Páll grundaði hetta við, og hetta var ikki skemt, men meint í rámasta álvara. Tað, sum Páll vildi siga við hesum, var í veruleikanum ein ávarðing til fólkaflokkin. Um teir í fólkaflokkinum vildu vísa ein [...] bøtur ikki um trúvirði. Nú hevur fólkaflokkurin buktina og báðar endarnar í verðandi samgongu og sambært FF blaðnum verður sagt, at Annfinn Kallsberg er tann snildasti politikkarin á Løgtingi. Her er hann helst [...] Suðuroy. Um vit skulu hava nakran møguleika ímóti ágangi og niðurgerð, sum her er framd, so mugu her hjá okkum leggjast niður tær politisku forðingarnar og í felag mugu vit verja borg. Tí eitt er greitt
frágreiðingini er harumframt eitt serstakt brot um Føroya Banka, sæddur sum ein partur av føroyska peningastovnasektorinum og um gongdina í hesum sektori síðani kreppuna í 1990. Partur bankans er minkaði fyri [...] minst í 1997. Tað er serliga tann góði fiskiskapurin undir Føroyum og teir góðu fiskaprísirnir, sum hava gjørt sítt til hetta. Henda gongdin sær út til at halda fram í 1998. Góð grund er tó til at vera eitt [...] eitt sindur ivasamur um, hvussu haldgóð búskapargongdin er, tí veiðan serliga av toski stórliga fer upp um tað, sum fiskifrøðingar ráða til. Eisini tann ógreiða støðan viðvíkjandi afturgjalding av tí stóru
ov lítið um føroysk viðurskifti fyri fimm árum síðan, tó at hann kortini ivast, um teir vita meir í dag. Tí er tað týdningarmesta uppgávan hjá føroysku umboðunum á Fólkatingi, at kunna danir um okkara [...] skjótast. Nú er so langt fráliðið og mál sum blokstuðul og uttanlandsskuldin áttu at verið avgreitt í fjør, eins og nærum hálvt ár er liðið, síðan bankakanningin kom. Hann heldur eisini, at tað er lagaligari [...] skuldina, enn um endurgjaldsupphæddina. Hevur tað ikki týdning fyri føroyingar at fáa skuldina burtur? Jú, gaman í, hvar peningurin kemur frá, hevur fyri so vítt ongan týdning. Hinvegin er bankamálið
samráðast undir einum. Hinvegin er blokstuðulin mál fyri seg. Hetta er afturvendandi mál, sum verður samráðst um á hvørjum ári. Blokstuðulin fyri seg Hesaferð er tó ein munur í blokstuðlusskipanini [...] talan vera um uppskotið hjá Fólkaflokkinum um kapitalisering av blokkinum, og tað er álvarsligt. Blokkurin er grundarlag undir m.ø. skúla- heilsu og almannamál, undir grein 9 í lógini um yvirtøkur. Tí [...] Edmund Joensen, at tað ivaleyst einki meir er í hesum, enn at danska stjórnin skundar undir Landsstýrið. Stjórnin veit, at málið er klárt í Landsstýrinum, og tí er heldur einki løgið í tí, at teir vilja avgreiða
tað merkir, at hvørt vikuskifti er eitt lið, sum hevur frí. Í fyrsta vikuskiftið var tað KÍ og sunnudagin LÍF, og hesi bæði liðini hava sostatt spælt ein dyst færri enn hini fimm liðini. Oddaliðið HB, [...] sum hevur betri málúrtøku enn B36 eftir stórsigurin á Skála í fyrsta umfari, hevði sunnudagin fingið NSÍ á vitjan, og har var ongantíð ivi um úrslitið, hóast tað bert bleiv til 2-0. Málini gjørdu Teresa [...] dystir higartil í landskappingini, og enn hava tær einki mál gjørt, meðan 11 eru farin inn í hinum endanum. Men avrikið móti EB á Eiði sunnudagin var nógv betri enn tað var móti HB í fyrsta umfarinum, tá
luttøku í finaluni, meðan Búgvi hevði tryggja sær pláss í kappingini um bronsumerki. Bronsudysturin Í tílíkari kapping eru tveir dystir um bronsumerki. Í øðrum bronsudystinum vóru Bjarni Skúlason úr Íslandi [...] shido fyri passivitet, og harnæst fekk finnin Jere Ahvenainen eitt yoku fyri eitt kast. Men so eydnaðist Búgva at fáa betri tak á dystinum og eftir eina løtu fekk Búgvi so eitt yoku fyri at kasta finnan [...] Rantala Eftir at hava vunnið hendan dystin kom Búgvi so víðari móti Vesa Rantala úr Finlandi. Rantala er sera sterkur og tekniskt væl fyri, og Búgvi segði eftir dystin, at hann kendi seg eitt sindur troyttan
byrjanini av kappingarárinum 1999/2000. Mest kollveltandi broytingin ? og tað er av sonnum ein kollveltandi broyting ? er, at liðini nú, um tey vilja, kunnu stilla upp við einum sonevndum »libero« millum teir seks [...] eisini fleiri broytingar í flogbóltsreglunum royndar í verki fyri fyrstu ferð. Um tað riggar væl við nýggju reglunum, er lítið at ivast í, at tær verða settar í gildi á heimsstøði, og fyri Føroyar merkir [...] fyri ein libero sum hesar: A) Liberospælarin er avmarkaður til at vera ein baklinjuspælari og hevur ikki loyvi til at fremja eitt álopsslag, tá bólturin er omanfyri hæddina á netinum. B) Liberospælarin
Fyrisitingarlógini (Løgtingslóg nr. 132 frá 10.06.1993 um fyrisiting) stendur í § 27: ?Upplýsingar um heilt privat viðurskifti hjá einstaklingum...er ikki loyvt at lata øðrum fyrisitingarmyndugleika. Stk [...] Men støðan hjá ALS er óbroytt: ?Arbeiðsloysisskipanin er framvegis av teirri uppfatan, at hon ikki kann roknast sum partur av almennu fyrisitingini undir heimastýrinum, og tí ikki er umfatað av løgtingslóg [...] frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina.? Víðari stendur: ?Arbeiðsloysisskipanin...vil mæla til at tygum leggja málið fyri dómsvaldi til endaliga støðutakan, um tygum framvegis er ósamdur við niðurstøðuni
sum hava verið um júst tey umstríddu økini í Hvítu sonuni. Tað er ein sannroynd, at allur oljuídnaðurin metir Hvíta økið sum sera áhugavert. Um so er at føroyingar ætla at slaka meira enn gjørt, so merkir [...] slaka. -Tað er einki kynstur. Nú er komið hartil, at ein endalig avgerð má takast, og slíka kunnu bert politikarar taka. Talan er um so stór umstrídd øki við møguligum oljuríkidømi, at hetta bert kann [...] á bretsku sendistovuni í Danmark um, at bretar hava fingið ein sterkan forsætisráðharra. -Tá hava vit enn betri orsøk til at koma á tal við hann um at fáa loyst hetta málið. Vil ikki lata oljuøki til bretar
hørm, um hon hevði vitað um alt hetta. Fólk nýtast ikki at vera bangin fyri at tosa við okkum um okkara elskaðu mammu, sum vit sakna og leingjast so ómetaliga nógv eftir, tí eg eri heilt sannførd um, at [...] visti hon júst, hvussu hon skuldi føra seg fram. Um eg skal siga nakað um hendurnar á mammu, sum standa so klárar fyri mær, tá komi eg fyrst at hugsa um allar okkara heimabundnu kjólar, troyggjur, húgvur [...] í dag er steindeytt um dyr okkara. Eg kann eisini minnast, at onkur segði við pápa aftaná jarðarferðina, meðan eg hoyrdi, at viðkomandi hevði ikki sæð stórt fleiri fólk til eina jarðarferð, enn fylgið