Eyðun Andreassen
Jólanátt sást verðurgarðurin í Havn so stórur, vakur og hugtakandi, sum eg ikki havi sætt áður. Og himmalin stjørnuklárur. Tvey kvøld frammanundan var eisini stjørnuklárt, og mánin klárari og størri, enn nakar núlivandi hevur sætt. Tað eru 134 ár síðani, hann seinast var so nær jørðini, siga mánafrøðingar
Prestur hevði kunnað tikið hesa sjón sum eina vakra poetiska mynd upp í seinastu jólaprædiku sína í túsundáraskeiðnum. Meira hevði hann valla gjørt burturúr, men um tað mundið, skeiðið byrjaði, hevði í hvussu so er meira verið gjørt burturúr av prædikustólinum. Miðaldarmenniskjað greindi sær framtíðina úr øllum, ið til taks var. Óvanlig náttúrufyribrigdi vóru best sum empiriskt grundarlag undir hesi ?vísindagrein.?
Í ár vóru enn fleiri tekin: barometrið fall í botn upp undir jól og helt sær har alla høgtíðina, men veðrið var tað sama góða. Ongin stormur, onki illveður. Í somu løtu klokkurnar skuldu ringja fyri nýggja túsundáraskeiðnum, og Leivur Hansen festa í fýrverkið, brast hann á við óvanliga grovum heglingsæli, sum fór av aftur líka brádliga, sum komið var inn um gáttina til nýggja skeiðið. Tveir dagar seinni rak ein sjálvdeyður stórhvalur á land í Sørvági.
Eg eri ikki spámaður og veit einki um framtíðina. Tað vita spámenninir heldur ikki! Dugi ikki at lesa teknini. Men útlitini eru vánalig: Ófriður og kríggj taka seg upp í størri mun enn leingi, hungursneyð, ógvulig ódnarveður, nýggjar og gamlar umfarssjúkur, tilfeingistrot og dálking hótta sjálvt ríkmannalondini fyri vestan og veldigar politiskar rembingar eru í koming. Tó vit kenna útlitini, vita vit einki um, hvat veruliga fer at henda.
Vísindi og synd
Tá ið Ádam og Eva ótu av trænum í miðjum aldingarðinum, lærdu tey at skyna á góðum og illum. Hetta er ein tann mest gátuføra søgan í Bíbliuni, og nú vit eru farin um tvey kristin tíðarmót, 2000-árahaldinum fyri Jesu føðing og 1000-ára haldinum fyri kristniboðan í Føroyum, er hóskandi í eini tíðargrein at byrja tann lagnudagin, tá Ádam og Eva ótu av trænum.
Tá sagt kann verða um eitt fólk, at tað dugir at skyna á góðum og illum, er tað helst um eitt fólk, ið ikki ger ilt. Soleiðis er vanligt málbrúk á føroyskum. Hvat er tá tann øgiliga syndin, ið fekk Gud at fella dóm yvir allar eftirkomarar Ádams og Evu? Var tað vitan í sjálvum sær, ið var so stór synd? Ella ólýdni móti Guðs boðum? Hetta er gátuført og verður tað ikki minni, tá Gud samstundis sigur soleiðis: ?Sí, Ádam er vorðin sum ein av okkum til at skyna á illum og góðum!? Í Nýggja testamenti áleggur Jesus menniskjunum at stremba eftir at gerast fullkomin eins og Gud. Tað kann tí hvørki vera kunnskapurin í sjálvum sær, ið er tann stóra syndin, tí Gud er alvitandi. ella at Ádam vildi vera sum Gud, tí Gud gevur boð um at stremba eftir hesum.
Træið í aldingarðinum verður eisini nevnt kunnskaparins træ, og við kunnskapi og vitan kann øll menning mannaættarinnar lýsast. Vilja og evni at finna fram til nýggja vitan, og áræði og møguleikar at nýta hesa vitan.
Kristindómurin gjørdist altumfatandi ideologi í Europa, og einasti andaligi karmur hjá europearunum, samstundis sum kirkjan gjørdist ein verðslig makt. Kirkjan arbeiddi á tveimum mótum. Á tí politiska stríðsmótinum stóð stríðið móti kongum og keisarum, á tí andaliga móti tankum og vitan, ið vika kundu maktstøði hennara.
Tá túsundárið byrjaðið, ráddi ein hugmynd um, at onki samband var ímillum lutir og fyribrigdi. Alt stavaði beinleiðis frá Gudi. Soleiðis var hin miðaldarligi tankin, og tí var tað ókent at leita eftir orsøkum her á jørðini. Men Gud hevði ikki bara skapt alt, alt var eisini eitt vitni um skaparverk hansara. Ikki bara náttúran hoyrdi til skaparverkið, men eisini politikkur og samfelagsskipan. Gud hevði sett pávan sum Kristi eftirfylgjara, og tað var tí eitt standandi krav kirkjunar eisini at ráða í verðsligum lutum.
Tað var ikki einans ókent at leita eftir øðrum orsøkum til nakað aðrastaðni enn í Guds skaparverki, tað var synd at leita eftir slíkari vitan, hóast Bíbliunnar boð um at stremba eftir at gerast fullkomin eins og Gud og harvið eisini allvitandi sum hann. Tátíðar kristindómur legði størri dent á syndafallið í aldingarðinum enn á boðini at stremba eftir at verða sum Gud. Tað sigst tó, at munkar fingust við slíkar fáfongdar ambitiónir.
Menniskjað var tað ýtarsta av Guds skaparverki og tessvegna var jørðin, stað menniskjunar, alheimsins miðdepil. Meistarin Galilei Galileo varð dømdur av kirkjuni, tí hann vísti á sum ein veruleika, at jørðin snaraði um sólina og ikki stóð í stað. Visindamenn kundu sleppa at spæla sær við tankan, men ikki meira.
Tá var hálvt túsundáraskeiðið runnið (Galileo livdi frá 1564 til 1642) og vísindamenn vóru um at fáa eyguni upp fyri, at ?jarðiskar? orsøkir funnust til náttúrufyribrigdi. Við hesum innliti og møguleika kom ferð á nútímans gransking í fótasporum Galileis, ið ikki einans spældi sær við tankan um jørðina, ið snarar um sólina, men vildi prógvað hetta: Hann eksperimenteraði í síni gransking sum tann fyrsti, og kundi sostatt vísa á veruleikar, har aðiri høvdu hildið seg til reina teori.
Eg haldi hetta vera størstu hending í túsundáraskeiðnum, at sleppa undan okinum frá syndafallinum. Hervið byrjaði nútímans gransking, ið er grundarlagið undir hátøkniliga samfelagnum í dag.
Menniskja ella maskina
Í dagbløðum um allan heim spæla fólk sær við at nevna tað týdningarmiklastu uppfinningina í farnu øld ella í farna túsundáraskeiði. Summi siga so, og summi siga so! Penisillin, mánarakettir, teldur og hvørt av sínum. Altíð ?góðar? uppfinningar. Men hava tær havt størst týdning? Eg kundi nevnt nevnt kanónir og atombumbur. Hava tær ikki havt stóran týdning?
Eina slíka ingeniøruppfatan av tilveruni, har maskinurnar í sær sjálvum eru so týdningarmiklar, havi eg ilt at sáttast við. Ongin maskina hevur størri týdning enn andaliga støðið, hvussu menniskjað livir saman við maskinunum.
Í kjalarvørrinum á teimum nógvu og stóru uppfinningunum hevur fylgt ein optimisma, um at menniskjað hevur fult vald og ræði í tilveruni. At alt kann stýrast og allir tekniskir møguleikar, ið uppfinningarnar hava skapt, eiga at útnyttast. Henda optimisman hevur skapt eina hugmynd av, at alt gerst altíð betri, at øll menning er framburður, at allar broytingar eru til tað betra.
Í hugsunnarhátti vesturheimsins hevur menniskjað lyndi til at meta seg sjálvt sum alheimsumboðandi. Menning, framburður ella framstig í vesturheiminum verða hildin at galda allan heimin. So er ikki, og hvat meira er, vesturheimurin er bert ein sera lítil partur at øllum heiminum, ið fyri tað fyrsta ikki hevur nomið somu menning og framgongd, men hartil hevur liðið undir hesi somu menning. Við vesturheimsins optimismu og kapitalistiska atgerðarfýsni hevur fylgt ein kúging av øðrum og størri pørtum av heiminum. Tað er so, at størri framgongdin og ríkidømið í vesturheiminum er, størri gerst neyðin og longur niðurundir koma aðrir partar av heiminum.
Við optimismuni í vesturheiminum og tí fyrilitsleysa kapitalistiska atgerðarfýsni hevur fylgt tað umhvørisóføri, menniskjað hevur komið sær í. Gongdin hevur verið soleiðis, at viðurkenningina av hesi negatión av tí stóra uppfinningartíðarskeiðnum seinna helming av túsundáraskeiðnum má metast at hava minst líka stóran týdning í øllum 1000 ára skeiðnum, sum tær uppfinningar og vísindaligu framstig, ið leiddu fram til bæði vælferðina og umhvørvisneyðina.
Kravið úr
triðja heiminum
Tað er sagt so ofta fyrr. Vælferðin er fyri tey fáu, sum búgva í vesturheiminum, og treytað av neyðini í triðja heiminum. Hetta er suður-norður kreppan, ið sum eitt óløgi stendur til at bróta og ?skola so mangt omanav.? Nýtímans samfeløg og búskapur í Afrika eru skapt av europearum til egið gagn. Tað var vesturheimurin, ið bæði keypti og seldi trælirnar í síni tíð, og eftir hesum handli vóru nógv av samfeløgunum til. Vesturheimurin bæði seldi og keypti diamantarnar í Suðurafrika, og landið varð skipað eftir tí. Europeararnir fingu alt, afrikararnir einki. Tað er vesturheimurin, ið selir oljuna í Nigeria, og tað er vesturheimurin, ið keypir hana eisini. Hin vanligi nigerianarin fær einki. Tey snórabeinu landamørkini eru strikað við europeiskum linjálum, og eru í sjálvum sær beinleiðis uppruni til mangt eitt kríggið í heimspartinum.
Í heyst vóru samráðingar í Seattle um nýggja heimshandilsskipan. Tær slitnaðu við mikið rok, tí vesturheimurin vil ikki sleppa triðja heiminum upp í part.Vesturheimurin - EU og USA - vil regulera heimshandilin til egnan fyrimun. Londini í triðja heiminum krevja fríari handilsskipanir, so tey sleppa upp í part at selkja egna góðskaða landbúnaðarframleiðsluvið. Vesturheimurin vil ikki, at tey hava nakra vørugóðsking yvirhøvur, men skal selja sínar landbúnaðarvørur sum ótilvirkaðar rávørur til góðsking í ídnaðarlondunum at selja sær sjálvum og teimum aftur.
Vit vita , at hetta ber ikki til í longdini. Og um skamma stund, tíðliga í nýggja túsundáraskeiðnum stendur øll henda skipan fyri kollvelting. Hvussu ógvuslig hon verður, verður tað vesturheimurin, ið kemur at avgera.
Hvussu leingi ber til at hava kikaran fyri blinda eygað?
Heilt víst er tað, at áðrenn nýggja øldin er hálvrunnin, er kravið frá triðja heiminum um at fáa lut í ríkidøminum og vælferðini fyri vestan so sterkt, at ein javning stendur sum einasta loysn. Og hon verður ikki til fyrimuns fyri luksuslívið í vesturheiminum. Høvuðsmálið fyri framman er, hvussu heimurin skal býta avmarkað tilfeingi. Her er einki annað svar uttan meira vitan og gransking. Kríggið fer at harðna um bitarnar, og bara kunnskapur, ikki vápn ella religión, kann finna loysnir.
Afturgongd fyri stavn?
Hugmyndin um ta ævigu framgongdina stendur til at falla. Eg síggi fyri mær afturgongd frá vælferðarsamfelagnum og ríkmannalívinum í vesturheiminum longu í hesi øldini. Fylgi eg hagtølunum fyri meðal livialdurin hjá monnum í hesum heimspartinum, livi eg til ár 2017, og tað kann sera væl henda, at eg komi at uppliva nakað av hesum. Longu tá fyrsta øld av túsundáraskeiðnum er runnin, verður onki av tí, ið verður nevnd sum týdningarmikið í spølunum hjá fjølmiðlunum hesar dagarnar, tikið upp á tungu, tá øldin skal gerast upp. Tað sum vit í okkara yvirmóð hava skýrt heimsbardagar, fara verða nevndir í fótnotum í søguverkunum, kommunisman og kalda kríggið í seinnu helvt av hesi øldini og at múrurin fall, eru kuriøsar episodur, og kanska er fólkastýrið eisini ein langt síðani endað og sera stutt søgulig perioda, skúlabørn verða plágað við til próvtøku.
Tað kann eisini verða, at áðrenn túsundáraskeiðið er hálvrunnið, tosar alheimurin eitt einasta mál, sum ikki heilt víst verður enskt/amerikanskt. Fyrigevið mær, at eg nú eri farin at spáa, ið eg sum nevnt ikki dugi, men tá hjartað er fult, mælir muður. Meira sannlíkt er, at um hetta sama mundi, tá øll tosa eittans mál, er heldur eingin munur á huðaliti longur. Hevði tað verið so væl.
Røddir úr grøvini
Aftur til føðingardagsbarnið. Søgan um aldingarðin er framvegis kristindómsins raison d´être, læran um arvasyndina. Í 1500 ár eydnaðist kirkjuni at steðga gransking og nýggjari vitan, men so rivnaðu garðarnir, og vit komu har til, vit nú eru stødd. Hundrað ár undan meistaranum Galilei fekk einsýnamaðurin Leonardo da Vinci sær at eta av tí forbodnu fruktini av trænum og vegaði nýggjar og ókendar gøtur á kunnskaparins øki. Hann teknaði tanks, tyrlur og kavbátar (við árum!) og annað mangt. Hann var so djarvur at kanna mannakroppin, skar lík sundur og granskaði vøddar. Men alt í duldum. At granska skapanarverk Guds (og kirkjunnar!) var ikki lukkuligt, og væl kundi hann fingið harðari revsing enn Galilei hundrað ár seinni.
Kunnskapur og vitan var so vandamikil, at kirkjan enn ikki vildi prædika orðið á málum, tey trúgvandi skiltu. Luther breyt harðræði kirkjunnar, og hóast evangelisk-lutherska kirkjan ikki er syndafrí á hesum øki, gjørdist lættari at fáa størri vitan til vega. Renesansan og upplýsingartíðin eru týdningarmestu skeiðini í áratúsindunum.
Tí er tað hugtyngjandi og ræðandi, at fávitskan og óvitinheitin á gáttini til eitt nýtt túsundáraskeið aftur tekur sær sess í kirkjuni. Ikki á bríkunum, lurtandi eftir presti, men á prædikastólinum lærandi tey í bríkunum. At ein heil røð av lærdum (?), fundamentalistiskum prestum aftur fær ljóð fyri seg í kirkjuni. Hava tey seinastu 500 hundrað árini verið til fánýtis?
Hvønn týdning kann tað hava fyri sálanna freslu, hvør prædikar klokka 12 og hvør prædikar klokkan 15? Kann tað hugsast at hava týdning ?upp á hin eina dag,? nær prestur prædikaði? Neyvan, men hjá maktsjúkum prestum, hevur slíkt týdning.
Tað er ein óbehagiligur tanki, at religiøs fundamentalisma aftur er farin at dosera í kirkjuni ta upplýsingarfíggindaligu læru, at tað er synd at hugsa og fáa sær innlit og vitan. Snøgt sagt, eta av trænum í aldingarðinum. At orðið í sær sjálvum er tað avgerðandi, ikki hvat orðið merkir. Og ikki er sørt, at eitt ekkó av hesi antiupplýsingarlæru hevur ljóðað í vísindaliga kjakinum um eitt nú arvagransking. Skula vit aftur hartil, at vísindini verða dikterað ex cathetra úr kirkjuni?
Uppgávan fyri framman er at leska okkum meira av trænum í aldingarðinum. Granska, ikki spáa. Evnini at duga á at skyna millum gott og ilt verða tey mest avgerðandi fyri mannaættina eisini komandi túsundáraskeið.