27 ára gamla Katrin Bonde úr Havn hevur fingið eina stóra uppgávu um hendi. Hon hevur seinastu vikurnar gingið og malið niðri á Gamla Meiarínum, har Leikhúsið Gríma heldur til. Uppgávan hjá Katrin hevur nevniliga verið at seyma búnar til stórsjónleikin, sum Gríma frumframførir í dag, Per Gúnt.
- Eg eri glað fyri, at eg havi kastað meg út í eina so stóra uppgávu, sigur Katrin Bonde, sum seinasta heyst varð útbúgvin teaturskræddari.
- Hetta er jú ein stórur sjónleikur í Føroyum, og havi eg lært so nógv. Ikki bara um meg sjálva, men eisini um sjálvt fakið.
Útbúgvingin
Katrin Bonde hevur nomið sær útbúgving á Semenariet for formgivning í Nykøbing Falster. Hon býr á Amager í Keypamannahavn, og meðan hon hevur gingið í skúla, hevur hon ferðast ímillum
- Eg var við í fyrsta flokkinum, sum lærdi til teaturskræddarar á hesum skúlanum. Skúlin hevði áðrenn sett seg í samband við sjónleikafeløg í Danmark og spurt, um tørvur var á teaturskræddarum, og tað vóru fleiri sum søgdu ja, og tí gjørdu tey eitt royndarár, har eg so var við, greiðir Katrin frá.
Hon heldur, at skúlin var ein góður skúli. Tilfarið tú arbeiðir við á einum slíkum skúla er jú heilt øðrvísi enn um tú gekk á einum vanligum skræddarskúla.
- Úttrykkið í einum búna skal vera nógv størri enn á vanligum klæðum. Vit hava lært um uppsetan, ljós, palluppsetan og so víðari. Tú lærir, hvussu tú fært ein búna at síggja út sum ein millión, men so bara er ein kloddi tá tú kemur nærri, fortelur teaturskræddarin.
- Tú lærir, hvussu tú samansetir tingini praktiskt. Ein kjóli skal bæði kunna verða stuttur og langur, og ein vestur skal kunna vendast. Á einum palli gongur alt so skjótt fyri seg, so hetta skal vera praktiskt gjørt.
Katrin sigur annars, at Per Gúnt, sum hon nú hevur gjørt búnar til er ein blandaður sjónleikur. Har eru búnar, sum eru seymaðir upp á sjónleikarar, og so eisini aðrir búnar, sum meira fylgja »sjónleika-look?inum«.
Avbjóðing
Hetta er ikki fyrsta ferðin Katrin arbeiðir hjá Grímu. Hon var eisini við til at gera búnar, tá Móðir Sjeystjørna varð spæld fyri nøkrum árum síðani.
- Men Per Gúnt er avgjørt tann størsta avbjóðingin, eg havi fingið. Og tað er eisini deiligt at fáa mínar fyrstu royndir her heima í Føroyum. Eg haldi tað er gott at byrja í heimliga umhvørvinum, sigur Katrin.
Hon sigur annars eisini, at arbeiðið sum teaturskræddari er rættiliga merkt av árstíðini. Fleiri, sum arbeiða innan hetta yrkið í Danmark, arbeiða dagliga við onkrum ørðum, sum hevur við yrkið at gera, og so hava ymsar verkætlanir koyrandi við síðuna av. Og Katrin væntar, at soleiðis verður tað eisini fyri hana.
- Eg vænti, at ein kemur at arbeiða rættiliga nógv sum freelance. Men enn veit eg ikki rættiliga, hvat eg vil. Møguleikarnir eru nógvir í Danmark, men eg vil ikki rættiliga binda meg til nakað enn.
Per Gúnt er annars størsti sjónleikurin, sum Leikhúsið Gríma hevur sett upp niðri á Gamla Meiaríi. Heili 10 leikarar eru við og tilsamans hava teir einar 40 leiklutir. Per Gúnt verður frumframsýndur í dag.