JÓANNES HANSEN
Seinnapartin týsdagin vísti Róðrarsamband Føroya, RSF, steyp og skreytlutir fram, sum teir eftir ólavsøkukappróðurin fara at handa FM vinnarunum í 1998. Hetta var gekk fyri seg í ÍSF húsinum. Í fjør var veður at vera uttanfyri, men hesa ferð var neyðugt at halda seg innandura, hóast tað er hásummartíð.
? Kappróður man vera tann ítróttin, sum kemur okkara starvsøki næst, helt annar av monnunum, sum eiga fyritøkuna, ið hevur latið steypini og heiðursmerkini í ár. Fyritøkan eitur Farex, og tann, sum segði omanfyri standandi, var Kaj Leo Johannesen. Saman við Róa Egholm eigur hann fyritøkuna, sum fæst við at selja fisk.
Tað kundi kanska sæð út, sum um RSF serliga hevur lagt seg eftir at fáa fyritøkur, ið beinleiðis eru knýttar at sjóvinnuni, at geva steypini, tí í fjør var tað Skipafelagið Føroyar, sum var gevari.
Men formaðurin í RSF, Hannis Joensen, sigur, at tað er av tilvild, at talan er um tvær ymiskar fyritøkur, sum fyrst og fremst liva av tí, sum hevur við fisk og sjóvinnu at gera.
? Vit hava gjøgnum árini ikki dugað serliga væl at fáa sponsorar, og vit eru glaðir fyri, at tað eru fyritøkur, sum á henda hátt sýna kappróðrinum áhuga. Í teimum góðu tíðunum gav RSF sjálvt oftast heiðursmerkini til FM vinnararnar. Tá vóru hesi ofta úr føroyskum gróti, og tað varð væl dámt, men tá tíðirnar versnaðu góvust vit við hesum, og nú eru vit sum sagt sera fegnir um, at onnur vísa áhuga.
Nógvar handanir
Sambært ólavsøkuskránni verða steyp og heiðursmerki handað ólavsøkuvinnarum og FM vinnarum á Bursatanga klokkan 17, og tað er so mikið nógv skreyt, sum skal handast, at tað verður um reppið, at hetta fer at taka eins langa tíð, sum tað fer at taka at avgreiða FM róðrarnar ? um tað fer at ganga eins skjótt við ólavsøkuróðrunum, sum tað hevur gjørt tey seinnu árini.
Fyrst skal Børge B. Hansen, sum róði í mong ár, fyri Havnar Róðrarfelag, HR, handa ferðasteyp, ognarsteyp og heiðursmerkir til vinnararnar av ólavsøkukappróðrunum. So skal Anfinn Kallsberg, løgmaður, handað útvarpssteypið, og so sleppur Signar á Brúnni, mentamálaráðharri, framat við tí, sum RSF hevur at handa. At enda verður Amarada Hess steypið handað FM vinnaranum hjá 10-mannaførunum. Tað verður Guðrun Maria Mortensen, dóttir Johan Mortensen, føroyska umboðið hjá oljufelagnum, sum fer at handa steypið til manningina á Eysturoyingi.
Tað hevur verið eitt sindur av iva um, um steypið skuldi handast vinnaranum á ólavsøku ella FM vinnaranum, men nú er staðfest, at tað er vinnarin á ólavsøku, sum skal hava steypið.
Eins og í fjør so fær FM vinnarin í kappingini millum 10-mannafør rætt til at taka lut í kapprógving í Scillyoyggjunum komandi vár. Tí syrgir Amerada Hess fyri.
Mjørkin og
róðurin
Tað er einki at liggja omaná, at um ólavsøkuleitið er mjørkin ofta heilt forargiligur, og serliga argar hann á høvuðsstaðarleiðini. Men í nýggjari tíð hevur tað ongantíð verið neyðugt at avlýsa kappróðurin, tí tað í orðsins sanna týdningi ikki hevur sæðst fram um stavn.
? Eitt árið var so tjúkt, at ein gentubátur fór uttanfyri Molan. Tað lærdu vit av, og okkurt annað árið, tá tað hevur verið rættuliga myrkt, hava bátar ligið framvið róðrarøkinum fyri at halda kappróðrarbátunum á beinari kós. Vit vóna sjálvandi, at hetta verður ikki neyðugt hesa ferð, men um tað skuldi verið neyðugt, so fara vit at gera okkara besta, sigur formaðurin í RSF.
Og meðan manningarnar leggja seinastu hond á fyrireikingarnar, og bátarnir verða snikkaðir og snákaðir, so verður við spenningi bíðað eftir síðsta kappróðrinum í ár. Veðrið fáa vit einki gjørt við, men vit kunnu vóna, at tað verða góð líkindi ? bæði hjá róðrarfólkunum og hjá áskoðarunum.