Diddan er dóttir Onnu f. Samuelsen, ættað úr Lorvík, og Otto Brimheim í Havn.
Hon kom á fyrsta sinni til USA 20 ára gomul í 1965 sum aupair genta hjá eini familju í høvuðsstaðnum Washington.
Maðurin í húsinum var ráðgevi hjá Joe Tydings, sum var limur í senatinum fyri demokratiska flokkin.
Hetta heim var tískil sera nógv merkt av politikki. Diddan kom hesa tíðina at fáa eitt gott innlit í amerikanksan politikk. Hon fekk ”pass” til senatið og plagdi at síggja Kennedybrøðurnar Edvard og Robert og aðrar kendar politikkarar. Robert stílaði jú eftir at gerast forseti í 1968, men hann varð myrdur. Edvard er framvegis limur í Senatinum. Eisini fekk Diddan atgongd til hægstarætt og slapp tá eisini at síggja, hvussu amerikanska rættarskipanin virkaði.
Hetta skapti ein serligan áhuga fyri politikki hjá Didduni, og hon gjørdist ein sannførdur stuðul hjá Demokratiska flokkinum.
Diddan giftist við einum amerikanara. Í fyrsta umfari búsettust tey í Kansas City, men tey fluttu til California í 1974, har hon enn býr.
Stuðlaði fyrst Hillary og síðan Obama
Diddan er framvegis ein íðin stuðul hjá demokratiska flokkinum. Hon er ikki amerikanskur ríkisborgari og kann tí ikki sjálv velja. Men hon kann sannføra onnur. Í fyrsta umfari hevur tað verið hennara egnu børn, sum eisini taka undir við hennara flokki.
Til hetta forsetavalið var Diddan í fyrsta umfari stuðul hjá Hillary Clinton, sum upprunaliga var favorittur at gerast demokratiskt forsetavalevni.
Diddan var eisini á veljarafundi saman við Hillary og hevur heilsað uppá hana. Hon var eisini rættuliga imponerað av Hillary, sum hevði eina framløgu uppá ein tíma uttan manuskript á fundinum. Aftaná vóru spurningar, og hon stóð ikki føst í nøkrum teirra.
Hillary vann í California og øðrum stórum statum, men hetta var ikki nóg mikið.
Tað varð sagt, at nógvir Clinton-stuðlar heldur fóru at velja McCain enn Obama til forsetavalið. Men hetta var so ikki galdandi fyri Didduna. Hon stuðlaði nú Obama av heilum huga.
Hjá henni var tað sera umráðandi at fáa ein demokrat til forseta. Tað skal eisini sigast til rós fyri bæði Bill og Hillary Clinton, at tey vóru góðir taparar og bakkaðu Obama upp 100%. Tað vóru ikki øll, sum roknaðu við hesum at byrja við.
Diddan helt, at USA hevur nú í átta ár eftir hennara tykki havt ein ódugnaligan forseta, hvørs høvuðsavrik hevur verið at bróta niður ta lóggávu, sum demokratarnir hava bygt upp í ártíggir. Demokratiski flokkurin hevur staðið fyri teimum nýskipanum til verju av borgarunum, sum eru framdar á lóggávuøkinum í USA heilt aftur til Roosevelt í 1930-unum.
Kríggið í Irak hevur verið ein vanlukka, sum var grundað á ósannindi hjá Bush og hansara monnum. Hetta hevur eisini gjørt heimin nógv ótryggari.
Skitið valstríð
Eitt er at gerast valevni. Eitt annað er at verða valdur. Amerikansk valstríð eru kend fyri at vera sera skitin, og serliga er hetta galdandi fyri republikanska høgravongin, har einki vápn er ov groft.
Tað vanliga er at grava í fortíðina hjá einum valevni at finna okkurt at brúka móti viðkomandi. Onkuntíð hevur verið sagt, kanska í skemti, at ein persónur, sum ikki hevur okkurt lík í lastini, er ov keðiligur til at kunna verða valdur!
”Trupulleikin” var bert tann, at Obama hevði einki lík í lastini. Tað kundi ikki finnast meira enn, at hann hevði verið í stovu við ein mann, sum hevði staðið fyri yvirgangi, tá ið Obama var átta ára gamal, og so navnið, sum minnir eitt sindur ein Osama! Fyri ikki at tala um millumnavnið Hussein.
Tað komu út tríggjar bøkur í summar, hvørs endamál var útspilling av Obama. Tá einki annað var, varð koyrt fram við tilvitandi ósannindum. Ein av hesum var, at Obama er muslimur. Fólk eru so óupplýst, at nógv trúgva tí, hóast Obama alment er kristin. Men hetta hevði ongan ávirkan, og er tað eitt gott tekn um, at fólk ikki longur lurta eftir slíkum
Kristni høgravongurin fingið frammaná
Vanliga er tað tann kristni høgravongurin í USA, sum stendur fyri tí skitna partinum av valstríðnum. Trupulleikin hjá MacCain var, at hann var ikki meira enn ”vanligur” kristin. Hann er eisini sum so eitt hampafólk, og skitin vápn liggja ikki til hansara.
Men so valdi hann sær Sarah Palin, sum kemur úr eini víðgongdari samkomu í Alaska. Tað var hon, sum kom at standa fyri tí skitna partinum av valstríðnum, sum MacCain ikki troystaði sær. Tað var á hennara valfundum, at fólk stóðu og róptu: Obama, Osama, Obama, Osama….. og annars róptu ókvæmisorð eftir Obama.
Tað sama var í senatsvalinum. Í North Caroline nýtti Elisabeth Dole, ein av fremstu republikansku politikarum, á ivasomum grundarlagi tað vápn móti sínum kappingarneyta Kay Hagan, at hon var gudloysingur. Tá vísti tað seg, at hon var sunnudagsskúlalærari! Elisabeth Dole fall eisini so dyggiliga.
Hetta vísir, at (mis)nýtslan av kristindómi í politikki ikki longur loysir seg – í USA.
Diddan ovurfegin
Diddan er sjálvsagt ovurfegin um úrslitið av valinum. Hon er ikki minni fegin um, at Obama vann so greitt í Californina, har hon býr. Hesin statur er so stórur, at hann er sera týdningarmikil fyri at verða valdur hjá einum forseta. Hann gevur nevniliga 55 valmenn av teimum 270, sum krevjast fyri at verða valdur.
Tá ið valið var greitt, varð sent Didduni teldupost, har ynskt var henni og Obama tillukku við sigrinum. Hennara viðmerking er henda:
“Takk fyri heilsanina. Dagurin 4. november verður skrivaður í søguna, og eg kenni tað sum framíhjárættindi at hava verið vitni til tað, sum hent er og kanska hava havt ein lítlan leiklut. Tá ið ein hugsar um, at bert góð 40 ár eru liðin síðan
”The Voting Rights Act” bleiv viðtikin, so kann ikki sigast annað enn, at hetta er ein stórhending. Hetta var lógin sum tryggjaði, at øll skuldu hava rætt til at velja uttan mun til húðalit.
Tað hevur verið ein drúgvur kampur, og byrjaði hann fyri umleið 21 mánaðum síðan. Eitt ótal av fólki, ung sum gomul, hava arbeitt ótroyttiliga hesa tíðina, tey flestu sjálvboðin. Øll vita, at nógvur peningur skal til, tá ið ein bjóðar seg fram sum forsetavalevni. Her er so internetið komið inn í spælið, og undirtøkan hevur verið heilt ótrúlig. Sponsorarnir vóru fáir i fyrstani, men fólk góvu tað, tey høvdu ráð til, ofta bert 5-10$. Undirtøkan vaks, og í miðal hava fólk givid 89$. Men tá ið milliónir av fólki geva, verður tað nógv tilsamans.
Barack Obama er ein óvanligur persónur við ómetaliga góðum gávum. Hann inspirerar og gevur fólki vón og vilja. At síggja, hvussu fólk reageraðu týskvøldið, tá ið avgerðin kom, var stórt. Har vóru gleðistár og dansur í gøtunum. Røðan hann helt i Grant Park i Chicago, har 250.000 fólk vóru samlað var einastandandi. Hann broyttist nú frá at vera valevni til at vera forseti, og ein var bergtikin.
Ein er ikki byrjaður at hugsa um, hvat hetta merkir, at ein littur ungur maður, sum vaks upp undir vanligum, ja, kanska smáum korum í Hawaii, nú stendur sum nývaldur forseti. Hetta er djúpt, bæði filosofiskt, politiskt og sosialt. Landið er broytt, og hetta er ein nýggjur dagur. Dreymurin, so leingi útsettur, er nú veruleiki,” endar Diddan sína viðmerking.
Vit eru mong sum fegnast saman við henni.










