Jólini verða eisini hildin handan rimarnar

Ymiskt er, hvussu fólk halda jól. Tey flestu eru saman við sínum nærmastu um høgtíðina, men tað eru tó nøkur, ið noyðast at halda jól handan rimarnar í arresthúsinum í J. Broncksgøtu. Starvsfólkið í arresthúsinum roynir tó at gera jólini so hugnalig sum gjørligt fyri fangarnar

Hóast tú hevur gjørt eina brotsgerð og situr í fongsul, so eru myndugleikarnir her á landi so mikið lagaligir, at teir lova tær at sleppa at halda jólini saman við tínum nærmastu. Tað vil siga, at teir flestu av teimum fangunum, sum í løtuni sita í arresthúsinum í Jónas Broncksgøtu sleppa heim at halda jólini saman við sínum kæru.


Nøkur sleppa ikki heim

Í ár verða tað tó einir átta fangar, sum ikki sleppa heim á jólum. Hetta eru fyrst og fremst fangar, sum sita varðhaldsfongslaðir. Tað vil siga, at teir ikki eru dømdir, men at sakarmálið koyrir ímóti teimum í løtuni. Fyri ikki at ávirka kanningarnar hjá løgregluni sleppa hesir fangarnir ikki út um jólini, tí mett verður, at teir so kunnu ávirka kanningararbeiði.

Leiðarin í arresthúsinum, Bent Jákup Hansen, sigur, at tað mangan gongur rúm tíð frá tí, at ein er dømdur fongsulsrevsing, og so til man skal inn at sita. Tá ið so arrestin innkallar fólk til at sita dómin hjá sær, so royna teir at laga tað so, at fólk ikki koma at sita um jólini og aðrar høgtíðir við. Hann nevnir eisini, at tað onkuntíð hevur lagað seg so mikið væl, at teir ikki hava havt nakran fanga sitandi um jólini, og tískil hevur arresthúsið tá verið stongt um høgtíðina.

Annars roynir starvsfólkið í arresthúsinum at gera tað so hugnaligt sum gjørligt handan rimarnar, nú jólini eru á gáttini. Tá ið Sosialurin vitjaði, høvdu fangarnir longu prýtt klivarnar, og sama kvøld skuldu teir fáa dekoratiónir á borðini. Bent Jákup Hansen sigur, at tað er so hugnaligt, sum tað nú einaferð kann vera undir teimum umstøðunum, sum har eru.


Maturin er góður

Eins og so mangir aðrir føroyingar gera nú á døgum, so eta teir í arresthúsinum dunnu á jólum. Allur maturin, ið etin verður handan rimarnar, kemur av landssjúkrahúsinum, og teimum hevur Bent Jákup Hansen alt gott at bera. Hann sigur, at maturin er avbera góður, og um høgtíðirnar plagar okkurt eyka gott mangan at fylgja við matinum. Eins og øll onnur fáa teir eisini rísingreyt omaná. Tað einasta, sum er eitt sindur øðrvísi við matinum í hjá teimum, sum sita í arrestini um jólini, er, at teir fáa jóladøgurðan á miðdegi jólaaftan og ikki um kvøldið, sum annars er vanligt heima við hús.

Eisini fáa allir fangarnir gávur, um teir sita inni á jólum. Vanligt er, at familjan kemur við gávum til teirra, og hetta verður latið teimum uttan stórvegis hóvasták.

Tað er ikki bert mat og gávur, sum tey fongslaðu í arresthúsinum, fáa um jólini. Eisini fáa tey andaliga føði. Arresthúsið hevur sín egna prest, ið kemur at halda eina guðstænastu fyri fangunum jólaaftan, og arresthúsleiðarin sigur, at tað plagar allir fangarnir at vera við til. Prestur hjá arresthúsinum er Sverri Steinhólm, sum eisini er sjúkrahúsprestur.


Nógv gistandi í ár

Bent Jákup Hansen sigur, at í ár hevur arrestin havt rættuliga nógv fólk gistandi. Nágreiniliga hvussu nógv fólk talan er um, dugir hann ikki at siga, men talið liggur um tey hálvtannaðhundrað. Hetta talið er rættuliga høgt, og teir hava næstan fult hús so at siga allatíðina.

Arresthúsið í Havn hevur rúm fyri 15 fangum, men verður stúvað væl, so kunnu teir vera 18 í tali. Allir klivarnir eru til ein persón, uttan tann eini, har rúm er fyri trimum fangum í senn.

Í arresthúsinum eru nógvir ymiskir hentleikar, sum fangarnir kunnu gera sær dælt av. Til dømis hevur húsið eitt væl útgjørt kondirúm, har man kann styrkivenja. Somuleiðis er borðtennis, billiard, dart og aðrir hentleikar, sum ein kann stytta sær um stundir við. Allir klivarnir hava sjónvarp, har møguleiki er at síggja seks ymiskar rásir.

Annars roynir starvsfólkið í arresthúsinum at gera dagarnar hjá teimum, sum sita inni, so líkar døgunum uttan fyri rimarnar, sum gjørligt er. Roynt verður, at fangarnir í mest møguligan mun hava eitthvørt at takast við um dagarnar, so at dagurin ikki gerst so gráur og keðiligur. Bent Jákup Hansen greiðir frá, at eru til dømis onkrar umvælingar, ið skulu gerast í húsinum, so verður ofta heitt á onkrar av fangunum um teir hava hug til at gera hetta, tí tað vísir seg, at nógvir av teimum eru ógvuliga fittir í hondunum og hava hug til at gera slíkt arbeiði. Somuleiðis eru tað fleiri, sum stytta sær stundir við at rippa húkar.

Arresthúsleiðarin sigur, at teir hava eina fasta dagskipan í húsinum, sum sigur, at tey, ið sita inni, arbeiða frá klokkan átta á morgni til klokkan tólv. Síðani er døgurðasteðgur í ein tíma, áðrenn farið verður aftur til arbeiðis klokkan eitt, og so verður arbeitt fram til klokkan fimm. Um kvøld er so felagsløta, har man kann gera sær dælt av mongu hentleikunum í húsinum. Hesir skipaðu arbeiðsdagarnir eru serliga ætlaðir teimum, sum sita inni í longri tíð, tí tað vísir seg, at hava hesir fangarnir ikki nakað at takast við, so verður vent upp og niður á degnum hjá teimum, og teir verða ávirkaðir av hesum sálarliga, sigur Bent Jákup Hansen.


Gongur friðarliga fyri seg

Annars heldur arresthúsleiðarin, at tað gongur friðarliga fyri seg yviri í Jónas Broncksgøtu. Sjáldan eru nakrir trupulleikar við teimum, sum sita inni, og tað er heldur eingir trupulleikar av teimum, sum sleppa heim at vitja um jólini. Teir, ið sita langar dómar, sleppa onkuntíð heim at vitja familjuna okkurt vikuskifti, men møta so aftur í arrestini sunnukvøld. Í ár fella jólini á eitt vikuskifti, so tað verður ikki stórt øðrvísi hjá fangunum enn at fara heim í vikuskifti.