SÍ gjørdi ein vørr

Flogbóltur: Sørvingar tóku Fleyr á bóli í fyrra hálvleiki av dystinum í Havn, men tað var kortini ikki nóg mikið tí Fleyr vann dystin

Fleyr-SÍ 2-1


Tað gongur ikki altíð, sum prestur prædikar, og slett ikki sum ein sjálvrur hevði ætlað sær.

Leygardagin hevði oddaliðið í meistaradeildini hjá monnum vitjan av SÍ, og ikki var annað væntandi, enn at Fleyr fór at vinna ein lættan sigur, men so var kortini ikki. Teir máttu stríðast fyri tí, sum teir ætlaðu sær, og tað uppfataðu teir ikki fyrr enn fyrri hálvleikur var av.

Og tá var støðan 1-0 ? til SÍ.


Dovnir havnarmenn

Dysturin leygardagin var ein av teimum, har heimaliðið tók uppgávuna alt ov lætt. Tað var rættiliga skjótt, at tað sást, at teir ikki høvdu hug at gera meiri enn allarhægst neyðugt, men, samstundis sum hugurin at spæla ikki var tann stóri, fall úrtøkan í spælinum.

Hinumegin netið høvdu sørvingarnir fingið blóð á tonna, og við eitt sóðu teir møguleikan at fáa nakað burturúr hesum dystinum, sum teir annars ikki høvdu væntað.

Teir vístu vilja at vera við og tað eydnaðist teimum eisini. Teir lótu ongantíð Fleyr sleppa serliga langt frá teimum, og tá teir sjálvir høvdu sterkastu uppstilling frammi við netið fingu teir nógv burtur úr.

Fleyr vann fyrsta sett, men tað var bert við trimum eygum ? 21-18, men tað sást á øllum brøgdum, at dysturin var ikki av, tí sørvingarnir vóru ikki langt frá, og so var.

Í øðrum setti gjørdu teir bart. Teir vunnu eitt sera javnt og spennandi sett við 22 stigum móti 20, og tá javnbrótaran vunnu teir eisini, so nú stóð brádliga 1-0 til SÍ, og tað var alt annað enn væntað.

Men tað var fult uppiborið, at SÍ hevði vunnið, tí fleyrleikararnir vístu seg ikki frá síni bestu síðu í fyrra hálvleiki, tí teir vóru dovnir og líkasælir.


Vaknaðu úr dvala

Lagið var einki serligt á havnarmonnum tá hálvleikt var. teir lógu undir fyri sørvingum, sum spældu einfalt, men tað tyktist vera nóg mikið, tí teir vóru frammanfyri. Fleyr hevði roynt við fjø?lbroyttum spæli, men tað vísti seg ikki hanga saman.

Tá annar hálvleikur byrjaði var eingin ivi um, hvat av liðunum hevði størsta hugin at vinna. Særda havnarliðið hevði tikið seg saman og eftir lítlari løtu var Fleyr farið langt frammanfyri.

Triðja sett endaði eisini við greiðum sigri til Fleyr, sum nú tyktist vera komið aftur á beint.

Gongdin helt fram í fjórða setti, og í hesum báðum settunum kom rættiliga greitt til sjóndar munurin millum spæli hjá sørvingum og hjá havnarmonnum. Breiddin í spælinum hjá Fleyr er væl størri, og tí ber til at gera fleiri kombinatiónir enn onnur lið.


Stórur munur til endans

Hóast tað eftir fyrra hálvleik sá út til at fara at gera ein spennandi dystur, so varð tað ikki so tá til stykkis kom. Fleyr vaknaði áðrenn ov seint var, og fekk spælið aftur á beint.

Seinasti javnbrótarin endaði við greiðum sigri til Fleyr, sum sostatt fekk togað ein 2-1 sigur til høldar.

Við sigrinum er stóra høvuðstaðarfelagið framvegis besta boðið til ein nýggjan meistara, men teir mugu taka seg saman, tí tað er ikki hvørja ferð, at teir sleppa at koma afturíaftur, sum teir gjørdu leygardagin. Klaksvíkingar lúra eftir teimum, og fara ikki at lata sær bjóða fleiri ferðir.

Í teimum báðum seinnu settunum var eingin ivi um, at Fleyr var betra liðið, og til tíðir vístu teir sera vakurt spæl í hesum báðum settum. Hjá sørvingum var tað bara at staðfesta, at teir hvødu fingið meiri enn teir kundu væntað sær, og tað vóru teir eisini glaðir fyri.

Til teirra rós, skal sigast, at teir bardust fyri sínum møguleika.