ÁRBÓK
Tað hevur verið longst eftir henni. Vit á redaktiónini hava leingi vitað, at eisini í ár fór hon at síggja dagsins ljós, men tað hava ikki øll havt somu møguleikar at vita, sum vit á Ítróttarsosialinum. Men í dag kemur hon í bókasølurnar, og harvið er fasta jólagávan ella mandlugávan bjargað hjá so nógvum!
Tað er árbókin Føroyskur fótbóltur 03 í orðum og myndum, sum vit tosa um. Titulin sigur ikki nakað um tøl, men tað kundi hann gott. Undanfarnu árini hevur fótbóltsárbókin verið pakkað við tølum um farna fótbóltsárið, og tann í ár líkist teimum undanfarnu.
Tað er forlagið Ítróttarbøkur, sum gevur bókina út. Lagt til rættis hava Jóannes Hansen, Finnur Helmsdal og Ivan Eginson. Fyri prenttilgerðini og prentingini hevur Hestprent staðið.
Bókin er í vavi, sum hon plagar at vera. Á teimum umleið 180 síðunum verður umfar fyri umfar greitt frá landskappingunum og steypakappingunum. Umframt í orðum og tølum verður hetta gjørt í myndum. Flestu myndirnar eru úr Ítróttarsosialinum. Nógvar myndir eru eisini frá Norðlýsinum og so eru eisini aðrir leverandørar. Eitt nú heimasíðan hjá HB, sum eitur hb.fo.
Fyri okkum, sum dagliga fáast við at skriva um ítrótt og fótbólt, er fótbóltsárbókin ógvuliga hent. Tá ið tú ivast um onkra detalju í undanfarnu kappingunum, so fæst svarið í árbókini. Men tað er ikki bara hjá okkum, at árbókin eigur at vera hent amboð. Í so ógvuliga mongum umhvørvum verður nógv prátað um fótbólt. Í familjum, á arbeiðsplássum, í skúlum og ikki minst umborð á skipunum. Tá er tað ofta okkurt, sum hevur gingið fyri seg, og sum tað ikki er full semja um, hvussu tað nú akkurát var. Tá er hent at hava árbókina við hondina.
Sovornar árbøkur sum henda, ið kemur út í dag, minka ikki í virði, sum árini líða. Tað er heldur beint tvørtur ímóti. Sum tíðin líður, gerast tær uppaftur áhugaverdari at kaga fyri at fáa staðfest, hvør tað var, sum skoraði hetta og hitt málið, um tað var upp á brotsspark ella ikki, nær málini vóru skorað og so víðari og víðari. Stutt sagt alt tað, sum tey, ið eru bitin av fótbóltinum, práta um.
Um sæð verður burtur frá skemt bókini hjá okkum á Sosialinum, so man Fótbótsárbókin vera tann, ið hevur verið longst og støðugast, tá ið hugsað verður um føroyskar árbøkur. Aðrar hava verið frammi og eru so horvnar aftur. Men fótbóltsbókin er nú tólv ára gomul. Vit vóna, at hon fer at røkka fermingaraldrinum og reiðiliga tað.
Árbøkur eiga at líkjast sær sjálvum. Tað ger Fótbóltsárbókin eisini. Á hvørjum ári verður gjørt burturúr onkrum serligum øki í fótbóltinum. Í ár er yvirlit, sum vísir allar Europa Cup dystirnar, sum føroysk feløg hava verið við í síðani í 1992 ? úrslitini og hvør hevur skorað málini fyri føroysku feløgini.
Umframt landskappingar og steypakappingar verður eisini gjørt burturúr øllum landsliðunum: menn, kvinnur, U?19 menn, U?19 kvinnur og U?17 dreingir, og so eru eisini myndir av øllum liðunum, sum hava vunnið FM og steypakappingar. Heilt frá minstu pinkunum og smápiltunum og upp til HB og KÍ, sum vunnu FM í 1. deild hjá monnum og kvinnum.