Pálli Bónda í Kirkjubø til minnis

    

Páll Patursson fór alt ov tíðliga av fold. Hesi fold, sum hann vígdi sítt lív til at fáa at grógva og kasta av sær, og har hann legði so nógv eftir seg.
Men sum lagnan legði leið hansara við sváru sjúkuni seinastu árini, var Páll uttan iva fegin um nú at finna seinastu hvíldina. Og hann hevði nógv at fegnast um. At Sólva, synir, verdøtur, abbabørn, systkin og familja kundu vera um hann á lívskvøldinum. At hann kundi vera heima á Garði - takkað veri kønu hondunum og stríðsviljanum hjá Sólvu. Og hann visti, at allur tann førningur, sum hann hevur borið fram á leiðina, og alt, sum hann hevur sátt, er í tryggum hondum og fer at grógva víðari hjá næsta ættarliðnum - og hjá teimum, ið koma.
Páll sáddi og skapti lív kring seg. Hann heystaði av náttúrunnar ríkidømi á sjógvi og landi. Og sum svágurin Zakarias skrivaði í heilsu til Páll á seksti-ára degnum, so bjargaði Páll eisini mannalívum við sínum árvakna eyga og skjóta atburði, tá sterku náttúrukreftirnar kring søguligu heimbygdina, gjørdu vart við seg.
Seinast eg sá Páll, var tá hann fylgdi verfaðirinum, Poul Wang, til gravar. Tá brúkti hann helst sínar seinastu kreftir til at geva einum øðrum merkismanni og hegnisbónda sína seinastu heilsan.
Tá Páll varð jarðaður henda framúr vakra dagin í Kirkjubø, kom eg at hugsa um hetta ørindið úr eini yrking hjá Karsten Hoydal, sum kundi verið skrivað til teir báðar:

Eg heilsi tær á ytstu gátt
runnur av teirri rót,
sum kendi heilagt hetta landið,
hav og mold og grót,
í bø og haga livdi tú
í bjørgum og á miðum,
fekk sálarbreyð úr Halgubók,
úr søgn og fornum siðum.
----

Páll var ein merkismaður í orðsins sanna týdningi. Hann hevði - sum allir ið eru bornir til Kirkjubøgarð - ein dýrabæran og tungan arv at lyfta, men hetta megnaði hann til fulnar. Bæði handaliga og andliga bar Páll landbúnaðin og Kirkjubø inn í eina nýggja øld. Við sínum starvi og ídni - vinnuliga, mentanarliga og í kommunupolitikki - bygdi hann land allari tjóðini at frama.
Og ikki minst hava Páll og Sólva knýtt bond millum føroyingar og aðrar tjóðir, sum ongin undan teimum. Allir teir útlendsku gestir - høgur sum lágur - ið hava notið blíðskapin og ta livandi søguna í heiminum hjá Pálli og Sólvu, hava knýtt ógloymandi minnir og ríkar upplivingar til Føroya. Og tey hava leitað aftur ella hava borið heilsur til Kirkjubøar úr øllum heimsins heraðshornum.
Við Pálli og Sólvu á odda hevur Kirkjubøur verið besta umboðsstova fyri altjóða samstarv føroyinga. Ikki minst hava Føroya Løgting og Føroya Landsstýri havt almikið gagn av blíðskapinum og móttøkunum heima á Garði, og tað vil eg nýta høvi at takka og minnast Páll fyri.
Øll, sum upplivdu Páll greiða frá sínum virki og frá søguni hjá bygdini og síni slekt, gjørdust hugtikin. Her var ein maður, sum í 17. ættarliði hevði borið arvin víðari og sum greiddi frá Sverra Kongi og Erlendi Bispi eins og hevði hann hitt teir á máli.
Men Páll livdi ikki í søguni. Hann var livandi søga í nútíðini. Eins og fedrarnir undan honum, so var Páll sera fornur og hevði djúpa virðing fyri søguligu virðunum, samstundis sum hann var topp-modernaður tá tað tildømis snúði seg um nýggjar framleiðsluhættir og tøkni.
Fyri hann var søgan ikki í andsøgn við framtíðina ella bert ein leivd, ið vit skulu minnast ávísar dagar á árinum. Páll vildi skapa framtíðina við á byggja á tey bestu virðini úr søguni, men samstundis vera opin fyri nýskapan og øllum tí, ið kundi skapa framburð.
Tí stríddist hann áhaldandi fyri, at søguligu virðini og fornminnini skulu kunna brúkast og gerast partur av eini livandi framtíð - og at tey ikki bert skulu goymast í glasbúrum ella á søvnum. Tað er ein hugsan, sum vónandi fer at vinna frama í komandi tíðum.
---
Góða Sólva. Tú hevur verið en fyrimynd fyri onnur og víst eina ótrúliga styrki, tá sjúkan og mótgongdin rakti. Vit eru mong, ið hava samkenslu við tær, Jóannesi, Siggerti og Pouli við familjum - eins og við systkum og øllum, ið stóðu Pálli nær. Vónandi kanst tú framhaldandi finna styrki í samanhaldi tykkara og øllum tí góða, ið tú og Páll skaptu saman, og sum ongantíð ferst.
Við hesum fáu orðum, vil eg lýsa frið yvir minnið um merkismanin Páll Patursson.
??????????????
Høgni Hoydal