Hugna- og hátíðarløta

Føroya Lærarafelag er 100 ár. Í hesum sambandi var gudstænasta ólavsøkuaftan, har Torben Johannesen prædikaði. Andras L. Samuelsen, formaður Føroya Lærarafelags, setti eisini ólavsøkuna 1998.

Eftir gudtænastuna beyð Lærarafelagið áhugaðum í Húsini í Pedda við Steingøtu. har var hugnaløta, ið samband við hátíðarhaldið av 100 ára degnum. Kaffi, køkur og breyð við føroyskum viðskera var at fáa, umframt, at høvi var hjá limum at støkka inn at gólvið og heilsa uppá nevndina og starvsfelagar.

Felagið gevur í samband við dagin tvær bøkur út.

Árni Dahl greiddi frá um bókina "Føroya Lærarafelag 100 ár" og Niels Jákup Thomsen greiddi frá um "Lærarafólk í Føroyum". Hetta er bók um tey, ið hava starvast við innan føroyska fólkaskúlan. Tey við læraraprógvi og tey, ið hava havt lærarastarvið, sum lívsstarv.

Niels Jákup Thomsen las eisini eina røðu hjá Svenning Tausen, ið ikki fekk verið til staðar sjálvur.

Eilif Samuelsen helt røðu og Johannes A. Næs hugleiddi. Formaðurin Andras L. Samuelsen segði eisini nøkur orð.

Felagssangur var eisini á skránni og løtan sigst hava verið hugnalig, tó merkt av hátíðardámi