Jákup framvegis á beinkinum

Molde var best, tá teir á útivølli vunnu føroysku uppgerðina í norskum fótbólti

 

NOREG


Tað eru tvey føroysk feløg í norskum fótbólti. Annað er Sogndal, og hitt er Molde. Kurt Mørkøre er sáttmálabundin at Sogndal, og Jákup Mikkelsen er sáttmálabundin at Molde. Sunnudagin skoraði Kurt Mørkøre eitt mál. Men tað var í Klaksvík. Sum kunnugt er hann útleigaður úr Sogndal og til KÍ inntil síðst í næsta mánað.

Uppgerðin á heimavøllinum hjá Sogndal, Fosshaugene, var púra uttan føroyska luttøku. Hóast Jákup Mikkelsen í landsdystinum ímóti Jugoslavia var ein sannur brandur, so er í løtuni ikki pláss fyri honum í Molde málinum. Har stendur 23 ára gamli Knut Lillebakk, sum í fleiri ár hevur bíðað eftir møguleikanum á besta liðnum. Nú hevur hann fingið møguleikan, og higartil hava úrslitini verið góð.

Sunnudagin vann Molde 4?3 í Sogndal. Í dagblaðnum VG fær málverjin eitt fýra tal. Hetta er sama skoðsmálið, sum flestu av liðfeløgunum eisini fáa.

Stóri maðurin hjá Molde var U?21 landsliðsmaðurin Magnus Hoseth. Hann skoraði trý mál. Molde var á odda 2?0, tá tíggju minuttir vóru farnir, og teir høvdu fleiri møguleikar at økja um leiðsluna. Men heimaliðið javnaði undan hvíldini. Í 2. hálvleiki eydnaðist tað Molde at økja tvær ferðir, meðan Sogndal bara svaraði aftur eina ferð ? tá tað restaðu fýra minuttir.


Langar bóltar

Besti spælarin hjá Sogndal eitur Tommy Øren. Tá Kurt var í felagnum, var Tommy Øren vandamikil álopsspælari, men hann hevur ikki spælt í nógvum teimum seinastu umførunum. Tá Sogndal fyrr í summar spældi ímóti Molde, breyt Tommy Øren beinið. Tá varð nógv skrivað um øgiligu taklingina frá Odd Inge Olsen. Hesin fyrrverandi liðfelagin hjá Jákupi Mikkelsen er fyri stuttum seldur til Rosenborg.

Tommy Øren verður tøkur aftur síðst í september ? um sama mundið sum tá Kurt Mørkøre verður tøkur aftur hjá Sogndal. Sunnudagin helt Tommy Øren ikki nógv um spælið hjá sínum liðfeløgum:

? Teir sparkaðu alt ov nógvar langar bóltar. Tað ger at góðu fótbóltsspælararnir ikki sleppa upp í part, staðfesti hann.

Hjá Molde gekk tað meiri fyri seg á jørðini.


Deyðu bóltarnir

Svenski venjarin hjá Molde, Gunde Bengtsson, helt í síðstu viku, at um liðið hjá honum ikki hevði havt lorkað so nógv mál ígjøgnum í sambandi við deyðbóltsstøður, so høvdu teir kanska verið fremst í tippuliguni.

Hann segði seg hava skrásett, at av 31 málum, sum vóru farin ígjøgnum, vóru 22 skorað eftir deyðbóltsstøður ? fríspørk (13), hornaspørk (4), innkast (3) og brotsspørk (2). Venjarin vísti serliga á øll málini, sum vóru skorað í sambandi við fríspørk:

? Tað tykist sum um spælararnir eru so bangnir fyri at gera mistøk, at tað næstan ikki slepst undan mistøkum, helt venjarin. Tá hann undan næstsíðsta umfari gjørdi av at skifta málverja, segði hann tað vera, at tað hevði ikki eydnast við Jákupi sum málverja at rætta upp á keðiligu gongdina í sambandi við deyðbóltarnar.

Einki bendir kortini á, at veikleikin er burtur. Tvey av teimum trimum málunum, sum Sogndal fekk, komu í sambandi við deyðar bóltar. Tað fyrsta fingu teir eftir langt innkast, og teir javnaðu til 2?2 við frísparki dygst uttanfyri brotsteigin. Bólturin tók í manngarðin og snýtti málverjan. Triðja málið fekk Sogndal eftir langt innlegg til handara stólpan.