Samstarv er loysnin fyri Suðuroynna

Tvøroyrar kommuna er í samráðingum um nýtslu av havnini á Drelnesi. Her eru nógvir møguleikar fyri virksemi, og teir bíða spentir eftir, hvat úrslitið av hesum verður. Hetta kemur ikki bert at gagna Tvøroyri, men allari oynni.

Tað er langt millum tey góðu tíðindi, ein hoyrir úr Suðuroynni í hesum døgum. Meinparturin av tíðindunum er merktur av uppgevan, neyð og elendigheit við arbeiðsloysinum, sum einum óhugnaligum leikluti í tíðindaflutninginum.
Mong hava helst mist vónina um at oyggin skal menna seg aftur. Men ikki øll! Ein teirra er Pauli Einarsson, býráðspolitikkari á Tvøroyri.
Hann er ikki samdur við teim døpru røddunum, sum ikki spáa oynni nakra framtíð.
- Vit eiga nógv gott fólk í oynni. Vit eiga eisini fólk, sum eru hugaði at gera íløgur. Men tey verða ikki eftirspurd.
- Fyri mær er eingin ivi, um at lata vit tey røttu fólkini sleppa framat - og ikki bara teoretikarum! - so trúgvi eg uppá, at vit fáa nakað upp at standa her í oynni, sigur hann optimistiskur.
Tað finnast vinnuligir møguleikar. Ein teirra er oljan, Men tann stóri spurningurin er - og fer at verða: Er Tvøroyri tilbúgvin sum ein komandi oljuhavn?
Vit seta spurningin til Paula Einarsson, sum í býráðnum haraftrat er formaður í teknisku nevnd og limur í Havnanevndini, sum eisini hevur hansara stóra áhuga.

Ein havn - nógvir møguleikar
Fyri Paula Einarsson er eingin ivi um, Tvøroyri er fult tilbúgvin til at gerast ein komandi oljuhavn í Føroyum.
Hann vísir til alt økið á Drelnesi, har ein í dag hevur millum 20 og 30.000 fermetrar klárar til slíkt virksemi. Av hesum eru longu teir 12.000 fermetrarnir planeraðir.
Men hvør er í roynd og veru "vitsin" við at hava eitt slíkt økið liggjan har uttan virksemi. Hevur Tvøroyrar kommuna nakrar hugsanir um tað, og hvat kann henda har í framtíðini?
- Jú, sigur Pauli Einarsson. Her er nógvir møguleikar, og so avgjørt eisini aðrir møguleikar enn júst ein oljuvinna.
Ella, sum hann tekur til: "Farmur er hóast alt farmur, og farmur kemur altíð at verða skipaður uppá land á Drelnesi og umborð á ymisk skip". Um tað so verða russisk skip ella supply-bátar - so er arbeiðið kortini á leið tað sama. Har er avgjørt pláss fyri báðum tingunum og enn fleiri.
Men eru so nakrar heilt ítøkiligar ætlanir við hesum 30.000 fermetra stóra økinum í løtuni?
- Jú, tað eru onkrir fyrispurningar um nýtslu av hesi havnini í framtíðini. Vit eru í samráðingum um tað beint nú, so tað kann eg ikki upplýsa tær meiri um í løtuni, sigur hann.

Samstarv er neyðugt
Í kjalarvørrinum á hópuppsagnunum í Vági og í Hvalba fyri tveimum vikum síðani er tann vinnuliga støðan í Suðuroynni tað, ið mest hevur verið frammi í tjakinum og prátinum manna millum.
Nógv hevur verið tosað um stertar og slíkt, men hvussu við Drelnesi. Kann Drelnes koma at hava ein týðandi leiklut í menningini av Suðuroynni?
Fyri Paula Einarsson er eingin ivi. Hann er sannførdur um, at tað kemur Drelnes at gera. Teir hava eina frálíka havn á Drelnesi og í Vági finst eisini ein góð hann.
- Og soleiðis sum støðan er beint nú, so eru tað ting, tú kanst fáa gjørt her á Tvøroyri og sum tú ikki fært gjørt suðuri í Vági. Og øvugt!
- Í Vági hava teir til dømis fleiri frystihús, og slík hava vit ikki her í sama málistokki. So tí hava vit eitt øgiliga gott grundarlag fyri einum samstarvi í oynni í framtíðini, sigur hann.

Ein fyri allar
Tvøroyrar kommuna liggur í løtuni í samráðingum um nýtslu av Drelnesi. Tí er ikki lætt at fáa nakað ítøkiligt at vita frá Paula Einarsson um tað.
- Undir slíkum samráðingum, so samráðist ein út frá einum einstøkum staði. Men so skjótt tú fært eina avtalu út frá einum staði, so fert tú út og tekur restina av oynni við. Tí tú klárar tað simpelthen ikki einsamallur.
- Hetta er eisini orsøkin til at tú heldur kortini so tætt inn at kroppinum, sigur hann.
Teir hava samband við vinnulívið runt í oynni, og hinar kommurnar vita eisini hvat teir eru farnir í holt við.
- Men tað er bara tann eina kommunan sum tekur initiativið, so ikki ein tosar í vestur og hini í eystur. Vit koyra stutt sagt eitt forløb beint nú.
- Og tí vilja vit av góðum grundum ikki samráðst gjøgnum bløðini, - tú skilir!