­ Tá ið á stóð blivu føroyingar lumpaðir

Tað var ikki Den Danske Bank, sum tók stig til at sleppa burturúr Føroya Banka. Tað var ein politisk ætlan. Avleiðingin var, at føroyski skattgjaldarin mátti spýta 1,3 millard í bankan.

 

­ Tað, sum er hent ímillum Danmark og Føroyar seinastu árini, vísir okkum so klárt sum nakað, at tá ið áhugamálini í ríkinum, koma at ganga ímóti hvørjum øðrum, er ríkisfelagsskapurin bara eitt eiti. Tá verða avgerðirnar ikki tiknar útfrá søguligum fortreytum, men eina og aleina útfrá fíggjarligum fyrimunum fyri danir.

Í kvøld fer Sjónvarp Føroya undir eina ógvuliga avdúkandi sendirøð um viðurskiftini ímillum Danmark og Føroyar hesi seinastu árini og um donsku kreppuloysnirnar, sum vórðu settar í verk her á landi

Hetta er eitt tað mest dramatiska tíðarskeiðið í Føroya søgu og í søguni hjá ríkisfelagsskapinum.

Men hetta er eisini størsta, og mest gjøgnumarbeidda tiltakið hjá einum føroyskum fjølmiðli.

Í sløk trý ár hevur sjónvarpið útvegað sær skjøl úr ymsum ráðharrastovum í Danmark um tað, sum er hent ímillum Danmark og Føroyar hesi seinastu árini.

Ikki minst er nógv tilfar savnað saman um tað tiltikna bankamálið.

Tilsamans eru savnað upp í 18 ringbind av skjølum, sum síðani eru lisin og granskað.

Burturúr teimum eru blivnar tríggjar sendingar um viðurskiftini ímillum Danmark og Føroyar seinastu árini

Tann Fyrsta verður send í kvøld, tann næsta komandi týskvøld, og tann triðja er ikki sett á skránna enn.

Tann fyrsta sendingin eru um tíðina frá 1990-1992.

Onnur sendingin er frá 1992 til partabrævabýtið í mars 1993.

Og triðja sendingin er um tíðina til 1994 tá ið roynt verður at leggja lok á málið.

­ Eftir ætlan skuldi bara verða tvær sendingar. Men tað vísti seg, at tann seinna bleiv so drúgv, og harafturat kom ymiskt nýtt undan kavi, at vit máttu gera eina afturat

Ein av teimum, sum hava gjørt sendingina, Høgni Hoydal, sigur, at í sendingunum kemur nógv fram, sum ikki hevur verið frammi áður.

­ Men alt, sum verður ført fram í sendingunum, kann skjalprógvast, leggur hann afturat.

Hann sigur, at hann kann ikki avdúka so nógv frammanundan.

­ Men t.d. avdúka vit í sendingunum, at tað var ikki Den Danske Bank, sum fann uppá, og tók stig til, at sleppa av við føroyska dóttirbankan, Føroya Banka.

­ Tað var formaðurin í Fíggingargrunninum, Richard Mikkelsen sum bað Den Danske bank sleppa sær av við Føroya Banka.

Avleiðingin var ein rokning til føroyska skattgjaldaran uppá 1,2 milliard...

Høgni Hoydal sigur eisini, at teir eru komnir eftir, at tað er ikki rætt, sum vit altíð hava heft okkum við, at tað er svarti oktober, og heystið 1992, sum er tað mest dramatiska tíðarskeiðið í hesum talvinum ímillum báðar partarnar í ríkisfelagsskapinum.

­ Í veruleikanum var heystið 1993 nógv meiri avgerandi, tí tá var rætt og slætt fjáltur á dønum at fjala útyvir ymiskt grovt, sum var hent frammundan. Tað var á heystið 1993, at støðan var mest spent.


Gekk væl - í fyrstuni

Høgni Hoydal sigur, at tað er ymiskt, hvussu tað hevur gingið at fáa tilfarið til vega.

Hann sigur, at tað er sera umfatandi arbeiði at fáa fatur á skjølunum.

­ Vit kendur jú ikki málið frammanundan, so vit máttu biðja um ivaleyst.

­ So vit bóðu allar ráðharrastovurnar um ein lista yvir øll skjøl viðvíkjandi Føroyum heilt aftur til sjeytiárini.

­ Tað dámdi teimum illa, tí tað legði nógv arbeiði á teir. Og av røttum skalt tú vera nágreiniligari enn so, tá ið tú biðjr um skjøl.

­ Men listan fingu vit. ­ Síðani settu vit kross við tey skjølini, vit vildu hava

­ Í fyrstuni gekk tað heilt væl at fáa skjølini. Ikki minst frá forsætismálaráðnum, sum var nokk so opið og vælviljað í fyrstuni

­ Tað gekk eisini hampiliga væl í ídnaðarmálaráðnum fyrstu tíðina.

Men í fíggjarmálaráðnum merktu vit ordiliga mótstøðu.

­ Eg haldi, at orsøkin til, at tær ymsu ráðaharrastovurnar fóru at halda aftur, hevði samband við, at avdúkingarnar byrjaðu at koma í Jyllandspostinum og í sjónvarpinum.

Høgni Hoydal sigur, at tað er avgjørt hansara fatan, at tær ymsu ráðharrastovurnar fóru at nokta teimum skjøl í eini roynd at forða fyri, at upplýsingar komu fram.

­ Vit hava verið noyddir at klaga og tann vegin hava vit fingið nøkur skjøl afturat.

Hann heldur, at serliga avdúkandi er viðferðin teir hava fingið í danska orkumálaráðnum.

­ Í fyrstuni var einki í vegin fyri at fáa skjølini. Ein fulltrúi, vit tosaðu við, spurdu, hvussu, vit vildu hava tey. Um vit vildu hava tey í pakkaposti, ella, um vit vildu hava tey um ríkisumboðið.

­ Men vælvildin vardi ikki leingi. Tí tveir dagar seinnni ringdi ein skrivstovustjóri og boðaðu frá, at vit fingu ongi skjøl.

Høgni Hoydal heldur, at hetta er stórt spell

­ Skjølini, sum orkumálaráðið hevur um Føroyar, eru rættiliga áhugaverd, tí nógv av teimum eru um undirgrundina.

Men allar súðir eru ikki syftar enn, tí sjónvarpið hevur klagað orkumálaráðið fyri fólkatingsins umboðsmanni, men málið er ikki avgjørt enn.

Hann sigur, at grundgevingarnar fyri at nokta teimum skjølini, eru rættiliga ullintar og orkumálaráðið broytir eisini frágreiðing í heilum.

­ Viðhvørt kunnu góðar orsøkir vera til at nokta fyri at útflýggja ymisk skjøl. Og høvdu vit fingið at vita frá orkumálaráðnum, at talan var um stats-loyndarmál, sum ikki kundu almannakunngerast, tí tað kundi komið oljufeløgum tvørt fyri, hevði verið ringt at mótmælt tí.

­ Men ístaðin brúkar orkumálaráðið høpisleysar grundgevingar, sum t.d. at lógin um alment innlit í Føroyum kom ikki í gildi fyrrenn í 1994.....

Hetta hevur sjálvandi onki við málið at gera, tí teir umsótu málið heilt til 1992.


Føroyskir politikarar drignir uppá tráð

Sjónvarpið hevur gjørt nokk so nógv burturúr bankabjarginini í tíðindasendingunum.

Høgni Hoydal sigur, at hesar sendingarnar eru ein roynd at seta tað, sum veruliga er farið fram, saman í eina heild.

­ Hetta er ein roynd at geva fólkið fortreytir fyri at skilja og tulka bankakanningini og at fáa samanhang í allar teir spjaddu upplýsingarnar, sum eru komnir fram.

­ Vit hava ikki gjørt eitt líka umfatandi arbeiði, sum bankakanningarnevndin. Men í sendingunum leggja vit fram, hvørja niðurstøðu vit halda, hon eigur at koma til.

Tað hevur verið nógv sagt og gita um, hvat føroyskir politikarar og føroysk embætisfólk vitstu, ella ikki vitstu?

Ja, eg skal ikki avdúkað, hvat tey vitstu og ikki vitstu.

Men tað er eisini neyðugt at spyrja, hvørjar møguleikar okkara politikarar og embætisfólk høvdu at seta tað, tey vitstu, í eina heildarmynd og sostatt skilja teir ymsu upplýsingarnar.

Høgni Hoydal sigur, at eisini hesin spurningurin verður viðgjørdur í sendingunum: Hvat vitstu føroyingar, nær fingu teir tað at vita, og hvørjar møguleikar høvdu teir at velja í.

Hava føroyskur politikarar grund til at føla seg drignar uppá tráð, ella at føla seg vónbrotnar av ríkisfelagsskapinum?

­ Ja, eg haldi, at niðurstøðan má vera, at tað hava teir.

Tit hava óivað ofta hoyrt, at tað nyttar einki at liggja og grópa í tí, sum farið er. Nú skulu føroyingar lata fortíðina liggja og líta framyvir.

­ Ja, men, mínar grundevingar fyri at gera hesar sendingarnar eru akkurát tær somu. Skulu vit kunna líta framyvir, er tað heilt neyðugt at fáa eina mynd av tí, sum er farið fram. Tí fáa vit ikki eina rætta mynd av tí, sum er hent, fer bankabjargingin, og alt, sum annars hendi hesi árini, at liggja sum ein stórur knútur í maganum á føroyskum politikki í nógv ár framyvir, ein knútur, vit altíð fara at venda aftur til, og sum vit ikki fáa rivið okkum leysan frá, akkurát sum fólkaatkvøðan í 1946.


Hava bara hugsað um pengar

Høgni Hoydal sigur,at hendan sendingin vísir púra greitt, at tá ið áhugamál hjá tveimum pørtum í ríkinum ganga ímóti hvørjum øðrum, verður einans hugsað um donsk, peningalig áhugamál.

­ Avgerðir verða ikki tiknar útfrá søguligum fortreytum, men útfrá donskum, peningaligum fortreytum.

?Og eg vóni, at spurningurin verður tikin upp. Eg skilji ikki, hví danskir politikarar og danskir embætismenn, ikki leggja kortini á borðið og viðganga, at teir hava røkt síni egnu áhugamál, í øllum hesum málinum, og greiða frá, hví tað neyðturviliga má vera so, at avgerðirnar verða tiknar útfrá reinum, figgjarligum áhugamálum táið tað kemur til skarpskeringar.

­ At danir taka eina væl umhugsaða avgerð, um at seta 43.000 fólk í eina skuld uppá 2,7 millardir, umframt rentur, er so óhoyrt, at tað hevur ikki so líka í nýmótans, vesturlendskari søgu. ­ Tað hevur kostað túsundtals føroyingum arbeiði, hús og heim, og tað noyddi túsundtals føroyingar av landinum.

Hinvegin heldur Høgni Hoydal ikki, at hetta fer at skaða ríkisfelagsskapin.

­ Men tað má hava áhuga hjá øllum, eisini teimum, sum vilja varðveita ríkisfelagskapin, at alt kemur fram. Tað, sum hevur skaðað ríkisfelagsskapin mest, eru donsku royndirnar at leggja lok á málið.

Men ístaðin fyri at tað eydnaðist at tiga tað burtur, endaði tað við, at teir skaptu ein dramatikk, sum ikki hevur sæð sín líka í ríkisfelagsskapinum, sigur Høgni Hoydal.