi venjari í Royn. Og hóast tað nú eru tvey ár síðani, at fótbóltsárið endaði, eru hjúnini Mancic enn í Hvalba [...] jól í Føroyum fyri fyrstu ferð. Ístaðin fyri ætla tey sær at halda eina langa summarferiu í Jugoslavia í summar. Mancic húskið er úr einum býi sum eitur Sombor, har 80.000 fólk búgva. Sombor er í einum [...] Í einum húsum í Hvalba situr lítli Stefan so hugagóður og spælir á køksgólvinum. Hann er fult konsentreraður um eina eina ranglu, sum hann situr og jaglar. Men hann er ein fittur og glaður drongur og hann
Arresthúsið í Havn hevur rúm fyri 15 fangum, men verður stúvað væl, so kunnu teir vera 18 í tali. Allir klivarnir eru til ein persón, uttan tann eini, har rúm er fyri trimum fangum í senn. Í arresthúsinum [...] løtuni sita í arresthúsinum í Jónas Broncksgøtu sleppa heim at halda jólini saman við sínum kæru. Nøkur sleppa ikki heim Í ár verða tað tó einir átta fangar, sum ikki sleppa heim á jólum. Hetta eru fyrst og [...] eyka gott mangan at fylgja við matinum. Eins og øll onnur fáa teir eisini rísingreyt omaná. Tað einasta, sum er eitt sindur øðrvísi við matinum í hjá teimum, sum sita í arrestini um jólini, er, at teir fáa
við, at almenna nýggjárshaldið fer at vera í umleið ein tíma. Missiónshúsið á Toftum hevur annaðhvørt ár opið hús nýggjárs nátt. Annaðhvørt ár er opið hús í missiónshúsinum á Glyvrum, og hesa ferð verður [...] ld fara tey í Nes kommunu at gera burturúr skiftinum frá 1999 og til ár 2000. Tað er vanligt, at kirkjugongd er nýggjársaftan, og soleiðis verður tað eisini hesa ferð. Kirkjugongd verður í Fríðrikskirkjuni [...] undir tak í húsunum, sum Regn eigur á havnarlagnum. Har verður okkurt heitt at fáa. Felagssangur verður á skránni, og Jógvan Ingvard Olsen, sum var løgtingsmaður frá 1970 og fram til valið í fjør, fer
hendir í øðrum londum kemur mangan til okkara seinni. Men í roynd og veru eri eg ikki so bangin fyri tí, fyrst og fremst av eini ávísari grund: ? Í Føroyum hava vit hildið fast um ? og tað kunnu vit í stóran [...] tá bispur hyggur inn í framtíðina, sær hann eitt vandamál í, at kirkjan verður borin á lógvum. Vandin er fyri, at kirkjufólkið missur sín virkna leiklut í kirkjuni, um kirkjan fær í posa og sekk. ? Einasti [...] bíbliufatan. Ein prestur hevur lagt frá sær, aðrir hava verið skuldsettir fyri ranglæru, og tað verður tosað hart um at stovna fríkirkjur í Føroyum. Men bispur stúrir ikki fyri, at kirkjan klovar í næstu øld
Hetta er ein tann mest gátuføra søgan í Bíbliuni, og nú vit eru farin um tvey kristin tíðarmót, 2000-árahaldinum fyri Jesu føðing og 1000-ára haldinum fyri kristniboðan í Føroyum, er hóskandi í eini tíðargrein [...] mangt eitt kríggið í heimspartinum. Í heyst vóru samráðingar í Seattle um nýggja heimshandilsskipan. Tær slitnaðu við mikið rok, tí vesturheimurin vil ikki sleppa triðja heiminum upp í part.Vesturheimurin [...] týdningarmikið í spølunum hjá fjølmiðlunum hesar dagarnar, tikið upp á tungu, tá øldin skal gerast upp. Tað sum vit í okkara yvirmóð hava skýrt heimsbardagar, fara verða nevndir í fótnotum í søguverkunum
Fleyr-SÍ 2-1 Tað gongur ikki altíð, sum prestur prædikar, og slett ikki sum ein sjálvrur hevði ætlað sær. Leygardagin hevði oddaliðið í meistaradeildini hjá monnum vitjan av SÍ, og ikki var annað væntandi [...] aftur á beint. Gongdin helt fram í fjórða setti, og í hesum báðum settunum kom rættiliga greitt til sjóndar munurin millum spæli hjá sørvingum og hjá havnarmonnum. Breiddin í spælinum hjá Fleyr er væl størri [...] við greiðum sigri til Fleyr, sum sostatt fekk togað ein 2-1 sigur til høldar. Við sigrinum er stóra høvuðstaðarfelagið framvegis besta boðið til ein nýggjan meistara, men teir mugu taka seg saman, tí tað
ið, áðrenn seinastu dystirnar. Tær eru í løtuni á øðrum plássi, ájavnt Neistan í stigum og tvey stig frammanfyri Kyndil, umframt at tær eiga ein dyst til góðar í mun til hini bæði. Hinvegin eru tað fýra [...] eitt gott boð upp á ein komandi meistara, og í øllum førum er líkt til, at teir vera við í gullstríðnum fram til seinasta leikdag. Teir hava nevnliga tríggjar dystir móti veikaru liðunum í deildini á skránni [...] verður hugt at gongdini higartil í ár sæst, at Kyndil hevur vunnið allar dystirnar móti VÍF. Tveir dagar seinni kemur Stjørnan á vitjan, og lítið er at ivast í, at Stjørnan í hesum dystinum ætlar sær at seta
sjálvan Heri Joensen, prestur í Havn, Jógvan Fríðriksson, prestur á Gjaranesi og Ólavur Rasmussen, prestur í Hvalba. Á Fróðskaparsetrinum var eisini Armgarð Arge, sum nú arbeiðir í Útvarpi Føroya umframt [...] er ein jarðarferð í Gásadali. Tað var ein slík hátíðarlig og stórbær løta, sigur Uni, at hon verður standandi í minninum. Maður var deyður í Gásadali. Hann hevði sjálvur ynskt at verða jarðaður í kir [...] sonnum ein hugtakandi løta, har ein kendi seg rættiliga nær skapanarverkinum, minnist Uni Næs, prestur. Góðir starvsfelagar Uni Næs er prestur í Norðstreymoyar- og Vága prestagjaldi við bústaði í Vestmanna
hugmynd longu tíðliga í hansara virki, borna fram í kámari strikumynd í summum av hansara yrkingum, meira neyvt lýsta eitt nú í onkrari røðu. Í fáum orðum lýst er henda hugmyndin ein samanrenning av tí besta [...] stóri spurningur kann býtast sundur í tveir undirspurningar. Í fyrsta lagi kann tá verða spurt, hvørjir megintræðrirnir vóru í skaldsins lívi og virki. Í øðrum lagi kann ein spyrja, hvat er eftir av tí heimi [...] tær fáa ein útveg, kann úrslitið vera ein ávís trygd ella eitt ávíst samljóð, í besta føri blóman og lukka. Tjóðskaparrørslan Tað kann tykjast eitt undur, at henda romantiska rørsla, sum valdaði í Týsklandi