Mia og abbin teknað dagbók

Tá lítla Mia og abbin hugnaðu sær saman, sat Mia altíð og teknaði. Nú hevur abbin givið tekingarnar hjá Miu út í bók



Nógvir abbar goyma onkrar tekningar hjá abbabørnunum. Tað ger abbi Miu úr Havn Thomas Michael Smith eisini. Serliga væl goymir hann eina lítla bók, sum Mia teknaði í, tá hon var fýra ára gomul. Í dag er Mia 15 ár, men tekningarnar eru til enn, og nú hevur abbi Miu gjørt tær til eina bók, sum eitur Miusa dagbók. 



Prát og tekingar

»Mamma og pápi Miu búðu í Danmark, tá tey fingu hana. Og so var tað, at mamman skuldi skriva tað, sum hon hevði lært, meðan hon hevði gingið í skúla, á fleiri pappír, og fáa prógv frá skúlanum.

Tá var tað gott, at Mia átti ommu og abba í Havn, tí so kom hon bara heim til tey, so mamma fekk betri frið at skriva til skúlan«

Soleiðis byrjar Miusa dagbók. Tí tá Mia kom til ommuna og abban í Havn at ferðast, hevði hon sína egnu lítlu dagbók við sær - eina fína, lítla gula bók við tveimum fittum einglum á permuni. Hesa bókina ætlaði hon at tekna í hvønn dag, nú hon skuldi ferðast í Føroyum í 14 dagar.

Mia byrjaði longu at tekna í bókina, meðan hon sat í flogfarinum á veg til Føroyar. Hon teknaði eitt fínt flogfar og niðriundir skrivaði Mia, "Nú flúgva vit". Og soleiðis helt Mia á at tekna alt, sum hon sá og upplivdi. Serliga tá hon var saman við abbanum, teknaði Mia nógv, tí hann hevði so góða tíð at ansa eftir Miu og dugdi eisini sjálvur væl at tekna.

- Tað hugnaligasta var, at sita og práta, meðan vit teknaðu. So prátaðu vit um tað, Mia teknaði ella teknaðu tað, vit prátaðu um, fortelur Thomas. 



Goymast sum reyðagull

Dagarnir saman við Miu gingu skjótt, men tað var ikki tí, tað hendi so øgiliga nógv allatíðina, fortelur abbin, Thomas Michael Smith.

- Eg haldi vit hava lyndi til at gloyma, hvussu hugnaligt tað kann vera bara at vera saman og gera heilt vanlig ting saman í gerandisdegnum. Tí helt eg eisini, at vit skuldu royna at goyma hesar løturnar væl og virðiliga, sigur Thomas og leggur afturat, at tí verður lítla dagbókin hjá Miu eisini goymd sum reyðagull.

Og nú kemur dagbókin hjá Miu so út sum bók, so onnur børn eisini sleppa at síggja og lesa um hesar dagarnar. Bókin er gjørd soleiðis, at øll børn kunnu vera við - eisini tey, sum ikki duga at lesa, tí tekningarnar hjá Miu og abbanum fortelja eina rúgvu av søgum.

Lítla Mia helt á at tekna, eftir at ferðin heima í Føroyum var liðug. Tí kann tað væl hugsast, at abbi Miu fer at geva eina aðra bók út seinni við meir tekingum hjá Miu.