Suðuroy illa umboðað í verðandi sjálvstýrissamgongu

Tað var hildið at vera skemt, tá Páll Vang býráðsformaður á Tvøroyri, umboðandi fólkaflokkin, í blaðgrein í Sosialinum fyri nakað síðani segði frá, at hann kundi verða stillari til tey komandi valini hjá Jóannes Eidesgaard.

Páll grundaði hetta við, og hetta var ikki skemt, men meint í rámasta álvara. Tað, sum Páll vildi siga við hesum, var í veruleikanum ein ávarðing til fólkaflokkin.

Um teir í fólkaflokkinum vildu vísa ein meira positivan vilja ímóti Suðuroy, og ikki framhaldandi í Breckmansstíli føra ein persónligan ágang ímóti sosialistunum, so vildi tað fáa avleiðingar fyri fólkaflokkin.

Teir skiltu ikki ávarðingarnar frá Páll Vang, og avleiðingarnar hava teir nú: at hava loynifund við umboð floksins í Vági, uttan at boða toppolitikkarinum á Tvøroyri frá, tað bøtur ikki um trúvirði.

Nú hevur fólkaflokkurin buktina og báðar endarnar í verðandi samgongu og sambært FF blaðnum verður sagt, at Annfinn Kallsberg er tann snildasti politikkarin á Løgtingi. Her er hann helst tikin av ræði.

Hetta við snildi løgmans fari eg lata fara í hesum føri, tí sum løgmaður hevur hann ikki sett spónin í greytin enn.

Persónliga meti eg Annfinn Kallsberg høgt.

Men eitt hava hann og flokkurin ikki skilt, at við valið av landsstýrismonnum, har møguleikin at taka umboð úr Suðuroy við, og harvið at fáa skrásett fólkaflokkin sum ein politiskan flokk í Suðuroy, og harvið við politiskum snildi løgmans at forða sosialistunum at fáa meira politiska makt, her hava teir snávað.

Tað blivu Tórshavn og Klaksvík, sum nú skulu berjast um, hvør fær mest í sín part.

Um tað var so, at fólkaflokkurin ikki vildi hava ein tvøramann í landsstýrið, í hesum føri Páll Vang býráðsformann, sum hevur verið landsstýrismaður og nú í nógv ár býráðsformaður á Tvøroyri, sum eftir tí politiska mynstrinum skuldi verið ógjørligt, um teir ikki vildu góðkent Páll Vang, so vildi tað verið og eru fleiri nøvn at vísa til. Men Páll var so hann, sum fekk flestu atkvøðurnar til býrásðvalið og til løgtingsvalið.

Her hevur lítið snildi verið brúkt, heldur persónlig áhugamál, har teir valdu síni landsstýrisumboð, úr Tórshavn og úr Klaksvík.

Í einum politiskum orðaskifti er greitt, at vit hava ymiskar hugsanir um politisku mótstøðumenn okkara. Eg havi ført mína hugsan fram, mest grundað á tað framhaldandi slagorð fólkafloksins »Niður við sosialistunum«.

Mín vurdering av fólkafloksumboðum í Suðuroy er ikki persónlig men ein politisk meting. Tann persónliga metingin av fólkafloksumboðunum hevur fólkafloksleiðslan víst við valið av landsstýrisumboðunum.

Teir hava avhøvdað teir, sum umboða flokkin í Suðuroy. Um vit skulu hava nakran møguleika ímóti ágangi og niðurgerð, sum her er framd, so mugu her hjá okkum leggjast niður tær politisku forðingarnar og í felag mugu vit verja borg.

Tí eitt er greitt, Suðuroy er ein svartur blettur hjá verandi samgongu.


Sverre Midjord