Nýggjárshald á Toftum

Gamlaárskvøld fara tey í Nes kommunu at gera burturúr skiftinum frá 1999 og til ár 2000. Tað er vanligt, at kirkjugongd er nýggjársaftan, og soleiðis verður tað eisini hesa ferð. Kirkjugongd verður í Fríðrikskirkjuni klokkan eitt korter til tólv ella 23.15, og tað verður Jónsvein Bech, prestur, sum fer at prædika.

Eftir gudstænastuna ella um midnáttina fer skrúðgonga við kyndlum frá kirkjuni og heim á havnarlagið. Tofta Ítróttarfelag fer at skipa fyri, at fýrverk verður sent upp, og aftaná verður farið undir tak í húsunum, sum Regn eigur á havnarlagnum. Har verður okkurt heitt at fáa. Felagssangur verður á skránni, og Jógvan Ingvard Olsen, sum var løgtingsmaður frá 1970 og fram til valið í fjør, fer at siga nøkur orð.

Á Toftum rokna tey við, at almenna nýggjárshaldið fer at vera í umleið ein tíma.

Missiónshúsið á Toftum hevur annaðhvørt ár opið hús nýggjárs nátt. Annaðhvørt ár er opið hús í missiónshúsinum á Glyvrum, og hesa ferð verður opið hús á Glyvrum.

Tofta Ítróttarfelag hevur í mong ár havt ábyrgdina av bálinum, sum hevur verið á havnarlagnum á Toftum, men nú er avgjørt ikki at hava bál. Fleiri hallir eru bygdar á økinum, onkur skal setast upp afturat. Í sambandið við nógva virksemið eru leiðingar lagdar í jørðina. Alt hetta tilsaman ger, at tað ikki verður mett ráðiligt at kynda stórt bál á havnarlagnum.

Undanfarin ár hevur jólatræið á Toftum staðið á havnarlagnum. Tað hevur tað ikki gjørt hesa ferð. Í ár hevur kommunan havt trý jólatrø. Eitt hevur staðið norðanfyri kommunuskrivstovuna og niðanfyri Føroya Banka, eitt hevur staðið í Saltnesi, og eitt hevur verið úti á Nesi.