Minnir okkum á okkara egnu avmarkingar

? Lat hetta teska okkum í oyrað, at vit eiga at fáa so nógv positivt og lívsjáttandi burturúr tí evarsku lítlu tíð , okkum er avmáld, segði løgmaður, tá ið hann avdúka eina stóra standmynd á Tvøroyri

Avdúking

Síðani Palli Julsgart á Tvøroyri fyri nøkrum árum síðani fór undir listaskálan, Oynna, á Tvøroyri, hevur hann veruliga gjørt vart við seg við framsýningum av ymsum slagi.
Hann hevur eisini gjørt vart við seg sum listamann. Ikki minst hevur hann gjørt vart við seg við nøkrum stórum standmyndum á Tvøroyri.
Sunnudagin laðaði hann enn ein stein afturat tí varða, hann fer at seta eftir seg, tí tá var aftur ein stór standmynd, sum hann hevur gjørt, avdúkað.
Og tað fór ikki stillisliga aftur við borðinum, tá ið standmyndin varð avdúkað á parkeringsøkinum á Tanganum á Tvøroyri hendan hendinga góðveðursdagin.
Teir tríggir, Eyðun Nolsøe, og brøðurnir Tróndur og Brandur Enni spældu og sungur og kirkjukórið Ljómur sang eisini.
Standmyndin hevur fingið heitið "Frælsi" og tað var sjálvur løgmaður sum fekk heiðurin av avdúka standmyndina, sum er ein høg súla av stabbagróti úr Froðba, við tveimum svartbakum á.
Àeini plátu við fótin á standmyndini er skrivað eittørindi úr einum kendum sangi hjá Eyðuni Nolsøe.
? Hetta er ein standmynd av nøkrum, sum vit hava sæð hvønn Guðs skapta dag - ein standmynd av okkara egna heimaumhvørvi ? av okkara egnu oyggj ? av okkara egna landi, segði løgmaður.
Sermerkta stabbagrótið, sum sæst nógva stað ni í Suð uroy, er partur av nið astu og elstu jarðfrøð ini á landi í Føroyum. Hesar basaltfláir, sum vit síggja so týðiliga eitt nú úti í Froðba og í Hovi, siga okkum sína egnu søgu um, hvussu Føroyar vórðu til úr ovurstórum og ógvisligum eldgosum fyri umleið 60 milliónum árum síðan.

Minnir okkum á okkara egnu avmarkingar
Løgmaður helt, at ein standmynd má hava ein boð skap ? hon má vilja okkum okkurt.
? Hvat kann so ein slík standmynd seta í gongd í okkara hugarensli?
Hann segði, at umframt at hon er vøkur í sær sjálvum, kann hon í fyrra lagi siga eitt sindur um, hvussu gamalt okkara land er.
? Men harumframt kann hon við sínum 60 milliónum árum minna okkum á, hvussu ótrúliga stutt okkara æviskeið í grundini er afturímóti øllum rundanum okkum.
? Tá ið vit eru 80 ella 90 ára gomul, eru vit veruliga gomul, men hesir klettar hava stað i ð í 60 milliónir ár
? Tað er ikki rættiliga til at fata fyri okkara vanliga skil.
? Vit halda, at Oyrnafjall hoyrir okkara tíð til, og tað ger tað sjálvandi eisini, men Oyrnafjall hevði stað ið í milliónir av árum, áð renn fyrsti føroyingurin fekk eyga á tað . Vit eru bert eitt sandkorn í tíðarinnar søgu hjá bláu gongustjørnuni ? jørð ini.
? Latið tí hesa standmyndina minna okkum á okkara avmarkingar í tíðarinnar havi, og kanska eisini teska okkum í oyra, at vit eiga at fáa so nógv positivt og lívsjáttandi burturúr tí evarsku lítlu tíð , okkum er avmáld. Og kanska eisini teska, at vit skulu koma hvørjum øðrum meira við og vera minni fordømandi mótvegis hvørjum øð rum, segði løgmaður.

Tað,sum altíð hevur verið og tað, sum kemur og ferð
Ovast á hesu standmynd standa tveir svartbakar, sum eru stoyptir í bronsu. Svartbakurin er okkara størsti másafuglur og er stórsligin at síggja við sínum stóra veingjabreiði.
? Fuglar vóru fyrstu livandi verur, sum vitjað u okkara klettar, langt áð renn menniskjan og seyð urin komu.
Løgmaður segði, at standyndin ímyndar við øð rum orð um tað , sum altíð hevur verið , og tað , sum kemur og fer: Stabbagrótið hevur altíð verið her og fer altíð at vera her, men fuglurin flygur frælsur - fer avstað, men vendir altíð heimaftur til Føroya.
Hann vónaði, at standmyndin kann fáa onkran av okkum, ella onkran forvitnan ferðamann at steðga á og hugtakast og seta sær spurningar at gruna yvir.
Løgmaður vísti annars á tann stóra týdning, sum listaskálin Oyggin hevur havt fyri Suðuroynna og hevur havt stóran týdning marknaðarføringina av Suðuroynni.
Listaframsýningar hava ikki verið vanligar í Suðuroy og tí hevur listaskálin, Oyggin, verið nýskapandi og er vorðin synisgluggin í Suð uroynni fyri tiltøkum, sum annars kanska bara høvdu verið í Havn.
? Og tað eiga vit at vera takksom fyri, segði løgmaður.
Eisini Tvøroyrar Býráð var á blettinum, tá ið standmyndin varð avdúkað. Her handar borgarstjórin, Kristin Michelsen, hm. listamanninum, Palla Julsgart, eina sømdargávu upp á 10.000 krónur.