Guð elskar øll børn og allar prestar

   

Hvør skapti blómurnar sungu vit í gróthúshjallinum
guð í himlinum sungu vit og tá ið genturnar fyri eitt fimmogtjúgu oyra
knappaðu blusuna upp og avdúkaðu síni surrealistisku eydnuhjól
og fingu okkum at mala rundan um okkum sjálvar í elektriskum
heilaskjálvta vistu vit at guð eisini hevði skapt
sólina og stjørnurnar

og tá ið vit sóu prædikumannin fara framvið
við sínari bíbliu undir arminum
og tá ið vit sóu naglarnar í hurðini og greipurnar ið hingu har
á bjálkunum og hømiliurnar ið toygdu seg inn millum rimarnar
sum leiftrandi tarabløð og tá ið vit sóu hvussu hugagóðar ritupisurnar
kulkaðu í seg seiðamurtarmnar vit høvdu fiskað til teirra
gjørdist okkum greitt at guð eisini hevði skapt fiskarnar vit vistu
at guð hevði skapt teg og meg og at guð var góður ?

jú sanniliga guð elskaði okkum smádreingir
fingu vit ikki alt vit peikaðu á sluppu vit ikki at síggja
og nema við alt tað vit droymdu um -

ja sanniliga er guð góður
hann elskar øll børn og hann vil fegin leiða tey gjøgnum lívið
hann vil fegin leiða tey heilskapað uttan um allar forðingar og meinbogar
á vegnum uttan um arabisku sáplarnar og jødisku grátimúrarnar
uttan um heilagu kríggini og sjálvmorðsbumburnar

uttan um parfumeraðu kardinalarnar sum sova við opnum munni
og pynta seg við rúsandi sólstrálum
uttan um pedofilo klerkarnar onanerandi niður í katólsku doypifuntarnar
uttan um týningarlegurnar og síðhærdu hvalastingararnar
ið syngja hari hari undir fremmandum
og álvarsomum stjørnum

meðan nátt er í havnargøtum
og menn ganga í gummiskóm og drekka whiskey

uttan um rullandi vertshúsini og altetandi bønhúsini
uttan um piercaðu búkdansarinnurnar í Filadelfia og øðrum samkomum
uttan um merkiligu klivplanturnar í Kelduni
uttan um grillbarrirnar og pylsuvognarnar
og bonaðu dansigólvini
uttan um heimleysu ólukkudýrini ið dálka gongubreytirnar
og kirkjugarðarnar uttan um balsameraðu fyllibytturnar
útstappaðar við dálkaðum revsiváttanum vánaligum yrkingum
sum klistra til rivjabeinini

men hann vil eisini vísa teimum
blomstrini sum vaksa sjálvt í skitnastu bakgørðunum
millum nálir og fløskubrot
millum hattleysar standmyndir og skríggjandi kuvøsur
vísa teimum at eisini í hellum undir jørð og millum huldfólk
er lívið heilagt

hann vil vísa teimum at sjálvt í ullveldinum føroyar
er vargur í mappudýrunum at har eru fólk sum skríggja
til helvitis við kommunismuni til helvitis við kapitalismuni
vísa teimum at sosialisman er fagrasta yrkingin
hann hevur skrivað í teirra óspiltu hjørtum

men hann hevur so nógv um at vera
hann hevur úr at gera við at taka sær av teimum vaksnu
ið ongantíð verða liðug við síni kríggj
og sínar pínligu kærleiksgølur
og tí plantar hann síni smíl á vegirnar
har tey syngja sum hvít fótaspor á svarta asfaltinum
og í steinsettu túnunum

og eisini um veturin tá ið kavin er lagstur
kaga tey uppundan í alskyns litum sum nýklaktar balletdansarinnur
úr túsund og einari nátt

men guð elskar eisini allar prestar og hann sigur við teir: komið til mín
og eg skal taka tykkum í favn og troysta tykkum

og eg skal geva tykkum eina reina blankafulltrú
so tit kunnu taka tykkum av mínum smáu og mínum konfirmantum
og leiða tey inn til lívið og útaftur
hinumegin.

66