Verða seigpínd frá húsi og heimi

Høvdu politikararnir játta okkum 15 milliónir um árið í tvey ár, hevði tað verið ein heilt munandi styrkur í stríðnum fyri at yvirliva ístaðin fyri at seigpína okkum frá húsi og heimi, sigur Tummas Frank Joensen úr Skúvoy

Einar 15 milliónir um árið í tvey ár, ella 30 milliónir tilsamans.

Meiri skal ikki til fyri at hjálpa skúvoyingum heilt væl í royndunum at yvirliva í teirri alsamt harðari kappingini ímóti fastlandinum.

Tað staðfestir Tummas Joensen, skúvoyingur við stórum áhuga fyri viðurskiftunum hjá útoyggjunum.

Og tað er eisini hansara størsta ynski, at landsins politiski myndugleiki nú gera álvara av nógvu, føgru orðunum um útjaðaramenning og játtar skúvoyingum hesa upphæddina.

- Eg haldi, at nú skulu landsins politikarar vakna og geva greitt til kennar, um teir vilja hava okkum at verða búgvandi á útoyggj og so játta okkum tað, sum skal til fyri at yvirliva. Ella skulu teir siga sum er, at teir gera onki, men vilja heldur seigpína okkum av oynni.


Nýggj havn átrokandi

Tær 30 milliónirnar skulu brúkast til eina nýggja Havn í Skúvoy.

Ein nýggj havn í Skúvoy hevði givið teimum heilt aðrar og betri møguleikar, sum teir í dag bara kunnu droyma um.

- Vit eini nýggjari havn, er væl siglandi í Skúvoyar eini 90% av tíðini, alt árið, so tað hevði verið ein ómetalig hjálp, staðfestir hann.

Tummas Frank Joensen sigur, at einasta sjóvegis sambandið hjá skúvoyingum er tann gamli Sildberin, sum í mesta lagið fær svingað seg upp á eini fimm seks sjómíl í miðal og okkurt einstakt sjómíl afturat, tá tað stendur heilt væl til og bæði streymur og vindur eru undan.


Fleiri húndrað krónur á muni

Men møguleikarnir fyri at flyta farm við Sildberanum eru ómetaliga avmarkaðir og tað ger livilíkindini í Skúvoy bæði nógv tvørligar og nógv dýrari enn tað er at liva aðrastaðni í Føroyum.

Hann nevnir eisini ítøkilig dømi um, hvussu tórført tað er við sambandinum, sum nú er.

- Tað ber til hjá einum nólsoyingini at flyta sær bil ímillum Nólsoy og Havnina fyri 140 krónur.

Men skulu vit í Skúvoy hava ein traktor av Sandi til Skúvoyar, verður hann roknaður sum farmur og tað kostar okkum einar 1100 krónur.

Hann leggur dent á, at hetta verður ikki ført fram, tí hann er øvundsjúkur inn á nólsoyingar.

- Hetta skal vera teimum væl unt, men eg nevni hetta fyri at gera eina samanbering og vit hava so ikki møguleikan at keypa okkum 10 túra kort til slíkan flutning.

Samstundis ber til at keypa eitt mánaðarkort fyri 1050 krónur og tímir hann, kann hann sigla 22 ferðir um dagin aftur og fram ímillum Sandoy og Skúvoy í ein heilan mánað.

- Tað er ikki øll hjálp til útoyggjarnar, sum kostar so óluksáliga nógv, leggur hann afturat.

- Vit krevja ikki tað heilt stóra og vit vilja ikki hava meiri enn vit hava rætt til. Men eg haldi kortini, at politikararnir kundu unt okkum nøkunlunda somu sømdir, sum okkara landsmenn hava, sigur Tummas Frank Joensen.

Hann sigur, at fáa tey eina nýggja havn, ber til at hava ferju siglandi og so ber eisini til, at føra bil ímillum fyri sama prís, sum onnur.

Ein slík havn kundi tikið eitt skip sum Teistin og tað hevði sjálvandi verið tann besta loysnin. Men tá ið nólsoyingar eftir øllum at døma fáa nýtt skip, høvdu vit eisini verið nøgd við at yvirtikið Rituna fyri fyrst.

- Men so kundu vit fingið trygd fyri eini bilferju av og tá, tá ið brúk var fyri tí til onkran farm.

Hann nevnir eitt dømi um serflutning, har tað er harðliga brúk fyri eini bilaferju.

- Tað kostar einar 100.000 krónur um árið bara at tøma septiktangarnar í bygdini og fáa lortin til IRF, tí alt skal flytast við av oynni við eini sandbáti.

Høvdu vit havt eina bilaferju, kundi ein bilur komið einaferð um árið og tømt alt fyri nakrar hundrað krónur, so har er nógv at spara.

- Vit hava eisini gjørt onkur tiltøk fyri ferðavinnuna, men tað er ómetaliga svikaligt. Vit hava havt meiri enn eitt dømi um, at ferðaløg skuldi koma higar, men so viðraði ikki, tá ið avtornaði. Teir skúvoyingar, sum tá høvdu gjørt mat til 40 ferðafólk, komu at standa í eini ógvuligari óhepnari støðu.


Sita køld

Bara eitt so sjálvsagt sum at fáa fylt sær oljutangan í sethúsunum, er eitt kapittul fyri seg, tá ið ein er búsettur í einum plássi sum í Skúvoy.

Í síni varð oljuleiðing løgd av støðni niðan til tangan hjá SEV. Men skúvoyingar hava eisini leiðing oman á bakkan og so hava teir ein kopling, sum kann setast á leiðingina hjá SEV.

- So kundu vit havt ein lítlan tanga í einum vogni at koyrt til tey ymsu húsini.

Men tað hevur ongantíð borið til at fingið avtalu við SEV um at fáa olju úr tanganum hjá SEV til húsini í Skúvoy. Tað síðsta vit frættu var, at betaltu vit 1500 krónur um tíman, kundi SEV pumpa olju úr tanganum til húsini.

- Sum støðan er nú, kemur øll oljan í tunnum við Rituni og so hava vit traktor at koyra tunnurnar runt í bygdini við. Men so skal tað fáast úr tunnunum í tangarnar í húsunum og tað er mangan dagsverk at fylla oljutangan.

Áður kom lítli tangabáturin, Stathav til Skúvoyar við olju og tá varð pumpað beinleiðis í oljutangan hjá fólki. Men síðani Stathav gekk burtur, hava tey baksast við oljutunnur.

- Og tá ið veðurlíkindini eru vánalig og tað ikki slepst í oynna í eina tíð við bili, er tað komið fyri, at fólk hava sitið køld.

- Tað eru ikki sømilig viðurskifti nú á døgum, sigur Tummas Frank Joensen.

- Høvdu vit havt eina rættiliga havn, høvdu vit kunna fingið bilaferju í oynna av ov á og so hevði eisini borið til at fingið tangabil í oynna, leggur hann afturat.