einglum á permuni. Hesa bókina ætlaði hon at tekna í hvønn dag, nú hon skuldi ferðast í Føroyum í 14 dagar. Mia byrjaði longu at tekna í bókina, meðan hon sat í flogfarinum á veg til Føroyar. Hon teknaði eitt [...] Mia átti ommu og abba í Havn, tí so kom hon bara heim til tey, so mamma fekk betri frið at skriva til skúlan« Soleiðis byrjar Miusa dagbók. Tí tá Mia kom til ommuna og abban í Havn at ferðast, hevði hon [...] tekningar hjá abbabørnunum. Tað ger abbi Miu úr Havn Thomas Michael Smith eisini. Serliga væl goymir hann eina lítla bók, sum Mia teknaði í, tá hon var fýra ára gomul. Í dag er Mia 15 ár, men tekningarnar eru til
Samuelsen í Havn, bert 61 ára gamal. Fyri okkum tríggjar var hann bara Samuelsen. Vit høvdu mist ein góðan og trúfastan vinmann. Vit fýra hittust á Grannskoðaravirkinum hjá Jógvan Sundstein síðst í 80-unum [...] r skuldu haldast, og fólk vóru strongd og troytt. Tá kom hann við eini positivari og ofta skemtiligari viðmerking. Fyrst í 90-unum skiltust okkara vegir, tá ið vit tríggir fóru í onnur størv. Andrias varð [...] løturnar, vit hava sitið í stovuni hjá Andriasi og Aju. Tað varð altíð skemtað nógv, og tíanverri gingu hesar løtur alt ov skjótt. Sum frá leið gjørdist hetta eitt av hæddarpunktunum í árinum hjá okkum fýra
ið hon saknaði, og tað var gongutúrin sunnudag heim í kirkju og tey í Kolbanagjógv á innasta beinki. Í 1956 arbeiddi eg í Kassahandlinum niðri í Heygstøð, tá var Lias hjálparmaður. Vit arbeiddu væl [...] flutti tey norður í Kolbanagjógv. Mær er sagt, at tey fluttu inn í aftur húsini í 1934? Eg minnist, sum var tað í dag, at Petra bað meg, ein seinrapart sunnudag, koma við sær yvir í Kolbanagjógv at vitja [...] fyri meg í hópatali. Fyrst er at siga, at eg altíð havi kent tað, sum vóru vit í familju við tey í Kolbanagjógv. Hetta kemst uttan iva av tí, at pápi mín, Berthel Johansen, vanliga nevndur Bartal í Kass,
okkum av oynni. Nýggj havn átrokandi Tær 30 milliónirnar skulu brúkast til eina nýggja Havn í Skúvoy. Ein nýggj havn í Skúvoy hevði givið teimum heilt aðrar og betri møguleikar, sum teir í dag bara kunnu droyma [...] avmarkaðir og tað ger livilíkindini í Skúvoy bæði nógv tvørligar og nógv dýrari enn tað er at liva aðrastaðni í Føroyum. Hann nevnir eisini ítøkilig dømi um, hvussu tórført tað er við sambandinum, sum [...] standa í eini ógvuligari óhepnari støðu. Sita køld Bara eitt so sjálvsagt sum at fáa fylt sær oljutangan í sethúsunum, er eitt kapittul fyri seg, tá ið ein er búsettur í einum plássi sum í Skúvoy. Í síni
professari á kunstakademinum í Keypmannahavn, har hann dvaldist árini 1993-2002. Henda kavahvíta seinnapartin seint í oktober er hann staddur í Grafiska Verkstaðnum í Gundadali í Havn, her tey bæði Jan Andersson [...] jú ov lítið í mun til tey mongu føroysku listafólkini. Ótrúligt at hava so nógv listafólk í einum so lítlum landi sum Føroyar. Á listasavnsøkinum hava vit í Danmark tó flutt okkum heilt nógv í mun til støðuna [...] Andersson og Fríða Brekku eru í ferð við at skipa tað seinasta av avrikinum í hesum arbeiðsumfarinum, nú bæði veggir og borð eru á tremur av steinprentum hjá Claus Carstensen, ið øll eru í háformati. Summi teirra
INNI hevur deildir í Runavík og í Klaksvík, og gongdin seinastu tíðina hevur verið hon, at sølan av sethúsum hevur kvinkað upp eftir úti á smærru bygdunum, staðið nøkurlunda í stað í størru bygdunum, meðan [...] 525.227 krónum í meðal. Eisini meðalprísurin fyri sethús í størru bygdunum vísir somu kurvar sum fyri høvuðsstaðin. Eisini har setti meðalprísurin met í 2007 við 1.232.039 krónum. Hann er í triðja ársfjórðingi [...] at prísirnir ikki hækka, og at teir eru nógv lækkaðir seinasta ársfjórðingin. - Hinvegin hevur sølan av íbúðum undir Kongavarða gingið væl, og vit hava selt nógv í fyrsta byggistigi, sigur Hannelina Mittún
at fáa telefon í Føroyum. Í 1905 leggur hann linjur við millumstøðum á Sundi, á Oyrareingjum og í Kvívík og Vestmanna, har hon var heima hjá Ólavi sjálvum. Telefonin í Havn varð løgd inn í Geil, og var hetta [...] hetta fyrsta hús í Havn og millum fimm tey fyrstu húsini í landinum, sum høvdu telefon. Tískil hava húsini í Geil eisini av hesi orsøk verið ein miðdepil í Havn. Tað vóru telefonstøðir altíð. Fyrsta “ [...] dagbókin, hann skrivaði í 1884. Partur av henni hevur verið endurgivin í FF-blaðnum. Fríðrik Fríðriksson og tey í Geil Fyrst í 1890-unum var íslendingurin Fríðrik Fríðriksson í Føroyum. Hann var seinni
samstundis eisini tjóðtrúgvur í sær (tað mundi, sum vit føroyingar siga, liggja til slagið) og hetta hoyrdist eisini aftur í orðalagið hansara (og her meini eg sjálvandi við, hvussu hann málbar seg á íslendskum) [...] frætti, at hann var farin í annað ljós. Hetta er ein yrking eftir íslendska tjóðskaldið, Jónas Hallgrímsson, yrkt í 1844 (á upprunamálinum eitur hon Alsnjóa). Kavaland Ævigur skarin í eyguni á mær ørast og [...] tungan kross, lyftir tað seg alt í dýrd og liti, lívið og deyðin, kuldi og hiti. Helgu og familju vátti eg samkenslu mína. Friður veri við minninum um Úlf Hjörvar. Í Havn 18. november 2008 Carl Jóhan Jensen
sanatoriinum í Hoydølum. Her lá hann í tríggjar mánaðir og slapp so heim. Hetta var væl sloppið. Nógv lógu longri enn tað, ofta í áravís. Eisini doyðu nógv av sjúkuni, eisini i Sørvági. Í 1927 var Theodor [...] Jacobsen, hvørs spennandi lív í Etiopia hevur verið lýst í Miðvikuni. Í stovuni hevur hann eina mynd av, tá ið Elsa varð vígd til trúboðara í 1960. Eisini hjálpti hann í síni tíð til at byggja Missiónshúsið [...] grindirnar. Nógv av hesum mati varð saltað, so saltmatur var sera vanligur døgurði. Men inn ímillum fekst eisini feskt. Tað var eisini nógv arbeiði í Sørvági. Her vóru fleiri reiðarar, sum áttu nógv skip. Nevnast
Brimheim í Havn. Hon kom á fyrsta sinni til USA 20 ára gomul í 1965 sum aupair genta hjá eini familju í høvuðsstaðnum Washington. Maðurin í húsinum var ráðgevi hjá Joe Tydings, sum var limur í senatinum [...] lóggávuøkinum í USA heilt aftur til Roosevelt í 1930-unum. Kríggið í Irak hevur verið ein vanlukka, sum var grundað á ósannindi hjá Bush og hansara monnum. Hetta hevur eisini gjørt heimin nógv ótryggari. [...] komið inn í spælið, og undirtøkan hevur verið heilt ótrúlig. Sponsorarnir vóru fáir i fyrstani, men fólk góvu tað, tey høvdu ráð til, ofta bert 5-10$. Undirtøkan vaks, og í miðal hava fólk givid 89$.