aðrar leiðir,« sigur Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag og løgtingsmaður fyri Verkamannafylgingina í samgongu. Hann hevur júst verið í Noreg sum limur í Løgtingsins Vinnunevnd, har millum annað [...] vita á vitjanini í Noreg, at vit eiga at hugsa okkum væl um, áðrenn vit fara undir nakra oljuvinnu,« sigur Óli Jacobsen. Hann vísir tó á, at oljuvinnan tykist enn liggja nakað væl úti í framtíðini. Sum [...] Sum dømi um, hvussu leingi tað kann ganga, áðrenn vit koma í gongd, nevnir hann, at ikki fyrr enn 30 hol vóru royndarborað á norskum øki, funnu teir olju fyrstu ferð. Og tá nú feløgini, sum leita undir Føroyum
stjørnurnar, løna tænarum á hotellum og náttklubbum, veiða í bólkum og leypa á í senn. Tey, ið skriva, eru her tey smáu í flokkinum, fáa kanska eina tonn í onkrastaðni og skræða frá, so at sterkari tenn sleppa [...] smáu vanlukkurnar, tvey ella trý deyð í senn. Nakrar fáar reglur eru settar aftarlaga í bløðini, útvarp og sjónvarp taka tað ikki upp. 26 fólk doyggja í meðal hvønn dag í fronsku ferðsluni, tað hevur einki [...] meðan verturin rópar og øsir seg og fer heilt upp í topp, sum skal hann fáa avgongu hvørja løtu. Tað má vera møðsamt at skula vera so lukkuligur so leingi og hvønn dag. Ein serliga dugnaligur vertur var
minst av seksuellum slagi. Í endanum á kapitlinum situr Svein burturi í dreymi: »Hann er á sólfyltu Riviera-strondum og hevur tjúkku hondina í klovinum á franskari moyggj, og í dreyminum tekur hann hondina [...] Losa hitta vit í næsta kapitlinum. Vit eru stødd í Kvívík. Bygdin og landslagið har er longu lýst í einum inngangi, sum er ein forn-frøðilig grein eftir Sverra Dahl. Har fæst m.a. at vita, at í 1751 var Kvívík [...] boripallar, og hetta setir ymiskt í gongd í heysinum á teimum báðum Sveini og Havuri. Teir báðir eru annars kendir advokatar frá kemikaliu- og svartkjafta-ævintýrunum í 80-árunum, har teir hjálptu til at
fer fram í einum ølklubba í Havn eitt vikuskiftiskvøld, og afturlítandi brot verða flættað inn í lýsingina av leikinum í ølklubbanum. Klubbakarmurin eina tílíka nátt er væl raktur, men snaraður í tað beiska [...] sín sjálvs. Hvussu er og ikki, so er væl meira framtak í hesum persóninum enn í teimum í undanfarna savninum. Nortið verður eisini við hetta ikki rættiliga at hoyra til, ikki at passa inn í gerandisætlanina [...] blomstur« er gentan í »Gull«, sum frásøgumaðurin tilbiður, reyðhærd og gátufør og ber bládýpið í sær, og eins og í tí fyrru søguni sigur hann við hana, hvussu vøkur hon er, og hvussu hann elskar hana. Her
teir hava fingið í danska orkumálaráðnum. Í fyrstuni var einki í vegin fyri at fáa skjølini. Ein fulltrúi, vit tosaðu við, spurdu, hvussu, vit vildu hava tey. Um vit vildu hava tey í pakkaposti, ella [...] mest dramatiska tíðarskeiðið í Føroya søgu og í søguni hjá ríkisfelagsskapinum. Men hetta er eisini størsta, og mest gjøgnumarbeidda tiltakið hjá einum føroyskum fjølmiðli. Í sløk trý ár hevur sjónvarpið [...] oktober, og heystið 1992, sum er tað mest dramatiska tíðarskeiðið í hesum talvinum ímillum báðar partarnar í ríkisfelagsskapinum. Í veruleikanum var heystið 1993 nógv meiri avgerandi, tí tá var rætt
fyri tveimum árum síðani. Gudmundur aftur í Føroyum í 1937 Í 1937 var Gudmundur í Føroyum og vitjaði. Áðrenn hann kom vestur í Vágar, var hann til kirkjuvígslu í Skúvoy saman við Jákupi Dahl, prósti. Tað [...] rennandi niðan til okkara, rópandi: »Jóhan í útvarpinum.« Tá hevði Gudmundur fingið í lag við danska útvarpið, at senda tíðindi frá føroyingum í Danmark, hvussu teimum visti við. Gotfred hevði fingið bræv [...] verða próstur í Føroyum eftir J.Dahl, sum doyði undir krígnum. Hægsta ynski hansara var at fáa embæti í Føroyum. Men tað vóru ymisk ting, ið forðaðu honum í hesum. Konuni, Edel Bruun, dámdi ikki í Føroyum.
nógv størri skip, hetta skip skal kunna taka bilar, traktorar, gravimaskinur, t.v.s. øll amboð sum vit nýta í arbeiði okkara. Skipið skal vera breitt og grunt, lossikranin skal lyfta minst 10 tons/metur. [...] Sóu tit skipini við Eysturgrønland í sjónvarpinum á jólum, ár inn og ár út, troka tey seg ígjøgnum ís við nógvari ferð, í høgari aldu, uttan at vera skadd. Hvussu leingi halda tit, at »Másin« hevði hildið [...] eftirspurdir um nakað í hesum fyri okkum so týðandi máli, ja ikki minni enn ein lívæðr. Eg heiti á tykkum, politikkarar okkara í Norðoyggjum, steðgið hasum beinanvegin. Oyggj okkara skal ikki uppgevast sum
slept í peningajagstran og dýrini dagliga verða givin hormon og pensilin fyri at kroysta framleiðsluna enn hægri upp. Slíkar loysnir kunnu bera í sær, at dýrini ganga í haga ella undirhaga so leingi sum [...] Hetta er stór misskiljing. Nógv eru eisini í iva um, nær tað er tíð uppá at fara víðari við einum varhuga um djóramisrøkt, hvat ið er umráðandi, og hvussu skal metast, um dýrini hava tað gott. Sorgarleikur [...] beinleiðis djórapínsla stendst av. Hvørjum skal hyggjast eftir? Fyri ikki at órógva myndugleikarnar óneyðugt og koma í klammarí við djóraeigarar, har viðurskiftini eru í lagi, er tó neyðugt við eitt sindur av
verða, tí eg sum formaður í Javnaðarflokkinum ikki gjørdist heitur talsmaður fyri tí loysn, sum samgongan kom við. Men eisini tí eg í samrøðuni nevndi aðrar íløgur , sum liggja á láni, og endiliga, men [...] landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevði sett ein embætismannabólk fyri at gera eina raðfesting av íløgum innan samferðsluøkið. Skilagott tiltak. Hetta arbeiðið skal vera liðugt einaferð seinni í ár. Men fyrstur [...] til, at blaðsamrøðan, sum eg hevði við Sosialin mánadagin 5. jan. 1998, ikki er fallin í góða jørð hjá formanninum í Vága Javnaðarfelag Hans Jørgensen og møguliga heldur ikki hjá stórum tali av vágafólki
áðrenn hon var liðug. ? Og inni í tunnlinum er so nógv boltað, betongað, takt við plátum, og so nógv sement sprænt í rivur í fjallinum, at tað ber ikki til, at nakað leyst skal vera eftir, heldur hann. Yvir [...] tí sama. Eitt annað, sum lýsir, hvussu trupult tað hevur verið hjá sumbingum, er, at táið tað hevur verið hált í fleiri dagar, hevur ikki verið óvanligt, at oljumenninir í Vági hava verið noyddur til Sumbiar [...] vegin, ber illa til at lata hann liggja, heldur hann. Hóast nógv er sagt og skrivað um sumbiarbergholið, hvussu ringt fjallið hevur verið, ivast Rudoilf Midjord ikki eina løtu í, at tað er púra trygt at koyra