er vinnarin á ólavsøku, sum skal hava steypið. Eins og í fjør so fær FM vinnarin í kappingini millum 10-mannafør rætt til at taka lut í kapprógving í Scillyoyggjunum komandi vár. Tí syrgir Amerada Hess fyri [...] skreytlutir fram, sum teir eftir ólavsøkukappróðurin fara at handa FM vinnarunum í 1998. Hetta var gekk fyri seg í ÍSF húsinum. Í fjør var veður at vera uttanfyri, men hesa ferð var neyðugt at halda seg innandura [...] fyritøkur, ið beinleiðis eru knýttar at sjóvinnuni, at geva steypini, tí í fjør var tað Skipafelagið Føroyar, sum var gevari. Men formaðurin í RSF, Hannis Joensen, sigur, at tað er av tilvild, at talan er um tvær
Hess er operatørur í samtakinum í løtuni, so ætlar Norsk Hydro sær møguleika seinni, tá teir vita, hvørjar teigar teir fáa lutaðar í eini útbjóðing, at lata upp sína egnu skrivstovu í Føroyum. -Vit hava [...] Fríggjadagin var samkoma í nýggju hølunum hjá oljusamtakinum ?The Faroes Partnership? í Hanusargøtu 2 í Havn. Tað eru oljufeløgini Amerada Hess, Dong, Norsk Hydro og Lasmo, ið sum tað fyrsta útlendska [...] skrivstovu í Føroyum. Tey fýra oljufeløgini hava leigað eini stór sethús, sum eru vorðin innrættað til skrivstovur. Í fyrsta umfari skulu trý fólk arbeiða hjá samtakinum, teirra millum Ben Arabo og Johan Mortensen
Eftir gudtænastuna beyð Lærarafelagið áhugaðum í Húsini í Pedda við Steingøtu. har var hugnaløta, ið samband við hátíðarhaldið av 100 ára degnum. Kaffi, køkur og breyð við føroyskum viðskera var at fáa [...] starvsfelagar. Felagið gevur í samband við dagin tvær bøkur út. Árni Dahl greiddi frá um bókina "Føroya Lærarafelag 100 ár" og Niels Jákup Thomsen greiddi frá um "Lærarafólk í Føroyum". Hetta er bók um tey [...] eina røðu hjá Svenning Tausen, ið ikki fekk verið til staðar sjálvur. Eilif Samuelsen helt røðu og Johannes A. Næs hugleiddi. Formaðurin Andras L. Samuelsen segði eisini nøkur orð. Felagssangur var eisini
Fyri 117. ferð í ár hittust GÍ og NSÍ á fótbóltsvøllinum, og hesaferð fekk NSÍ oyruni í GÍ-maskinuna, men sannførandi 5-1 sigurin hjá gøtumonnum varð grundlagdur við tveimum verjubrølarum í fyrra hálvleiki [...] Langgaard, sum vanliga er millum teir frægastu í luftspælinum, skuldi stúta eitt innlegg burtur, men legði í staðin bóltin fyri føturnar á Sámali. Við góðum plássi inni í brotsteiginum sveik landsliðsmaðurin ikki [...] fyrrnevndu manna álopið. At GÍ-venjarin Johan Nielsen hevur valt rætt, vísti GÍ sunnudagin, og álopið við Sámali og Henning stendur í løtuni einki aftanfyri nakað annað álop í Føroyum. Hartil skal eisini sigast
Vágar ikki longur er niðast í 2. deild, og nú kann tað bert ganga ein veg, halda teir har vesturi. FS Vágar spældi væl í fyrra hálvleiki leygardagin, men hóast tað komu øll málini í seinna hálvleiki, tá vágaliðið [...] dagin. NSÍ var annars komið betur frá byrjanini í seinna hálvleiki, og ta einu ferðina noyddist FSV-málverjin Johan á Mýrini at vísa øll síni evni, tá hann fór í fulla longd eftir einum skoti, sum hevði beina [...] FS Vágar, sum flutti niður úr 1. deild í fjør, hevur ikki havt tað lætt í síni nýggju tilveru sum 2. deildarlið. Tað hevur ikki verið nakar serligur trupulleiki at skjóta mál, men tað hevur kortini gingið
H71 vann nakað í bestu deildini hjá monnum. Annars er at nevna, at eingin flutti niður í 2. deild í fjør. Í fjør vóru seks lið í bestu deildunum hjá kvinnum og monnum, men í ár eru tey sjey í tali. Nýggju [...] um í fjør, men enn er ikki greitt, um hann verður við í ár. Kvinnurnar hjá StíF, sum í fjør blakaðu eitt upplagt FM-heiti burtur á næstseinasta spælidegi, ætla sær óivað at fáa hendur á gullinum í ár. [...] halda fram í 1. deild, tí at aðalfundurin hjá HSF samtykti, at 1. deild hjá monnum skuldi umfata sjey lið nú í mun til seks fyrr. Felagið ætlar í ár at bøta um vánaliga úrslitið seinasta ár, og í tí sambandi
úr einum dysti. Ikki fyrr enn sunnudagin. Sumba var í Fuglafirði, og har trívast teir ikki væl. Í steypakappingini fyrr í ár taptu sumbingar 11-0 í Fuglafirði, og tað úrslitið var ikki langt frá at endurtaka [...] sjey ferðir higartil í landskappingini. Nú hava teir verið í Eysturoynni tvær ferðir upp í slag og hava tapt tilsamans 12-0! Komandi leygardag taka sumbingar ímóti B36, sum er væl fyri í løtuni. Um ÍF tá megnar [...] komin fyri seg eftir skaðan fyrr í ár, og har frammi legði Mariniak Maciej lunnar undir fyrsta ÍF-sigurin í ár við at gera tvey tey fyrstu málini. Bæði komu heilt tíðliga í dystinum, og tað var ein dyggur
dystir í EM undankapping í Týskalandi, og í 1993 var hann á U-16 landsliðnum, sum spældi NM kapping á heimavølli í Gundadali. Súni Olsen var á U-16 landsliðnum, sum í 1996 var við í NM í Noregi og í EM u [...] avbjóðing, sum teir høvdu í huganum, tá teir í summar vóru í Danmark og fyrireikaðu seg til seinnapartin av landskappingini. Í gjár hevði GÍ frí frá venjing, og í dag møta teir í Runavík á dmiddegi, og so [...] sum GÍ hevur tikið lut í Europa Cup. Gongdin higartil Fyrsta ferðin GÍ var við í Europa Cup var í 1994, tá svenska liðið Trelleborg vann 1-0 á Svangaskarði og 3-2 á heimavølli. Í 1995 var Raith Rovers úr
væl móti HB í Gundadali, t.d. var 2-2 í fjør og 0-0 í 1995 (í 1996 var NSÍ í 2. deild). Síðsti HB sigurin var 3-0 í 1994, og í 1992 vann NSÍ 4-3. HB vann ikki minni enn 4-0 í Runavík fyrr í ár, m.a. við [...] við aftur í ár. Mest óvæntaða úrslitið í landskappingini higartil í ár var, tá VB 17. mai vann 2-0 í Gøtu. Nú eru nøkur ár síðani, at VB vann á heimavølli móti GÍ. Tað gjørdu teir í 1990 og í 1991, tá úrslitini [...] aðurin í Suðuroy, Óli Johannesen, er leikbannaður. Hinir spælararnir eru allir tøkir. TB hevur staðið seg hampuliga væl í Klaksvík nógvu tey síðstu árini. Í 1989 vóru teir í 2. deild og aftur í fjør. Hinar
NSÍ og serliga móti B68, men í kvøld gekk væl betri. Eg kom við í spælið beinanvegin, og eg haldi ikki, at teir vóru nakað serliga góðir í royndunum móti málinum. Sum oftast raktu teir beint á meg, staðfesti [...] við nógvar av teimum, og serliga fyrstu løtuna í 1. hálvleiki og fyrrapartin av 2. hgálvleki megnaðu vit at taka lut í spælinum. Men vit gera ov nógv mistøk í ikki serliga trongdum støðum, og tað kostar nógv [...] miðvallarin ytst í vinstra borði vóru millum mest royndu spælararnar hjá GÍ. Hvørki Sunvard Joensen ella Súni Olsen tóktust nakað sum helst nervaðir av, at hetta var fyrsta ferðin, at teir vóru í altjóða fótbólti