hugaði at gera íløgur. Men tey verða ikki eftirspurd. - Fyri mær er eingin ivi, um at lata vit tey røttu fólkini sleppa framat - og ikki bara teoretikarum! - so trúgvi eg uppá, at vit fáa nakað upp at standa [...] við Drelnesi. Kann Drelnes koma at hava ein týðandi leiklut í menningini av Suðuroynni? Fyri Paula Einarsson er eingin ivi. Hann er sannførdur um, at tað kemur Drelnes at gera. Teir hava eina frálíka havn [...] Tvøroyrar kommuna liggur í løtuni í samráðingum um nýtslu av Drelnesi. Tí er ikki lætt at fáa nakað ítøkiligt at vita frá Paula Einarsson um tað. - Undir slíkum samráðingum, so samráðist ein út frá einum
onkur óvitandi og órættvíst hevur hug at finnast at teimum og teirra samfelagi. Ofta hoyrir tú hann eggja til at skipa føroyska samfelagið betur, m.a. við at læra av, hvat aðrir í Norðurlondum hava gjørt [...] ár. Dánjal hevur ofta tikið til, at árini í Danmark vóru stak góð. Hann lærdi ein hóp av teirra mentan, sum hann kundi brúka aftur í Føroyum. Hann smæðist ikki fyri at verja Danmark og danir, tá ið onkur [...] Sverra Egholm, sála, sum tá var landsbókavørður, siga, at av bygdabókasøvnunum í Føroyum var tað í Fuglafirði eina fremst, ikki minst Dánjali fyri at takka. Dánjal var eisini kassameistari hjá ÍF í árunum
avmarkingar Løgmaður helt, at ein standmynd má hava ein boð skap ? hon má vilja okkum okkurt. ? Hvat kann so ein slík standmynd seta í gongd í okkara hugarensli? Hann segði, at umframt at hon er vøkur í sær sjálvum [...] og kanska eisini teska okkum í oyra, at vit eiga at fáa so nógv positivt og lívsjáttandi burturúr tí evarsku lítlu tíð , okkum er avmáld. Og kanska eisini teska, at vit skulu koma hvørjum øðrum meira við [...] fer altíð at vera her, men fuglurin flygur frælsur - fer avstað, men vendir altíð heimaftur til Føroya. Hann vónaði, at standmyndin kann fáa onkran av okkum, ella onkran forvitnan ferðamann at steðga á
bjargaði øðrum, men hitt brast á stólpan. Spakuliga fóru tingini tó at venda rætta vegin. HB kom eftir, at lettisku mótstøðumenninir vóru til at tosa við, og so líðandi komu nøkur álop eisini í lag. Gylta møguleikan [...] var tað ikki frítt, at føroyskur fótbóltsheimurin sum heild var spentur upp á seinna dystin hjá HB móti lettiska FC Dinaburg. Hóast greiða yvirvág hjá heimaliðnum, so megnaði HB at toga ein 1-1 javnleik [...] eisini í luftini. Til at tosa við Fyrsta korterið ella har á leið hevði HB kanska dekan ov nógva virðing fyri mótstøðuni. Alt ov ofta fluttu teir reyð/svørtu seg eftir hæli, heldur enn at møta mótstøðuni, og
sum at alt hevur verið rættiliga tilvildarligt, og nóg gott skil hevur ikki verið í, sigur Magni Jarnskor. Løtuvinningur at keypa spælarar Ætlanin er, at tilvildarligu gongdin skal broytast, so at teir [...] verið av teimum bestu, og GÍ í fjør var um reppið at flyta niður í næstbestu deildina, vilja børn og ung í Gøtu framvegis spæla fótbólt. Áhugin fyri at spæla fótbólt er sera stórur. Vit hava fleiri gentulið [...] Tann stóri áhugin fyri fótbóltinum er eitt gott grundarlag at byggja á. Vit merkja eisini ein størri áhuga fyri ungdómsfótbóltinum í GÍ, eftir at vit hava sett okkum hægri mál við venjingini. Spælararnir
vígdi sítt lív til at fáa at grógva og kasta av sær, og har hann legði so nógv eftir seg. Men sum lagnan legði leið hansara við sváru sjúkuni seinastu árini, var Páll uttan iva fegin um nú at finna seinastu [...] seinastu hvíldina. Og hann hevði nógv at fegnast um. At Sólva, synir, verdøtur, abbabørn, systkin og familja kundu vera um hann á lívskvøldinum. At hann kundi vera heima á Garði - takkað veri kønu hondunum og [...] stríðsviljanum hjá Sólvu. Og hann visti, at allur tann førningur, sum hann hevur borið fram á leiðina, og alt, sum hann hevur sátt, er í tryggum hondum og fer at grógva víðari hjá næsta ættarliðnum - og
helst átti at fingið meira burturúr. Gekk báðar vegir Í seinna hálvleiki leikaði á báðar vegir. KÍ royndi støðugt at fáa eitt mál afturat, so at sigurin var tryggjaður, meðan B68 royndi at fáa útjavnandi [...] mótstøðuliðunum at spæla seg ígjøgnum. B68 gjørdi tó ein fríska roynd hendan dagin, og við teimum spælarunum, sum liðið hevur fingið afturat seinastu vikurnar, eru tekin um, at úrslitini fara ikki at vera so vánalig [...] fóru skeiv. Toftamenn løgdu seg ikki bara aftur at verja, men bjóðaðu av fram eftir vøllinum eisini. Fyrsta korterið av dystinum tóktist tað næstan, sum at heimaliðið var eitt sindur ørkymlað av ágangandi
yvirhildin, og tann harða venjingin byrjaði nú at geva bonus. ? Vit vóru í rættiliga góðari tíð, so vit sóu, hvussu hini byrjaðu at renna runt í køkinum, tá tíðin fór at ganga undan, greiðir Jóan Petur frá við [...] somu ráðvørurnar, og skulu síðani sannføra dómararnar um, at teir hava uppiborið gullheiðursmerkið og silvurborðiskin. ? Trýstið í og við, at tú skal matgera uppá tíð ger tað spennandi, greiðir Jóan Petur [...] Emborg, og teir tosaðu so um at fara til hesa kappingina saman. Teir sluppu ígjøgnum hørðu upptøkukrøvini, og eina viku áðrenn sjálva kappingina fór Jóan Petur til Danmarkar fyri at venja. ? Vit vandu nógv
silvurkrónurnar at kappast um. Saðlaðu um Tað má sigast at vera eitt frálíkt úrslit hjá eini bygd sum Sørvági at hava so góð úrslit at vísa á. Formaðurin í SÍ, Jákup á Stongum, sigur, at góðu úrslitini [...] enn, men longu er greitt, at felagið úr Sørvági vinnur trý meistaraheiti. Talan er um dreingir og gentur 16 og 1.deild kvinnur. Umframt hesi liðini, so er framvegis møguleiki at vinna fleiri meistaraheiti [...] í 90 árunum, men tá valdu vit í felagnum at satsa uppá eina vetrargrein, og tað gjørdist flogbólturin, greiðir Jákup á Stongum frá. Felagið legði seg eftir at fáa tilkomnar venjarar til hvønn árgang, so
segði, at meginparturin av tí, gjørt er, er greitt úr hondum av handverkarum úr Eiðis Kommunu. Nógvar røður Fleiri røðarar hvødu orðið hendan dagin. Bæði undir hátíðarhaldinum i miðhøllini, eftir at Emil [...] minnast frá dreingjaárunum, at hann helt allar eiðismenn vera risar. Hann kendi bara stór fólk á Eiði, segði hann. Bæði privat og hondbóltsspælarar. Og hetta, sum nú var komið upp at standa á Eiði, var einki [...] Skúlasøgan Eftir at Emil Olsen, sóknarprestur, hevði vígt skúlan, og ein sálmur var sungin, hevði Tordur Niclasen, borgarstjóri í Eiðis Kommunu, orðið. Tordur Niclasen tosaði um tað at vinna sær kunnleika