Hitt seinna er til enn. Í 1989 tók nevniliga bygdarfólkið í Søldarfirði seg saman at hava ein arbeiðsdag til tess at umvæla spæliplássið - sum tá var illa farið. Tiltakið eydnaðist, og bygdarfólkið hevur [...] máling. Onkur vaksin var aftrat teimum og legði lag á; Men fyri tað mesta sluppu tey at royna síni listarligu evni til at myndprýða og mála. Klæði og andlit bóru hjá summum týðulig tekin um teirra virksemi [...] ella ruskílæt. Men, hvat sakar hetta, tá ið børnini við hesum framyvir heilt víst koma at hava eina góða kenslu av, at "har var eg við", "hatta havi eg gjørt". Ein bólkur av hugagóðum og røskum dreingjum
Av Setrinum verður upplýst, at eftir bachelorútbúgvingina ber til at halda fram við master lestri (MSc) á útlendskum universitetum. Dømir um lond, har bachelorar hava valt at lesa víðari, eru Bretland, [...] Eisini vóru nógv arbeiðstól og mikroskop at síggja, sum universitetslesandi á Setrinum arbeiða við, og Hans Pauli Joensen á Náttúrvísindadeildini greiðir frá, at arbeiðið hjá næmingunum er í tøttum samstarvi [...] útbúnum fólki í oljuvinnuni. Fróðskaparsetrið fer at lýsa eftir næmingum til nýggju útbúgvingarnar um mánaðarskifti apríl-mai, og vónað verður sjálvsagt, at eftirspurningurin verður stórur. Umframt áðurnevndu
tíbetur enn ikki vita nakað um. Heystardagurin er veiðitíð, og tað er nú, at lagt verður niður fyri til veturin. Tað liggur í okkum at hava sum mest liggjandi á goymslu, nú veturin nærkast. Her fara tey so [...] ikki ansa troðkanini uppi á bakkanum. Gongan er savnað, og ymsar ær fara so smátt at hyggja sær eftir møguleikanum fyri at sleppa burtur úr hesum. Ivaleyst er onkur fremmand komin fyri fram við markinum [...] heilt aðrastaðni. Men lombini, sum eftir eru, hanga afturúr. Royna at vera so nær mammuni, sum til ber. Og tá tað onkuntíð endar við, at tey misfarast, verður ein ævig jarman frá báðum pørtum. Soleiðis fara
greitt at guð eisini hevði skapt fiskarnar vit vistu at guð hevði skapt teg og meg og at guð var góður ? jú sanniliga guð elskaði okkum smádreingir fingu vit ikki alt vit peikaðu á sluppu vit ikki at síggja [...] við kapitalismuni vísa teimum at sosialisman er fagrasta yrkingin hann hevur skrivað í teirra óspiltu hjørtum men hann hevur so nógv um at vera hann hevur úr at gera við at taka sær av teimum vaksnu ið [...] skríggjandi kuvøsur vísa teimum at eisini í hellum undir jørð og millum huldfólk er lívið heilagt hann vil vísa teimum at sjálvt í ullveldinum føroyar er vargur í mappudýrunum at har eru fólk sum skríggja til
longst eftir henni. Vit á redaktiónini hava leingi vitað, at eisini í ár fór hon at síggja dagsins ljós, men tað hava ikki øll havt somu møguleikar at vita, sum vit á Ítróttarsosialinum. Men í dag kemur hon [...] horvnar aftur. Men fótbóltsbókin er nú tólv ára gomul. Vit vóna, at hon fer at røkka fermingaraldrinum og reiðiliga tað. Árbøkur eiga at líkjast sær sjálvum. Tað ger Fótbóltsárbókin eisini. Á hvørjum ári [...] fáast við at skriva um ítrótt og fótbólt, er fótbóltsárbókin ógvuliga hent. Tá ið tú ivast um onkra detalju í undanfarnu kappingunum, so fæst svarið í árbókini. Men tað er ikki bara hjá okkum, at árbókin
ørðum, sum hevur við yrkið at gera, og so hava ymsar verkætlanir koyrandi við síðuna av. Og Katrin væntar, at soleiðis verður tað eisini fyri hana. - Eg vænti, at ein kemur at arbeiða rættiliga nógv sum [...] heldur til. Uppgávan hjá Katrin hevur nevniliga verið at seyma búnar til stórsjónleikin, sum Gríma frumframførir í dag, Per Gúnt. - Eg eri glað fyri, at eg havi kastað meg út í eina so stóra uppgávu, sigur [...] var eisini við til at gera búnar, tá Móðir Sjeystjørna varð spæld fyri nøkrum árum síðani. - Men Per Gúnt er avgjørt tann størsta avbjóðingin, eg havi fingið. Og tað er eisini deiligt at fáa mínar fyrstu
California at spæla eina plátu inn, fór hann at vitja familjuna har, og fekk eg so bústað og telefonnummar frá honum. Eg ringdi so til teirra og presenteraði meg, og tey vórðu ógvuliga glað at hoyra frá [...] telefon, skrivað brøv og sent bíløt. Nú er manglar bara at síggja menniskjuni aftanafyri. Tað kennist undarligt, men eg eri ógvuliga spentur at vita, hvat kemur burturúr. Ikki lætt Haakon Carlsson hevur [...] til eitt so stórt land sum USA. ? Tað er ikki so langt síðani, at eg fann útav, hvør systir mín yvirhøvur er. Eg havi jú leingi vitað, at eg eigi eina systir í Ameriku, men eg havi ongantíð vitað, hvar
eru so bangnir fyri at gera mistøk, at tað næstan ikki slepst undan mistøkum, helt venjarin. Tá hann undan næstsíðsta umfari gjørdi av at skifta málverja, segði hann tað vera, at tað hevði ikki eydnast [...] fótbólti. Annað er Sogndal, og hitt er Molde. Kurt Mørkøre er sáttmálabundin at Sogndal, og Jákup Mikkelsen er sáttmálabundin at Molde. Sunnudagin skoraði Kurt Mørkøre eitt mál. Men tað var í Klaksvík. Sum [...] minuttir vóru farnir, og teir høvdu fleiri møguleikar at økja um leiðsluna. Men heimaliðið javnaði undan hvíldini. Í 2. hálvleiki eydnaðist tað Molde at økja tvær ferðir, meðan Sogndal bara svaraði aftur
stig til at halda tílíkar konsertir. Í løtuni tykist Havnin at anga av live-tónleiki, tí á hvørjari café ella barr standa tónleikarar og spæla. Hetta umtalaða hóskvøldið kláraði í besta føri at savna tað [...] fyrireikararnir royndu at skapa ein serligan ?stemning?, og framførslurnar vóru eisini ráðar við teimum feilum og øðrum, sum kunnu koma fyri. Tað skein tó alt ov nógv ígjøgnum, at ein ljóðprøvi ella venjing [...] Christina Elisbeth Mørkøre, sum ikki helt seg aftur við at taka fatur í Aretha Franklin og øðrum souldamum. Serliga løgini hjá Brand New Heavies tóktust at rigga væl hjá bólkinum, sum er mannað av nøkrum rættiliga
fíggjarligu viðurskiftini fyrst í 90?unum gjørdust verri, fór Eli at hugsa um at byggja ein stóran handil. Ein størri handil fór at gera tað møguligt at keypa inn í størri nøgdum, og á tann hátt kundu prísirnir [...] Hann gongur høgt uppí at geva viðskiftafólkunum bestu tænastu og er altíð fúsur at fáa ta vøru til vega, sum kundin ynskir. Eli er ein sonn býarmynd, sum altíð hevur nógv um at vera, og tað er ferð yvir [...] handilin hjá Gunnari Stockholm. Eli sigur, at í fyrstuni longdist honum illa norðuraftur, men tað gekk ikki long tíð, so treivst hann væl í Havnini. Eftir at hava verið í starvi hjá Gunnari Stockholm og