KONSERT
Um ólavsøkutíð plaga fólk at skipa fyri konsertum. Ólavsøkukonsertin eigur í sínum egni rætti ein serstatus, men tað eru eisini aðrar, sum troðka seg framat. Hóskvøldið vóru Hoydalur karmur um eina konsert, sum er sett á skránni sum ein lítil byrjan til ólavsøkuna. Tað er altíð áhugavert, tá fólk taka stig til at halda tílíkar konsertir. Í løtuni tykist Havnin at anga av live-tónleiki, tí á hvørjari café ella barr standa tónleikarar og spæla.
Hetta umtalaða hóskvøldið kláraði í besta føri at savna tað, vit vilja kalla fyri, fitt av fólki.
Rammurnar rundan um konsertina vóru sum heild góðar, og fyrireikararnir royndu at skapa ein serligan ?stemning?, og framførslurnar vóru eisini ráðar við teimum feilum og øðrum, sum kunnu koma fyri. Tað skein tó alt ov nógv ígjøgnum, at ein ljóðprøvi ella venjing manglaði, tí allatíðina skuldi skrúvast upp og niður. Fyri 50 kr. so vilt tú helst sleppa undan hesum.
Fyrstu á pallin var ein bólkur kallaður Páll Finnur Páll. Teir, jú tú gitti tað, eita Páll, Finnur, Páll og Høgni og hóskvøldið eisini ein Páll afturat og ein Ìsak.
Teirra tónleik kann mann væl kalla hampuliga origanalan. Ljóðið minnir mest um modernaðar enskar bólkar við kassagittara í sentrum. Teir eru við á teirri nýggju fløguni hjá FUT, sum júst er komin út.
Í fyrstu atløgu kanst tú fáa kensluna av, at teir syngja penar kærleikssangir, men við eitt gerst alt meira undarlig og serstøk. Teksturin snúgva seg um blottarar, ølstovur, sex og tað sum verri er. Tekstir og løg eiga teir sjálvir.
Ósmædnir, men vit einari ógvuliga trilvandi pallframførslu, góvu teir eina heldur øðrvísi mynd av, hvat ber til at syngja um. Tað verður tó alt sungið í einum løttum og skemtandi tóna. Serliga eitt yndisligt lag hjá bólkinum, sum veruliga vísir á dygdir, gerst til eina søgu um ein misnýttan drong, sum... nei, so siga vit ikki meira.
Svart/hvítt
Frá heimagjørdum fúlum gekk leiðin víðari til bólkin Gruv. Hóast pallurin nú taldi átta hvítt andlit, so verður tónleikurin fyri tað nógva kolasvartur. Tað var funk, soul, R n?B v.m. Motown klassikarar og nýggjari soul tónar vórður spældir. Hóast framførslan gjørdist nakað nógv poppkend, so virkaði tann reina spæligleðin í tónunum kveikjandi fyri áhoyrarafjøldina.
Forsangari í bólkinum er Christina Elisbeth Mørkøre, sum ikki helt seg aftur við at taka fatur í Aretha Franklin og øðrum souldamum.
Serliga løgini hjá Brand New Heavies tóktust at rigga væl hjá bólkinum, sum er mannað av nøkrum rættiliga dugnaligum tónleikarunum.
Friðarligt
Síðsta bólkurin á skránni var Déja Vu, sum skulu vera við á ólavsøku konsertini, og hetta gav teimum heitið sum høvuðsbólkur á konsertini.
Teirra tónleikurin var ógvuliga friðarligur og inniligur. Tað tóktist at hava trupulleikar av tekniskum slag, men teirra ljóð minti mest um enskar bólkar sum Travis og aðrar, ið teir eisini spældu løg hjá. Teir søgdu seg vanliga vera meira lívligar, men tað mann kortini ikki bila so nógv, tí tað riggaði, og serliga gittarleikarin við góðu røddini tóktist væl upplagdur.
Tað tykist tó rættiliga undarligt, at ein friðarligur bólkur skal enda eina konsert eftir tveir lívligar bólkar, og hetta tóktist eisini at trotta fólk nakað.










